• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hørpu ríma

 

CCF 136 A

TSB A 38

 

1 Komu tveir biðlar ríðandi í garð,

- biður tygur renna –

bóðu til ta sum yngri var.

- Rúnarmenn, verið við teirri jungfrú,

biður tygur renna,

takið so varliga mót teim, rúnarmenn!

 

2 Ta yngru teir tilbóðu,

eldru teir forsmáddu.

 

3 Tann yngra kundi at spinna lín,

tann eldra kundi at vokta svín.

 

4 Tann yngra kundi at spinna gull,

tann eldra kundi ikki at tæga ull.

 

5 Tann yngra kundi at spinna,

tann eldra kundi ikki at tvinna.

 

6 Systir talar til systur góð:

“Førum os í sævarflóð!”

 

7 “Hvat skulu vit í sævarflóð gera,

vit hava ikki tvinni silki at bera.”

 

8 “Vit tváum os so hvítar,

vit eru tvær systrar líkar.”

 

9 “Um tú tváar teg allan dag,

tú verður ei hvítari, enn Gud teg gav.

 

10 Um tú tváar teg hvít sum fann,

tú fært ei mín festarmann.”

 

11 Tann yngra setir seg upp á stein,

tann eldra rendi hana út í streym.

 

12 Tann yngra rættir upp ljósan hand:

“Kæra systir, hjálp á land!”

 

13 “Eg hjálpi tær ei á land um sinn,

fyrr enn tú játtar mær biðil tín.”

 

14 “Gjama gevi eg tær alt, eg ár,

á biðlinum havi eg einki ráð.

 

15 Gjarna játti eg tær bæði,

biðil og brúðarklæði.”

 

16 Tað kom vindur av sunnan,

líkið sló til grunnar.

 

17 Tað kom vindur á bylgjan blá,

líkið mundi til landa slá.

 

18 Tað kom vindur av eystan,

líkið sló til neysta.

 

19 Tað komu tveir pílagrímar niðan við á,

funnu á, hvar líkið lá.

 

20 Teir tóku hennara armar,

gjørdu teir upp til harpur.

 

21 Tóku hennara gula hár,

gjørdu tað upp til streingir.

 

22 “Førum os í næsta bý,

sum vær vitum brúdleyp í!”

 

23 Settu teir seg á hurðargátt,

tey hoyrdu so miklan harpuslátt.

 

24 Svaraði strongurin fyrsti:

“Brúðurin var mín systir.”

 

25 Svaraði strongurin annar:

“Brúðurin var mín bani.”

 

26 Svaraði strongurin triði:

“Brúðgómin var mín biðil.”

 

27 Brúðurin rodnar sum eitt blóð:

“Harpan ger os mikið óljóð.”

 

28 Brúðurin rodnar sum ein droyri:

“Harpuna lystir os ei at hoyra.”

 

29 “Visti eg, tað líkti tær illa,

ei skuldi eg harpuna stillað.”

 

30 Svaraði strongurin fjórði:

“Brúðurin fleyt í blóði.”

 

31 Teir slógu sína harpu av magni,

- biður tygur renna –

brúðurin sprakk av harmi.

- Rúnarmenn, verið við teirri jungfrú,

biður tygur renna,

takið so varliga mót teim, rúnarmenn!

 

CCF 136 A

TSB A 38

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 16,

 

Útgávur:

1. E. G. Geijer och A. A. Afzelius: Svenska folkvisor från forntiden (1814) Bd. I, s. 86.

2. Svabos Færøske Visehaandskrifter . Chr. Matras greiddi til útgávu (1937-39), s. 115

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 101.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 154.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

A 38 Hørpu ríma (The two Sisters)

Ein eldri systir vil hava hann, ið yngra systir hennara er trúlovað við. Hon fær systur sína at koma við sær oman í fjøruna, skúgvar hana á sjógv og letur hana drukna. Líkið verður funnið, og ljóðføri, vanliga ein harpa, verður evnað til burtur úr tí. Á hetta ljóðførið verður spælt í brúdleypinum hjá eldru systrini og honum, ið yngra var trúlovað. Tað avdúkar misbrot brúðarinnar, og hon doyr ella verður revsað. cN, cS: Yngra systirin kemur aftur til lívs, tá ið ljóðførið verður sorað sundur.

á føroyskum: CCF 136 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017