• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Riddarakvæði

 

Riddarakvæði (D)

Í TSB er hetta nógv tann størsti kvæðabólkurin – 440 kvæði, men í Føroya kvæðum er hann næststørstur – 54. Hetta kemst sjálvsagt av, at riddarakvæðini hava uppruna sín í eysturnorðurlendskum øki. Pallurin er ofta borgin ella hovið, har hirðfólkið hjá kongum ella stórmonnum helt til. Hiðan er dansurin, sum vit hava varðveit og nú rópa føroyskan dans, sprottin. Tað er ikki gerandislívið, ið verður lýst, men stórhendingar í bardaga, og høvuðsevni eru kærleiki, øvund og svik.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017