• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mirmants kvæði

 

CCF 109 Aa

TSB D 389

 

1 Frøði er komið av Noregi,

gjørt hava menn so ríkir,

tí er verðin ryggilig,

hvør vil annan svíkja.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur 'Maav',

silkibleikt er húgva hans.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Hvussu skal eg kvæðið kvøða,

stevið er ikki smíðað?

ofta munnu lættar tungur

bera mann so víða.

 

3 Hvussu skal eg kvæðið kvøða,

tað eg ikki kann?

frúgvin eitur Brita,

og jalllin Hermann.

 

4 Tey vóru saman í Sakslandi

bæði væl og leingi,

tað gekk teimum mest ímót,

børnini áttu tey eingi.

 

5 Jallin vaknar á miðju nátt,

talar hann til sína kæru:

“Eg havi droymt ein dreym í nátt,

ráð hvat tað man vera!

 

6 Sjálvur var eg á víðum vølli,

staddur mær til fótar,

tað rann ein ormur frá brósti á tær,

so sára mær ímóti.«

 

7 Tað var frúgvin Brita,

sára tók hon at kvíða:

“Ofta munnu ljótir dreymar

fyri so lítt betýða.”

 

8 Hon varð seg við barni at ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

9 Hon læt hann til kirkju bera,

geva honum navn,

Mirmant bað hon kalla hann

tað ríka jalsins barn.

 

10 Hann varð borin frá kirkjuni

og lagdur fyri móður sína,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skríni.

 

11 Hon læt honum vøgguna

av reyðargulli gera,

og so høgar stuðlarnar

merkir hon sjálv at skera.

 

12 Níggju mánar ól hon

sæla sonin sín,

ikki mátti jallin

hann við eygum síggja.

 

13 Frúgvin gár fyri jallin

og ræð við hann at tala:

“Hví vilt tú ei tín sæla son

í ástum við mær hava?”

 

14 “Hoyr tú, frúgvin Sissala,

tú flyt hann hiðan burt,

kemur hann ei fyri míni eygun,

so tykist mær gott!”

 

15 “Góður maður, Løðar jall,

væl kann hann tað gera,

skera tínum soni riddaraklæði,

meistari má hann vera.

 

16 Ríkur maður, Løðar jall,

væl kann hann tað veita,

sker tínum soni riddaraklæði,

meistari má hann eita!”

 

17 So letur hon frúgv Brita

saðla gangara grá,

ríður so av garði burt

við trega og tunga trá.

 

18 Tað var frúgvin Brita,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Løðar jall

fyri henni stóð.

 

19 “Vælkomin, frúgvin Brita,

higar nú til mín,

drekk nú hvørt tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

20 “Ikki er mær um mjøðin,

og lítið er mær um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.

 

21 Góður maður, Løðar jall,

væl kanst tú tað gera,

sker mínum soni riddaraklæði

meistari má hann vera!”

 

22 “Vælkomin, ungi Mirmant,

legg tær væl í mun,

tú skalt taka við kristnari trúgv

og vera mín fosturson!

 

23 Hann skal vera vælkomin

hjá mær og mínum monnum,

sita yvir mítt egið borð

so mangan vetur á sonnum.

 

24 Hann skal vera vælkomin,

vil hann tey boð tiggja,

sita yvir mítt breiða borð

og við míni síðu liggja.”

 

25 Hann var har í vetur,

hann var har í tvá,

øll hirðin unti honum væl,

og ríka frúgvin sjálv,

 

26 Mirmant gár for fostran sín

onkun morgun snimma,:

“Fýsir meg til Sakslanda,

faðir og móður at finna.”

 

27 “Fert tú teg til Sakslanda

at finna móður tín,

hoyr tú, sæli fostursonur,

drekk har ikki vín!”

 

28 Hann kom har so síðla á dag,

hans sat faðir yvir borð,

hann settist upp í hásætið

og talaði ikki orð.

 

29 Tað var hann tá jallin,

ilskan mundi ikki tróta,

hann hevði upp sín búgvin brand

og niður í gólvið høgdi.

 

30 Niður feldi hann birtingin,

Mirmant um hann treiv:

“Hvør var nærri arvinum?

enn eri eg ikki feigur.”

 

31 Tað var hin ungi Mirmant,

illa gjørdi hann tá,

hann hevði upp tann búgvin brand

og sín faðir vá.

 

32 Tað var hon frúgvin Brita,

hon gekk frá borði fram:

“Harra Gud náði ta kristnu sól,

hetta víggið vann.”

 

33 Hon gekk seg í kjallara,

blandar óminniker,

ber so inn fyri Mirmant

svik til handar ber.

