• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Krypilin á Vatnsoyri

 

Krypilin á Vatnsoyri

 

CCF 147

TSB A 37

 

1 Tað var um ein halgan dag,

teir skuldu til vøku gá,

krypilin sang so fagran sang,

at eingin kann vøku ná.

 

Stígum fast á várt gólv,

sparum ei vár skó,

Gud man ráða,

hvar vær drekkum onnur jól!

 

2 Tað var um ein halgan dag,

teir skuldu til vøku ganga,

krypilin sang so fagran sang,

at eingin kann vøku halda.

 

3 Riddarin bað tá bíða sær,

meðan hann gekk har niður,

haðan tá á Vatnsoyri,

sum krypilin fyri situr.

 

4 “Hoyr tú tað nú, krypilin,

hví gert tú tað svá,

at tú syngur so fagran sang,

at eingin kann vøku ná?”

 

5 “Eg veit eina moy út í tann garð,

sum betri er mær enn tær.”

Rósival stóð og lýddi hará,

tað gekk hans huga so nær.

 

6 “Hoyr tað tú nú, krypilin,

satt sig tú mær frá,

hvussu eitur tað lítla menni,

ið tá frúu ár?”

 

7 “Bæði um dagar og dimmar nætur

er hann í moynnar sali,

tað er hansara rætta navn,

riddarin Rósival.”

 

8 Tað var riddarin Rósival,

illa varð hann við,

so var mær av sonnum sagt,

hann fell í óvit niður.

 

9 Ikki kom hann av skógi heim,

fyrr enn lidnar vóru nætur tvær,

hans frú gongur honum ímót,

hon var bæði mild og mæt.

 

10 Hans frú gongur honum ímót,

og fellur tá honum til fóta,

hann rendi hana av vreiði burt,

vánt var at søkja til bóta.

 

11 “Hoyr tú, kongurin harri mín,

tú lina mínum veldi,

eg giti onga skemtan gjørt,

nú á hesum kvøldi.”

 

12 “Tú skalt fara í myrkastovu,

gera tær tað til tykki,

hvørki skalt tú hagar fá,

matin ella drykkju.”

 

13 “Um enn eg fari í myrkastovu,

tað linar ei mínum veldi,

eg giti onga skemtan gjørt,

nú á hesum kvøldi.”

 

14 Myrkastova stóð skamt ífrá,

sum dreingir plaga útríða,

hagar bleiv tá riddari førdur,

segði, so gott skal bíða.

 

15 Myrkastova stóð skamt ífrá,

sum dreingir plaga í basta,

har kom krypilin krúpandi

við sítt fuglalass.

 

16 Har kom krypilin krúpandi

við sítt fuglalag,

har kom drotning leypandi,

hon fell fyri honum í knæ.

 

17 Hann hevði upp sína høgru hond,

hann sló hana undir vanga,

hon var sær alt blíðari,

hon vildi ei frá honum ganga.

 

18 Enntá var tað drotningin,

hon snúðist av teirri breyt,

hon kom aftur við seingjarklæði,

hon reiðir upp við skreyt.

 

19 Rósival situr í myrkastovu,

allir vilja hann vega,

rósur sprungu á kongsins borði,

tá ið hann fór at læa.

 

20 Myrkastova stóð skamt ífrá,

sum dreingir plaga útríða,

haðan bleiv tá riddari førdur,

so tann, ið gott vil bíða.

 

21 “Tað ið tú sást í myrkastovu,

tað letur tú siga,

tá ið eingin noyddi teg til,

skuldi tú sitið og tigað.”

 

22 “Tað eg sá í myrkastovu,

mær fyri eygum bar,

tað heldur tú einki vera,

tó at tú verður tað varur.

 

23 Tað eg sá í myrkastovu,

tað tykir tær harm,

eg sá tína drotningina

sova hjá øðrum manni.”

 

24 “Lýgur tú á drotning mína,

tú skalt missa lív,

í hesum somu fótsporum

við hvøssum slíðraknívi.”

 

25 “Ikki skal hann fyri mína skuld

missa sítt unga lív,

hvørt orð sigur hann satt ífrá,

tóat eg eri títt vív.”

 

26 Døma teir um drotningina,

ei mátti niður falla,

hoyrast mátti uttanhalla,

rætt sum trummur gjalla.

 

27 Har kom krypilin krúpandi,

fell for kongi í knæ:

“Harra, tilgev vreiðina,

bæði drotning og mær!

 

28 Eg átti mær eina stjúkmóður,

hon vildi mær so illa,

hon skapti meg í krypilslag

á Vatnsoyri at liggja.

 

29 Eg átti mær eina føðursystur,

hon meg betur unti,

hon legði mær ráðini,

tey mær alvæl dugdu.

 

30 Hon legði mær ráðini,

tey mær alvæl dugdu,

hon skapti meg í hindarlag,

at allar skuldu mær unnast.”

 

Stígum fast á várt gólv,

sparum ei vár skó,

Gud man ráða,

hvar vær drekkum onnur jól!

 

CCF 147

TSB A 37

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4). Schrøters Blandinger, nr. 32.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 140.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 149.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Billa Sofía Dánjalsdóttir (1821 -1871), Fámjin, 1848.

 

A 37 Krypilin á Vatnsoyri (Enchanted cripple seduces women)

Á veg í kirkju verða fólkini tarnað av einum krypli, sum syngur so fagurliga, at tey verða øll ov sein til messu. Krypilin hevur eisini so mikið vald á kvinnum, at sjálv drotningin leitar sær til hansara at sova hjá honum. Tá ið kongur ætlar at drepa drotningina afturfyri, biður krypilin hann náða tey bæði. Hann sigur eisini, at stjúkmamma sín hevur umskapað seg til krypil, men at ein gumma gav honum gávuna at syngja so fagurliga, at eingin sleppur undan at fáa tokka til hansara.

á føroyskum: CCF 147 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017