• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aligast

 

A.

 

CCF 106-I A

TSB D 387

 

1 Karlamagnus droymdi

tað honum illa sámdi.

 

2 Karlamagnus droymdi so,

at hann skuldi at stjala gá.

 

3 “Hví man slíkt í dreymar bera,

at eg skal ein tjóvur vera?”

 

4 “ Tað man so mangt í dreymar bera,

tað man ikki alt av sonnum vera.”

 

5 Karlamagnus heitir á sveinar tvá:

“Bið hann Aligast for meg inngá!”

 

6 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

tá var Aligast inn for borð.

 

7 Aligast fellur pá síni knæ:

“Krist signi teg, kongur, hvat vilt tú mær?

 

8 ”Tú skalt mær tann saðilin stjala,

frú Gortra ervaði eftir sín faðir.”

 

9 “Skal eg hann stjala, og vilt tú hann hava,

sjálvur skal tú við mær fara.”

 

10 Aligast gongur í stallar,

hann skoðar teir gangarar allar.

 

11 Hann skoðar tann brúna, hann skoðar tann grá,

tann besta legði hann saðil á.

 

12 Karlamagnus reið so harða,

niður skulvu allir garðar.

 

13 Aligast reið so tvisti,

tað rørdist ei leyv, ei listi.

 

14 Karlamagnus múrin breyt,

Aligast ígjøgnum kreyp.

 

15 Tá ið [teir] koma á loftisriv,

allar ringla gullbjøllur við.

 

16 Svaraði drotning, vakin lá:

“Hví ringla várar gullbjøllur so?”

 

17 “Tað er hann Hemingur hestasvein,

hann skoðar tygara saðil rein.”

 

18 “Skoði hann væl, og geri hann svá,

í morgin skulu vit ríða á.

 

19 Vit ríða til tinga,

Karlamagnus at binda.”

 

20 Svaraði drotningin, vakin lá:

“Krist gávi, mín bróðir hevði lýtt hará.”

 

21 Hann gav henni høgg á kinn,

blóð dreiv á hennara handdragið skinn.

 

22 Munn og nasar sundu í blóð,

Karlamagnus helst undir handskar tó.

 

CCF 106-I A

TSB D 387

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 49, s. 506

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 1

2. Sandoyarbók II s. 105. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 10.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1822

 

D 387 Aligast (Man overhears threat to his life while committing burglary)

(D: Kongur giftur dóttur sína við einum greiva, sum beiggi hennara Karl heldur lítið um). Karl droymir, at hann má stjala. Hann sendir boð eftir Aligasti, dugnaligasta tjóvi av øllum, at vera sær til hjálpar. Teir bróta múrin hjá greivanum til at stjala saðil hansara. Greivin tosar við konu sína, systur Karl, og sigur frá, at hann ætlar sær at drepa Karl. Tá ið hon mótmælir, fær hon ein frammaná. D: Karl drepur greivan og giftir systur sína við Aligasti.

á føroyskum: CCF 106 Aligast (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017