 

34 Svaraði ungi Mirmant,

drukkið hevði av:

“Hann var ikki móðurligur

drykkurin tú mær gav.”

 

35 “Var hann ikki móðurligur

drykkurin, eg tær gav,

tað var ikki sonarlíkt,

at tú tín faðir drap.

 

36 Drykkin drakst tú, Mirmant,

aldri bíður tú bót,

farin er tín fagri litur

bæði av hond og fót.”

 

37 Sjúkur reið tá Mirmant

út av Rimsborg,

tí hann hevði síni móður

vunnið so tunga sorg.

 

38 Tað var hin ungi Mirmant

heim í garðin fór,

úti hansara fosturfaðir

fyri honum stóð.

 

39 “Hoyr tað, ungi Mirmant,

fostursonur mín!

Hví er allur liturin

av kinnum tínum?”

 

40 “Tí er allur liturin

av kinnum mínum,

eg havi vigið jallin,

sæla faðir mín.

 

41 Eg havi vigið jallin,

sæla faðir mín,

hon hevur forgjørt mær,

sæla móðir mín.”

 

42 “Tú skalt vera vælkomin

hjá mær og mínum sveinum,

sita yvir mitt egið borð

og drekka mjøðin reina.”

 

43 Inn kom frúgvin Katrin,

væl tykist hon vita:

“Hví munnuð tær hava sjúkan mann

yvir tygara borði at sita?”

 

44 Svaraði frúgvin Katrin,

hon tykist vita ein:

“Av hesum sama sjúka manni

munnuð tær fáa mein.”

 

45 “Tað minnist eg, ungi Mirmant,

hann vildi meg ikki svíkja,

tó skal eg væl unna honum,

tó ið tær tað illa lýkar.”

 

46 “Tá ið tú stóð í grasagarði,

hendur um hálsin lagdi,

kysti tú hann so søtan koss

við heitum ástarbragdi.

 

47 Eg skal lata steinstovu gera

við mínar sveinar tvá,

har skal hann ta pínu tola,

so leingi hann liva má.”

 

48 Mirmant situr í steinstovu,

tekur nú til at troyggja,

hagar tá til landanna,

sum eitur Sikiloyggj.

 

49 Hagar tá til landanna,

sum eitur Sikiloyggj,

tí hann hevði haðan frætt,

har var ein læknismoyggj.

 

50 Tá ið hann kom til Sikiloyggj,

ein fyri uttan sveinar,

alt var fólk í kirkjuni,

har var eingin heima.

 

51 So snarliga hann seg tá

til kirkjuna brá,

fyri tann sama stólin,

sum Sissala sat á.

 

52 Tað var hon frúgvin Sissala,

fram at stóli gekk,

hesin sami sjúki maður

í hennara skikkju fekk.

 

53 Hesin sami sjúki maður

í hennara skikkju tók:

“Ger fyri Gudi miskunn skuld,

gev mær heilsubót?”

 

54 Leingi stóð hon Sissala

og tonkti har uppá:

“Eg man ikki synja tær,

meðni tú biður so.”

 

55 Hon læt hann í húsið inn,

sum einki fólk var,

hvørki læt hon til hans bera

drekka ella mat.

 

56 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

fyrst vitjar hon Sissala

sjúka manna hús.

 

57 Svaraði frúgvin Sissala,

tann listiliga frú:

“Av sonnum mást tú siga mær,

hvussu eitur tú?”

 

58 “Eg tað ei for sanningin

dylja vil for teg,

Jústinus av Fraklandi

skuluð tær nevna meg.”

 

59 “Ikki veit eg, Jústinus,

hvørt ið tú lívið tiggur,

grimur er tann ormurin

fyri tínum brósti liggur.

 

60 Tá ið hann rennur

frá brósti á tær,

annað javngott herberg

hevur hann ætlað sær.”

 

61 Sissala hon ormin

við munninum tók:

“Halt nú fast við sporlið,

tað verður okkara bót!”

 

62 Frá Sissala hon tók

sín lindarsaks,

sundur klipti hon ormin

í lutirnar seks.

 

63 Høvdið tað klipti hon

í lutirnar tvá,

síðan læt hon bera hann

á brennandi bál.

 

64 Svaraði frúgvin Sissala:

“Tað er meiri vandi,

at grøða teg og heila teg

aðrari til handar.”

 

65 Leggur hon hann í seingina aftur,

gevur honum drykk,

á teirri somu nátt

fekk hann so fagran skikk.

 

66 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

fyrst vitjar hon Sissala

í sjúka manna hús.

 

67 Svaraði frúgvin Sissala,

tann listiliga frú:

“Sig mær satt og dylj tað ei,

hvussu eitur tú?”

