• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hindin

 

Hindin

 

oder

Bóndin við Garðsenda

 

CCF 135

TSB A 21

 

1 Ein býr bóndi við Garðsenda,

hann býr tar skamt av breyt,

Hindin eitur dóttir hans,

er alin upp við skreyt.

 

2 Ikki vildi Eirikur

onnur klæði bera,

enn hon skuldi, Hindin unga,

bæði seyma og skera.

 

3 Ikki vildi Eirikur

onnur klæði slíta,

enn hon skuldi, Hindin unga,

bæði skera og sýa.

 

4 Tað var Eirikur, kongsins son,

gár í glasglugga at stá,

har kom gangandi stjúkmóðir hans,

hon vil hann við ástir fá.

 

5 Svaraði Eirikur, kongsins son,

í fyrsta orði tá:

“Eg svíki ikki mín sæla faðir,

so leingi eg liva má.”

 

6 “Vilt tú ikki, Eirikur,

ástir við meg leggja,

eg skal tær í ríkinum

størri harm í vekja.”

 

7 Andan blæs hon yvir hann,

hon bað hann verða [at] vargi:

“Eingin maður í heiminum,

tær veiti ella bjargi.”

 

8 Tí svaraði kongurin

í fyrsta orði tá:

“Hvar er Eirikur, sonur mín,

eg kann hann ikki sjá.”

 

9 “Eirikur er á skógnum burtur,

mikið gull at goyma,

her er komin ein óndur vættur,

hann vil alt burt oyða.”

 

10 Tí svaraði kongurin

í fyrsta orði tá:

“Lovið mær í markina,

tað grimma djór at sjá!”

 

11 Kongur legði ørv á strong,

hann ræð nú til at skjóta,

tað var hansara sæli son,

ið honum fell til fóta.

 

12 Síðla var um aftanin,

tað fyrsta svøvn hon fekk,

tað var Eirikur, kongsins son,

í dreymar fyri hana gekk.

 

13 “Í gjár varð eg við hundum beittur,

í morgin rivin sundur,

søta mín, et ikki bjarnarkjøt,

tú spill ikki fagur lund!

 

14 Í gjár varð eg við hundum beittur,

í morgin steiktur á teini,

søta mín, et ikki bjarnarkjøt,

tú spill ikki teg, mín reina!”

 

15 Enntá var tað Hindin unga,

hon skeyt seg upp við orði:

“Hetta man vera títt sonarkjøt,

tú hevur í dag á borði.”

 

16 So klár stóð á hans eygum tvá,

sum sjálvur Gud honum gav,

tí hann hevði gjørt for sær

tað helga krossmál.

 

17 Tí svaraði kongurin,

hann fekk sín son at kenna:

“Tína óndu stjúkmóður

skal eg á báli brenna.”

 

CCF 135

TSB A 21

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4). Schrøters Blandinger nr. 33.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 894.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 100.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 134.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Niels Jakobsen t.e Niclas Jacobsen í Hamrabyrgi (1801-1877), Sumba, 1847.

 

A 21 Hindin (King’s son transformed into wolf)

Kongssonurin hevur tokka til almúgugentuna Hindina. Stjúkmamma hansara roynir at tøla hann, og tá ið hann vísir hana frá sær, broytir hon hann til ein úlv. Kongur drepur úlvin og letur hann bera inn á borðið. Í dreymi sigur kongssonurin Hindini frá, at hon skal ikki fáa sær av kjøtinum. Hon sigur hetta fyri kongi, og stjúkmamman verður dripin.

á føroyskum: CCF 135 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017