• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gullsteinur

 

CCF 133 A

TSB A 73

 

1 Gullsteinur stendur í høgaloft,

og ristir hann sínar ransar,

bóndin stendur og lýðir á,

hann hoyrir, hvussu rúnir dansa.

 

Lítið nú á bóndan,

meðan hann dansar í ríman!

 

2 “Hoyr tú, ríki bóndi,

tú vakta væl dreingi tínum,

tað er á hvørjari jólanátt,

teir eru í stovu míni.

 

3 Teir góvu mær so vánt eitt slag,

alt av eini silvurskál,

hevði eg ikki gjørt fyri bóndans skuld,

skuldi eg krongt teirra mál.

 

4 Teir góvu mær so vánt eitt slag

alt av eini silvurkannu,

hevði eg ikki gjørt fyri bóndans skuld,

so sjálvir skuldu teir tað sannað.

 

5 Eg havi aktað seyði tínum

frá bjørgum og bláum skorum,

gev mær tann hin lítla veður,

sum spælir í reyðum koti!”

 

6 “Tú hevur siglt í fimtan ár

á teim fálkanum fríða,

onga hevur bóndin skipaleigu fingið,

so langt tykir honum at bíða.”

 

7 “Gakk tú tær til strandar oman,

tú hav ei við tær fleiri,

stíg so inn á snekkjunnar borð,

har finnur tú skipaleigu!

 

8 Gakk tú tær til strandar oman,

fátt verður tær á vási,

tak tú tað hitt lítla skrín,

sum lykilin stendur í lási!

 

9 Har liggur í ein silkidúkur,

ongan eigur tú slíkan,

tað seymaði hon Lindin, dóttir mín,

tá ið hon sat heima píka.

 

10 Har stendur í eitt silvursteyp,

tað stendur á fýra føtur,

svørji tann eið á mína trú,

tað gongur tær væl í bøtur.

 

11 Niklas heitur mágur mín,

hann býr tar skamt ífrá,

hann hevur verið mær góður granni,

so væl kann eg tað sjá.

 

12 Málfrú heitur kona mín,

tað hitt væna vív,

sjálvur heiti eg góði Gullsteinur,

og garðurin heitur í Líð.

 

13 Málfrú heitur kona mín,

tað hitt væna sprund,

sjálvur heiti eg góði Gullsteinur,

og garðurin heitur í Lund.”

 

Lítið nú á bóndan,

meðan hann dansar í ríman!

 

CCF 133 A

TSB A 73

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 92.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 210.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johannes Joensen í Ábrahamsstovu (1795-1865), Sumba, 1847.

 

A 73 Gullsteinur (Cairn dweller makes complaint and gives recompense)

Jólaaftan hittir ein bóndi ein fjallatussa, Gullstein, sum býr á bóndans jørð. Gullsteinur gremur seg um, at húskallar bóndans gera honum ónáðir. Bóndin svarar, at Gullsteinur hevur nýtt skip hansara í nógv ár uttan at rinda nakað afturfyri. Gullsteinur biður hann fara til skipið, og umborð fer hann at finna fínar gávur.

á føroyskum: CCF 133 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017