 

68 “Eg tað ei for sanningin,

dylja vil for teg,

Jústinus á Fraklandi

skuluð tær nevna meg.”

 

69 “Hoyr tú tað nú, Jústinus,

hvat eg tali til tín,

fagur er nú liturin

í kinnunum tín.”

 

70 Deydligt er í ríkinum,

onga gleði at elva,

Sissal talar til Jústinus:

“Vit skulum fara at telva.

 

71 “Eg havi nú verið her

nakrar stundir á vetri,

líltið man eg rósa av,

verður tað ikki betri.”

 

72 Og so runnu terningar

á talvborðið fram,

Mirmant jalsson

hann hvønn leikin vann.

 

73 “Nú leikar sá riddar í talvi í dag,

sín faðirs bani var,”

tá hugsaði hannMirmant,

frætt hevur hon tað.

 

74 Svaraði frúgvin Sissala,

tann listiliga frú:

“Tað vóru aðrir riddarar,

og ikki sjálvur tú.”

 

75 Enn ræð tá Mirmant

orðunum at svara:

“Best er mær aftur nú

til Fraklanda at fara.”

 

76 Svaraði frúgvin Sissala,

honum var so kær:

“Hví skalt tú so bráðum fara,

tú dvølst ikki her hjá mær?”

 

77 Sissal gár for faðir sín

og sigur honum frá:

“Her er komin ein stoltsriddar

higar í *salin vár.”

 

78 Kongurin svarar síni dóttur:

“Hoyr mín gævutegna!

Hví er hann í tín *sal komin,

gott skal slíkum gegna?”

 

79 “Tá var hann so sjúkur,

tá var hann so sár,

tá beið hann til læknisdømi

higar og til vár.”

 

80 Kongurin talar til sínar sveinar

fýra ella fimm:

“Gangið eftir riddaranum

og leiðið í hallina inn!”

 

81 Gingu eftir Jústinusi,

leiddu í hallina inn,

har gat eingin annað gjørt

enn litið á fagur kinn.

 

82 Til svaraði kongurin,

ræð so orðum at snúgva:

“Á sonnum mást tú siga mær,

hvussu eitur tú?”

 

83 “Eg tað ei for sanningin,

dylja vil for teg,

Mirmant jalsson

skuluð tær nevna meg.”

 

84 Svaraði frúgvin Sissala,

tann listiliga frúgv.

“Hóið tú hevur dulað teg,

eg visti tað fyrr enn nógv.”

 

85 “Hoyr tað, ungi Mirmant,

ver í liði hjá mær,

ungu frúnna Sissalu

vil eg geva tær!”

 

86 Tá ræð hann Mirmant

orðunum at ljóða:

“Eg man ikki aftur fara,

meðni slíki tíðindi bjóðast.”

 

87 Frúgvin Sissala rætti

sína hondina fram,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnaraband.

 

88 Nú eru komin tíðindi

við so mikið hól:

“Nú er hann komin Lundar jall,

stevnir tær á hólm.”

 

89 Tað er hann ungi Mirmant,

ræð so orðum at svara:

“Vil hann mær á hólmin stevna,

eg man ikki spara.”

 

90 Tað var ungi Mirmant,

eftir ræð at fregna:

“Hví vil hann mær á hólmin stevna,

hvat er gjørt til hevna?”

 

91 “Tað hevur hann

til sakar at geva tær,

tú hevur lovað konu,

sum hann hevði ætlað sær.”

 

90 Ríða teir útt av Sikiloyggj

bæði við gleði og gleim,

Mirmant jalsson

var nevndur fyri teim.

 

93 Og so reið hann Mirmant

í dreingjaliðið fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar

móti honum rann.

 

94 Tá ið teir komu á Sikiloyggj,

síðla á kvøldi,

eftir spurdi Sissala,

hvør festarmannin feldi.

 

95 Tann fyrsta sum hon spurdi,

var kongsins svein:

“Mirmant jalsson

flest allar feldi hann.”

 

96 Svaraði frúgvin Sissala,

gleddist hon í heim:

“Á góðum stundum grøddi eg

tann gævuliga svein.”

 

97 Mirmant liggur í síni song,

onkun morgun snimma:

“Fýsir meg til Sakslanda

mín fosturfaðir at finna.”

 

98 “Fýsir teg til Sakslanda

at finna fostran tín,

seinni manst tú aftur

koma at vitja mín.”

 

99 Sigldu teir út av Sikiloyggj

bæði við gleði og gleim,

Mirmant jalsson

var nevndur fyri teim.

 

100 Tá ið hann kom til landanna

við trega og tunga sorg,

tá var hans sæli fosturfaðir

lagdur í døkka mold.

 

101 Tá var hans sæli fosturfaðir

lagdur í døkka mold,

tað var hon frúgvin Katrin

reikar úti um borg.

