• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Blankans ríma

 

CCF 116 A

TSB A 26

 

1 Tað torir eingin danimann so gera

- gylt saðil á -

sína systur á heiðið land geva.

- Tað vænasta vív, ið vinnast má.

 

2 Tað gjørdi meistarin Hildibrand,

hann gifti sína systur á heiðið land.

 

3 Sunnudagin brúður bald,

mánadagin í jarni so kald.

 

4 Hon sá seg aftur, hon sá seg fram,

hon sá sær ongan hjálparmann.

 

5 Hon sá seg upp til himmal,

har sá hon fuglar flúgva.

 

6 “Hoyr tað, fuglurin brúni,

kanst tú bera boð til Dúnoy?”

 

7 “Eg kann bera boð í hvørt eitt land,

eg kenni tín bróður Hildibrand.”

 

8 Fuglurin fleyg so høgt í ský,

hann kom niður for Hildibrands bý.

 

9 Fuglurin fleyg so høgt frá træ,

hann kom niður for Hildibrands knæ.

 

10 “Hoyr tað, Hildibrand, vinur mín,

hjálp nú Maritu, systur tín!”

 

11 Hildibrand sínum borði skeyt,

tann brúni mjøður á gólvi fleyt.

 

12 “Tær loysið út hin blanka,

hann kann so víða vanka.

 

13 Tær heintið mær Blanka saðilgjørð,

hann rennur á vatni sum grønari jørð.”

 

14 Tá ið hann kom har mitt á fjørð,

tá brast Blankans saðilgjørð.

 

15 Hildibrand sakk til sandar,

Blanki svam til landa.

 

16 Blanki skar so sára við,

tað hoyrdi Marita, í torni situr.

 

17 “Tað kenni eg á Blankans reyst,

nú eri eg bróðurleys.”

 

18 Blanki bæði beit og sló,

tretivu menn undir hóvum tróð.

 

19 Tað gjørdi Blanki við síni tonn,

hann loysti Maritu sterku jarnbond.

 

20 “Hoyr tað, Blanki, eg tali til tín,

hvat vilt tú hava fyri ómak tín?”

 

21 “Tað vil eg hava í ómak mín,

at mynnast við tín munn so fín.”

 

22 Hon mynti hann við munni sín,

- gylt saðil á -

tá bleiv hann ein riddari fín.

- Tað vænasta vív, ið vinnast má.

 

CCF 116 A

TSB A 26

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access.4.

 

Útgávur: 

1. V.U Hammershaimb: “Færøsk Anthologi I”, 1891, s. 20.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 6.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 138.

 

Heimild: Úr Svínoy: Magnus Ólavsson (1789-1870), Svínoy (f. í Hvannasundi, Viðoy), 1853.

 

A 26 Blankans ríma (The enchanted raven and the wonderful horse)

Beiggi (faðir) eina moyggj hevur gift hana burtur í fremmant land. Maður hennara setir hana í eitt torn. Ein ravnur tekur á seg at siga beiggja hennara frá, hvussu vorðið er hjá henni. Beiggin saðlar hestin at fara at bjarga henni. (D, cÍ, cN, cS: Hesturin er umskapaður maður. Hann biður beiggjan ikki siga navnið á sær á ferðini. Tá ið hetta bann ikki verður hildið, vil hesturin ikki longur bera mannin og heldur leiðina fram einsamallur). Beiggin – ella, um navnaforboðið er brotið, hesturin – fríar moynna. Y m i s k i r e n d a r: cD, cN, cS: Tá ið tey koma heim, doyr hesturin av møði. cD, F, cÍ, cN: Hesturin fær mannaskap aftur og vísir seg at vera (cD) ein annar beiggi gentuna ella (F, cÍ, cN) ein prinsur, (cF) giftist við henni. cD, cN: Ravnurin er eisini ein umskapaður maður.

á føroyskum: CCF 116 (eisini á íslendskum, donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017