• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Flúgvandi biðil

 

Flúgvandi biðil

 

CCF 127 A

TSB A 44

 

1 Tað býr ein jungfrú yvir land,

- í ríman -

hon er so stolt, so biðlavand.

- Í talvborði gekk væl leikur, søtan mín.

 

2 Hon vil ikki hava tann mann,

foruttan tann ið flúgva kann.

 

3 “Mín kæra fosturmóðir, legg mær ráð,

í hvussu eg skal tann jungfrú fá.”

 

4 “Hvussu skal eg tær leggja ráð,

eg veit ikki, hvar ið tín hug stár á?”

 

5 “Tað býr ein jungfrú yvir land,

hon er so stolt, so biðlavand.

 

6 Hon vil ikki hava tann mann,

foruttan tann ið flúgva kann.”

 

7 “Gakk tú tær í smiðju,

tú lat tær veingir smíða!

 

8 Tú lat tær veingir av hvítasilvur slá,

forgylla lat tú báðar tá!

 

9 Tá ið tú hevur smíðað teir av,

tú flúgv so í tað myrka hav!

 

10 Flúgv so í tað myrka hav,

tú sært ikki nátt for ljósan dag!

 

11 Flúgv tú tær so høgt í ský,

at tú kemur niður for jungfrú bý!

 

12 Flúgv tú tær so høgt í loft,

at tú kemur niður for jungfrú port!”

 

13 Hann fór sær í smiðju,

hann læt sær veingir smíða.

 

14 Hann læt sínar veingir av hvítasilvur slá,

forgylla læt hann báðar tá.

 

15 Tá ið hann hevði smíðað teir av,

tá fleyg hann í tað myrka hav.

 

16 Hann fleyg í tað myrka hav,

hann sá ikki nátt for ljósan dag.

 

17 Hann fleyg sær so høgt í ský,

at hann kom niður for jungfrú bý.

 

18 Hann fleyg sær so høgt í loft,

at hann kom niður for jungfrú port.

 

19 Fuglurin setst á lindarkvist,

alt sang hann um Jesum Krist.

 

20 Jungfrúin hugsar við sjálvari sær:

“Tílíkan fugl so kjósi eg mær.”

 

21 Tess meiri jungfrúin ynskti,

tess meiri fuglurin førktist.

 

22 Fuglurin fleyg á jungfrúins stól,

hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.

 

23 Fuglurin fleyg í jungfrúins fang,

hann leikaði við hennara reyðargullband.

 

24 Tey lógu saman ta longu nátt,

tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.

 

25 Tað býr ein jungfrú yvir land,

øllum sínum klæðum gevur hon navn.

 

26 “Tú heinta mær mín krans-í-ring,

tú heinta mær mítt hálv-um-kring!

 

27 Tú heinta mær mín síðu-svans,

tú heinta mær mín fallini-dans!

 

28 Tú heinta mær mítt ovurkast,

tú heinta mær mítt hald-fast!

 

29 Tú heinta mær mítt brystbragð,

tú heinta mær mítt maljudrag!

 

30 Tú heinta mær mítt sprota-sprang,

tú heinta mær mítt ringlu-rangl!

 

31 Tú heinta mær mítt blás-í-ring,

tú heinta mær mítt rør-um-kring!

 

32 Tú heinta mær mítt varmahús,

tú heinta mær mítt fótakrús!”

 

33 Hárið kallar hon krans-í-ring,

húgvuna kallar hon hálv-um-kring.

 

34 Serkin kallar hon síðu-svans,

stakkin kallar hon fallini-dans.

 

35 Turrklæðið kallar hon ovurkast,

prónin kallar hon hald-fast.

 

36 Brystið kallar hon brystbragð,

stiman kallar hon maljudrag.

 

37 Nálina kallar hon sprota-sprang,

beltið kallar hon ringlu-rangl.

 

38 Fyriklæðið kallar hon blás-í-ring,

sokkabandið rør-um-kring.

 

39 Sokkin kallar hon varmahús,

- í ríman -

skógvarnar kallar hon fótakrús.

- Í talvborði gekk væl leikur, søtan mín.

 

CCF 127 A

TSB A 44

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 73.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 177.

 

Heimild: 1.-24. ør. Úr Streymoy:  Jens Davidsen  (1803-1876), Tórshavn, 1853.

25.-39. ør. Úr Eysturoy: Malena Anthoniusdóttir, f. í Oyndarfirði (1794-1872), Funningi 1861.

 

A 44 Flúgvandi biðil (Knight in bird’s disguise)

Ein moyggj vil bert giftast manni, sum dugir at flúgva. Ein riddari klæðir seg sum fugl við veingjum úr silvuri og gulli. Hann flýgur til moynna, og hon tekur við honum.

á føroyskum: CCF 127 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017