 

102 Enntá ræð tá Mirmant

orðunum at svara:

“Best er mær aftur nú

til Sikilýoyggjar at fara.”

 

103 Svaraði frúgvin Katrin,

honum var so kær:

“Hví skalt tú so bráðum fara,

og dvølst ikki her hjá mær?”

 

104 So gár hon í kjallara,

blandar óminniker,

ber so inn fyri Mirmant

svik til handar ber.

 

105 Tá ið ungi Mirmant

drukkið hevði av,

mintist einki til Sissalu,

og ikki hvar hon var.

 

106 “Sissal á Sikiloyggj

hon er tær so kær,

hon hevur annan loyn[i]mann,

í loyndum hjá sær.

 

107 Annan hevur hon loynimann

í loyndum hjá sær,

Steffan jalsson

hann er frúnni kær.”

 

108 Enntá ræð hann Mirmant

orðunum at svara,

ongan biður hann kallmann

eftir konuorðum fara.

 

109 Enntá ræð hann Mirmant

orðunum at snúgva,

ongan biður hann kallmann

konuorðum trúgva.

 

110 Hetta visti hon Sissala,

heimi í síni lond,

hon hevði verið 'beliin'

av frúnni ráðavánd.

 

111 Sissal gár fyri faðir sín

onkun morgun snimma:

“Fýsir meg til Sakslanda,

Mirmant vil eg finna.”

 

112 Hoyr tú tað, mín sæla dóttir,

vilt tú hagar fara,

trý hundrað reystriddarar

skalt tú við tær hava!”

 

113 Sigldu teir út av Sikiloyggj,

bæði við gleði og gleim,

Gýðingur jalsson

var nevndur fyri teim.

 

114 Katrin gár for Mirmant,

sigur honum frá:

“So er avtakið á vára landi,

ei koma tølur á.

 

115 Nú eru komin tíðindi,

og so mikið hól,

nú er hann komin Gýðingur jall,

stevnir tær á hólm.”

 

116 Tað var ungi Mirmant,

ræð so orðum svara:

“Vil hann meg á hólmin stevna,

eg man ikki spara.”

 

117 Og so reið hon Sissala

í dreingjaliði fram,

tað var ungi Mirmant

móti henni rann.

 

118 Og so hevði hon Sissala,

av Gudi fingið mátt,

opnan rendi hon Mirmant

av saðlinum aftur.

 

119 Sissal talar til Gýðin jall,

biður hann snaran renna:

“Sveipa hann í silki,

vita, hann man meg kenna!”

 

120 Svaraði ungi Mirmant,

hyggur so blítt móti henni:

“Signi teg Gud tíni eygun tvey,

so gjølliga eg teg kenni.”

 

121 Svaraði frúgvin Sissala,

honum var so kær:

“Hvat ert tú nú frægari,

nú hevur tú konur tvær?”

 

122 “Hoyr tað, frúgvin Sissala,

á sonnum sigi eg tær,

voldu tað sterkir drykkir,

ið givnir vóru mær!”

 

123 So varð hon við hondum tikin,

læt úr henni skera tungu,

tí hon hevði, tann ríka frú,

so væl til tað vunnið.

 

124 Sigldu tey aftur til Sikiloyggj

bæði við gleði og gleim,

tað var Mirmant jalsson

nevndur fyri teim.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur 'Maav',

silkibleikt er húgva hans.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 109 Aa

TSB D 389

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos GkS. 2894, 4to, vol. II, Nr. 8, s. 739.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 296.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 243

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

D 389 Mirmants kvæði (Father tries in vain to avoid the fate of being killed by his son)

Maður droymir, at ein ormur kemur út úr bringuni á konu hansara og leggur á hann. Vegna henda dreym sendir hann stutt aftaná sonin burtur at verða aldur upp í útlondum. Ein dagin kemur sonurin, Ormur, heim aftur at vitja foreldrini, og meðan hann er har, drepur hann av óvart pápa sín. Hetta nítur móðurini ógvuliga hart, og hon gevur honum ein drykk, sum ger hann sjúkan. Hann fer aftur til fosturforeldrini. D: Fosturfaðir hansara sendir boð eftir einum lækna at fáa hann frískan, og síðani giftir hann dóttur sína við honum. F: Ormur frættir um eina kvinnu, sum kanska fær lekt hann, og fer av landinum at leita hana upp. Hon lekir hann, og tey giftast. Seinni fer Ormur heim at vitja, men fosturmamman gevur honum ein drykk, sum fær hann at gloyma konu sína. Konan kemur eftir honum, og hann revsar forturmammu sína.

á føroyskum: CCF 109 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017