• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

CCF 154 A

TSB A 63

 

1 “Hvørt skalt tú ríða, Ólavur mín?

- kol og smiður við -

í lofti hongur brynja tín.”

- Ungir kallar, kátir kallar,

gangið upp á gólv, dansið lystilig!

 

2 “Eg fari mær á heiði,

ta villini hind at veiða.”

 

3“Tú fert ikki at veiða hind,

men tú fert til tína leikalind.

 

4 Hvít er tín skjúrtan, væl er hon tvigin,

í blóði verður hon av tær drigin.

 

5 Hvít er tín skjúrtan, væl er hon skorin,

í blóði so verður hon aftur borin.”

 

6 Ólavur snúðist síni móður frá:

“Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáað.”

 

7 Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,

fann upp á eitt elvarrann.

 

8 Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,

fann hann á eitt elvarhús.

 

9 Út kom eitt tað elvarfljóð,

flættað hár á herðar dró.

 

10 Út kom ein av elvunum tá,

flættað hár á herðar lá.

 

11 “Ver vælkomin, Ólavur Riddararós,

tú gakk í dansin og kvøð for os!”

 

12 “Tú tarvt ikki flætta títt hár for meg,

eg eri ikki komin at biðja teg.”

 

13 “Ert tú ikki komin at biðja meg,

eg havi ikki aktað at eiga teg.”

 

14 “Eg kann ikki meira hjá elvum bó,

í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.

 

15 Eg kann ikki longur hjá elvum vera,

í morgin lati eg mítt brúdleyp gera.”

 

16 “Vilt tú ikki meiri hjá elvum bó,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.

 

17 Vilt tú ikki longur hjá elvum vera,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

 

18 Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk,

ella vilt tú í morgin liggja lík?

 

19 Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja á strá,

ella vilt tú í morgin til moldar gá?”

 

20 “Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,

ilt er at liggja leingi sjúkur.

 

21 Fyrr vil eg í morgin liggja lík,

enn eg vil liggja sjú vintur sjúk.

 

22 Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,

enn eg vil sjú vintur liggja á strá.”

 

23 Hon bar fram eitt drykkjukar,

eiturkomið í tí var.

 

24 Hon bar fram eitt drykkjusteyp,

eiturkornið í tí fleyt.

 

25 Hon skonkti honum í drykkjuhorn,

har fór í tað eiturkorn.

 

26 Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk,

hans breiða belti um hann sprakk.

 

27 “Hoyr tú, Ólavur fríði,

tú kyss meg, áðrenn tú ríður!”

 

28 Ólavur studdist við saðilboga,

hann kysti ta moy av lítlum huga.

 

29 Hann kysti hana so mjúkan,

hon sveik hann so sjúkan.

 

30 “Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim,

tín foli snublaði um ein stein.”

 

31 Ólavur heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

32 “Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik,

sum tú hevði verið í elvarleik?”

 

33 “Mín kæra móðir, eg sigi tær sann,

mín foli snublaði um ein stein.

 

34 Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,

í gjár var eg í elvarleik.

 

35 Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast,

í gjár var eg í elvarlast.”

 

36 Ólavur vendist til veggin brátt,

hann doyði langt fyri midnátt.

 

37 Har komu av tí búda,

trý lík, tey vóru so prúda.

 

38 Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív,

tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.

 

39 Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,

- kol og smiður við —

tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.

- Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv, dansið lystilig!

 

CCF 154 A

TSB A 63

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346.8°), nr. 8. Schrøters Blandinger nr. 9, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV. Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 849.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 8

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 151.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 191.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

A 63 Ólavur Riddararós og álvamoy (Elf maid causes man’s sickness and death)

Tá ið blánar fyri degi, ríður Ólavur av stað og kemur fram á álvar, ið dansa í skóginum. Ein av álvagentunum biður hann koma at dansa við sær, men hann hevur seg undan og sigur henni, at hann fer at giftast dagin eftir. Hon leggur deyðiliga sjúku á hann. Deyðkomin vinnur hann upp hús. Hann ber fram seinastu ynski síni. cD, cN, cS: Deyði hansara verður fjaldur fyri brúðrini, men at enda avdúkar hon sannleikan.

á føroyskum: CCF 154 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017