• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Silvurlín og børnini á foldum

 

Silvurlín og børnini á foldum

 

CCF 170

TSB A 68

 

1 Børnini gráta á foldum,

tað hoyrdi móðir undir moldum.

 

2 Á foldini gráta børnini smá,

tað hoyrdi móðir, undir moldini lá.

 

3 So sára græt tann yngsti svein,

at tað hoyrdi móðir í annan heim.

 

4 Silvurlín gongur fyri Mariu blíðu:

“Lova mær at vitja bømini míni!”

 

5 “Hvussu skalt tú tey funnið fá,

tín hond er følin, tín fót er sár?

 

6 Tak tú mínar glógvar

á tínar sáru lógvar!

 

7 Og tak tú mín hin búgvin skó

og drag upp á tín sára fót!

 

8 Lovi eg tær at ganga heim,

tú vinn ikki livandi manni mein!

 

9 Lovi eg tær at ganga,

tú ger ikki leiðina langa!

 

10 Verður tú ikki aftur, fyri høsnini gala,

seint kemur tú í himmiríkis salar.”

 

11 Silvurlín tók at ganga

myrka leið og langa.

 

12 Silvurlín vindur fingur í ring:

“Statt upp, Elin, lat meg inn!”

 

13 Elini tók at ræðast,

hon hoyrdi tann deyða mæla.

 

14 “Tú tarvt ikki, Elin, ræðast fyri mær,

einki ger hesin deyði tær.”

 

15 Silvurlín inn um dyrnar trein

og tekur hon upp tann fagra svein.

 

16 “Eg legði eftir meg øl og breyð,

míni børn tey líða hungur og neyð.

 

17 Eg legði eftir meg høgindi blá,

eg meinti míni bøm skyldu hvílt hará.

 

18 Eg legði eftir meg stór voksljús,

men míni børn liggja í myrkum hús.

 

19 Eg legði eftir mær altarabók,

eg meinti, míni børn skuldu verða klók.

 

20 Eg legði eftir mær akur og ong

og hartil ungan dugandi drong.

 

21 Elin, verður tú ikki góð við børnini míni,

eg komi skjótt aftur at vitja tín.”

 

22 “Fyrr havi eg verið teim stjúkmóðir stríð,

nú skal eg vera teim móðir blíð.

 

23 Fyrr havi eg verið teim móðir kald,

nú skal eg vera teim móðir bald.”

 

24 “Nú líður at tí, høsnini gala,

eg fái ikki longur við teg talað.

 

25 Verði eg ikki aftur, fyri høsnini gala,

seint komi eg í himmiríkis salar.”

 

26 Silvurlín sló sína hurð í gátt:

“Farvæl, Elin, hav góða nátt!”

 

27 Vaknaði bóndin, í beinki lá:

“Hví munnu míni bøm á gólvi gá?”

 

28 “Tí munnu tíni bøm á gólvinum gá,

her var Silvurlín at vitja vár.”

 

29 Bóndin fekk so tunga trá,

hann sprakk av harmi, sum hann lá.

 

CCF 170

TSB A 68

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 7.

 

Útgávur:

1. V.U.Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 42.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 206.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 200.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

A 68 Silvurlín og børnini á foldum (Dead mother returns to provide for her children)

Ein mamma doyr frá smáum børnum. Maður hennara giftist uppaftur, men onnur kona hansara fer illa við stjúkbørnum sínum. Tey gráta, til mamma teirra hoyrir tey. Gud letur hana sleppa til teirra eina nátt. Hon tosar við stjúkmammuna og biður hana fara væl við børnunum. Tá ið hanin gelur, má hon fara. Eftir hetta er stjúkmamman góð við børnini.

á føroyskum: CCF 170 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017