• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hindar ríma

 

Hindar ríma

 

CCF 134 A

TSB A 16

 

1 Eg veit ein aldinskóg

innan Lundarfjørð,

sprettur í so mangt eitt træ,

sum standa má í jørð.

 

2 Sprettur í so mangt eitt træ,

sum standa má á vøll,

spæla innan fríðir fuglar,

hindir og so bjørn.

 

3 Spæla innan fríðir fuglar,

hindir og so dúgva,

leikar hin fríða fyri teim,

alla teirra frúgva.

 

4 Pætur klæðist árla morgun

einhvønn morgun snimma:

“Nú skal eg í aldinskóg,

tá villu kind at finna.”

 

5 Pætur reið á skógvin burt,

so er greint fyri mær,

tá ið hann kom í aldinskóg,

tá gekk hindin har.

 

6 Pætur reið á skógvin burt

við sínar úlvhundar fimm,

loysir hann av tað reyðargullband,

og hindina vísir hann teim.

 

7 Setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi fram ganga,

hon var seg so varin við,

hon vildi ei lata seg fanga.

 

8 Setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi fram gá,

hon var seg so varin við,

hon vildi ei lata seg fá.

 

9 Setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi fram renna,

hon var seg so varin við,

hon vildi ei lata seg kenna.

 

10 So ríður hann harra Pætur

skóg og grøna líð,

reiðir upp eina silkisong,

sum jomfrú hvílir í.

 

11 Fyrstur svøvnur, harra Pætur

í sínum songum fekk,

burtur var hin væna jomfrú,

hon úr hans armum gekk.

 

12 Hon legði undir hans høvdagjørð

gullringarnar tríggjar:

“Vaki teg faðir av himinríki,

ráði Gud, nær vit síggjast.”

 

13 Ikki vaknaði harra Pætur

[ikki] fyrr enn tá,

burtur var hin væna jomfrú,

sum í hans armum lá.

 

14 Ikki vaknaði harra Pætur,

fyrr enn sólin roðar í kav,

burtur var hin væna jomfrú,

sum í hans armum svav.

 

15 Pætur stendur á elvarbakka,

sær seg um so víða:

“Hvat [skal] eg meg í elvina sjunka,

ella til mína móður ríða?

 

16 Søkki eg meg í elvina niður,

verði eg har í vetur,

grøti eg mína sælu móður,

tað verður ikki betur.

 

17 Søkki eg meg í elvina niður,

verði eg har so leingi,

grøti eg mína sælu móður,

meg spotta kongsins dreingir.”

 

18 Tað var fult í fimtan vetur,

Pætur í seingini lá,

tað var hansara sæla móðir,

hon gár honum til og frá.

 

19 Tað var hansara sæla móðir,

hon gár honum til og frá:

“Er her nøkur í verðini,

ið tín stendur hugur á?

 

20 Er her nøkur í verðini,

ið tín stendur hugur á?

Kongsins dóttir í Salinum

hana skalt tú fá.”

 

21 “Kongsins dóttir í Salinum,

væn er hon av sær,

enn var hon fagrari enn rósinblað,

ið eg hevði ætlað mær.”

 

22 Pætur klæðist árla morgun

einhvønn morgun snimma:

“Enn skal eg á aldinskóg,

tá villu hind at finna.”

 

23 Pætur reið á skógvin burt,

so er greint fyri mær,

tá ið hann kom á aldinskóg,

enn gekk hindin har.

 

24 Pætur reið á skógvin burt

við sínar úlvhundar fimm,

loysir av tað reyðargullband,

og hindina vísir hann teim.

 

25 Hann setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi fram ganga,

hon var sær so varin við,

hon vildi ei lata seg fanga.

 

26 Setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi [fram] gá,

hon var sær so varin við,

hon vildi ei lata seg fá.

 

27 Setti snaru í hvønn tann stíg,

sum hindin skuldi fram renna,

hon var sær so varin við,

hon vildi ei lata seg kenna.

 

28 Hon skeyt seg úr hindarlíki,

hon fleyg so hátt í træ,

Pætur stóð á grønum vølli,

tað gekk hans huga so nær.

 

29 Øksina tók eg á mítt bak,

eg skuldi tað træ tá fella,

har kom leypandi Tíkkirs sonur,

hann skeyt sítt skaft ímillum.

 

30 “Høggur tú niður mín faðirs skóg,

[limar] og so kvistar,

hann man tær tey loynibræv skriva,

tað sigi eg tær til vissar.

 

31 Høggur tú niður mín faðirs skóg

og limar og so greinar,

hann man tær tey loynibræv skriva,

tað kemur tær sjálvum til meina.”

 

32 “Meinar tú mær at høgga tað træ,

og ger tú mær tá møði,

fái eg ikki tann villa fugl,

eg syrgi meg sjálvan til deyða.”

 

33 “Set teg niður, harra Pætur,

vit snakkum um tað báðir,

tú fært ei tann villa fugl

uttan við mínum ráði!

 

34 Sker tú kjøt av sjálvum tær,

tar blóð tekur um at renna,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann lystir eina bráð at kenna.

 

35 Sker tú kjøt av sjálvum tær

og kasta upp í træ,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt knæ.

 

36 Sker tú kjøt av sjálvum tær

og kasta upp á kvist,  

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt bróst.”

 

37 Hann skar kjøt av sjálvum sær,

tar blóð tók um at renna,

fuglurin fleyg so lágliga,

hann lysti tá bráð at kenna.

 

38 Skar hann kjøt av sjálvum sær

og kastar upp í træ,

fuglurin fleyg so lágliga,

hann setir seg á hans knæ.

 

39 Skar hann kjøt av sjálvum sær

og kastar upp í kvist,

fuglurin fleyg so lágliga,

hann setti seg á hans bróst.

 

40 Hon skeyt seg úr fuglalíki,

risti sítt vel sum dúgva,

hon settist niður í grønan vøll,

og var ein stoltsjomfrúgva.

 

41 “Takk havi tú, harra Pætur,

tú skilti meg við vanda,

mín hin vánda stjúkmóðir

hon vildi mær yndið banna.

 

42 Hon skapti meg í hindarlíki,

setti meg út á bakka,

faðir mín kom av skógvi heim,

hann beitti meg við sínar rakkar.

 

43 Hon skapti meg í hindarlíki,

setti meg út á vøll,

faðir kom av skógvi heim,

hann meinti, tað var eitt trøll.

 

CCF 134 A

TSB A 16

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

1. A- og B-brigdið sett saman prentað í Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 897

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 95.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 122.

 

Heimild: Úr Skúgvoy: Daniel Joensen, Dánjal í Jógvansstovu (1780-185o), Skúgvoy, 1847.

 

A 16 Hindar ríma (Girl transformed into hind and bird)

Ein kvinna broytir stjúkdóttur sína til eina hind. Ein riddari jagstrar hindina og roynir at fáa hendur á henni. Tá verður hon til ein fugl. Riddarin gevur fuglinum ein bita av egna holdi sínum og loysir hana úr gandi.

á føroyskum: CCF 134 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017