• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Nykurs vísa

 

Nykurs vísa

 

CCF 153

TSB A 48

 

1 Nykurin letur sær klæði skera,

- glaður á liljukvisti -

tí hann vildi riddari vera.

- Lykken bær man ærlig uden angist.

 

2 Nykurin gongur í kirkjuna inn,

prestar hildu messur fimm.

 

3 Nykurin gongur á kirkjugólv,

prestar hildu messur tólv.

 

4 Elsa lítla smílir undir lín:

“Krist gevi, tann riddari hann var mín.”

 

5 Hann troddi yvir skamlar ein og tó:

“Elsa lítla, gev mær tró!

 

6 Else lille, trolovist mig,

otte borger giver jeg dig!”

 

7 Else lille rækker hånden fra sig:

“Jeg giver dig tro og følger dig.”

 

8 Der de kom i rosenslund,

da lyster Else lille at hvile en stund.

 

9 “Hør du ridder, hvad jeg spør dig,

hvor er de borge, du lovede mig?”

 

10 “Eitt er í vatni, annað í sjógv,

fært tú meg, tá hevur tú nógv.”

 

11 Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:

“Eg meini, tú ert eitt nykartrøll.”

 

12 Nykurin leyp á vatnið út,

eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút.

 

13 Nykurin leyp á vatnið kátur,

hálvur maður og hálvur bátur,

 

14 Skundaði hon so snarliga *heim,

- glaður á liljukvisti -

hon takkaði Gud, hon fekk ikki mein.

- Lykken bær man ærlig uden angist.

 

CCF 153

TSB A 48

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig  s. 814

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 12

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 150.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 182.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Billa Sofía Chatrina Danielsdatter (1821-1871), Fámjin, 1848.

 

A 48 Nykurs vísa (Merman decoys maid into the sea)

Sævarmaður pyntar seg sum tignarmann og lokkar eina moyggj út á sjógv. F, Í, cN: Tá ið moyggin sigur navnið á sævarmanninum, er hon bjargað, ella (cN) tá ið hon stingur hann við knívi.

á føroyskum: CCF 153 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017