• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Signild og dvørgurin

 

Signild og dvørgurin

 

CCF 169 A

TSB A 54

 

1 Signild sló sín vevin fast,

- saðlið mær horsið fríða -

hvíta mjólk av bróstum sprakk.

- Fram, fram, hvør ærligur mann,

til hóvar lati eg ríða.

 

2 “Men hoyr tú, Signild, dóttir mín,

hví springur mjólk av bróstum tín?”

 

3 “Tað er ei mjólk, tað sýnist so,

tað er tann mjøður, eg drakk í gjár.”

 

4 “Tvey eru tingini, bæði eru ólík,

brúnur er mjøður, men mjólk er hvít.”

 

5 “Tað dugir ei at dylja fyri teg,

dvørgurin hevur lokkað meg.

 

6 Tað er fult í fimtan ár,

dvørgurin vandist higar til vár.

 

7 Fimtan havi eg børnini borið,

eingi havi eg klæðini skorið.

 

8 Fimtan havi eg børnini átt,

eingi havi eg við eygum sætt.”

 

9 Dvørgur stóð ei langt harfrá,

hann stóð við dyrnar og lýddi hará.

 

10 Dvørgurin inn í hallina gekk,

gullband um hans herðar hekk.

 

11 Hann tekur í Signilds ljósu hand

og leiðir hana so til steinin fram.

 

12 Hann sló henni við hermalín,

leiðir hana so í stein til sín.

 

13 Hann setti undir hana tann gylta stól,

fimtan sveinar for borði stóðu.

 

14 “Tíggju skulu leika fyri teg,

fimm skulu spæla fyri sjálvan meg.

 

15 Summir kunnu ringja

og langan lest at syngja.

 

16 Summir kunnu at spæla væl,

bæði rúnir og langaspæl.”

 

17 Dvørgur fekk so stóra neyð,

tá ið Signild lá í steini deyð.

 

18 Dvørgur fekk so stóra sorg,

- saðlið mær horsið fríða -

so rýmdi hann úr teirri borg.

- Fram, fram, hvør ærligur mann,

til hóvar lati eg ríða.

 

CCF 169 A

TSB A 54

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 803

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 14.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 204.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 185.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Elsebeth Poulsdatter, Elsebeth í Túni (1789-1859), Hvalba, f. í Trongisvági. Búði í Havn frá 1830, 1848.

 

A 54 Signild og dvørgurin (Woman forced to return to her mountain husband)

Ein genta eigur fleiri børn við einum dvørgi. At enda sigur hon móðurini frá, hvussu vorðið er hjá sær. Tá kemur dvørgurin og noyðir hana við sær til børnini í fjallinum. Tá ið tey eru afturkomin, fær hon sær ein drykk, sum antin fær hana at gloyma umheimin, ella sum tekur lívið av henni, ella eisini doyr hon av sorg.

á føroyskum: CCF 169 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017