• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tístrams táttur

 

Tístrams táttur

 

CCF 110

TSB D 386

 

1 Tað var áður í fyrndini,

saman untust tvey,

Tístram og hon Ísin frú,

av harmi sprungu tey.

 

Burt skal eg ørind ríða,

hvør er mær betri?

Blanki ella Brúni?

Brúni ella Reyði?

Burt skal eg ørind ríða.

 

2 So var teirra ástir kær,

so var lagt í minni,

tað mátti ei annað úti vera,

tá ið annað tað var inni.

 

3 So var teirra ástir kær,

so er komið til mín,

tey lótu ikki hugin av

falla millum sín.

 

4 Faðir hans og móðir

tala um sín vilja,

hvat tey skuldu til ráða fá,

teirra ástir at skilja.

 

5 Svarar tað Tístrams móðir,

hon var í ráðum vánd:

“Nú skal lata brævið skriva,

senda yvir lond.

 

6 Nú skal lata brævið skriva,

senda yvir lond,

Fraklands kongur [dóttur] eigur,

giftast honum í hond.

 

7 Vil hann ikki hansara dóttur

sær til ektar gifta,

bjóða honum ei onnur kor,

enn lív frá londum skifta.”

 

8 Gingu tey í grasagarði

við miklum ástarbragdi,

søtan kossin kysti hann hana,

hendur um hálsin lagdi.

 

9 “Lat tær góðan hugin siga,

aftur skal eg koma,

elska tær ikki annan mann,

heldur enn eg mær konu!

 

10 Lat tær góðan hugin siga,

aftur kom eg víst,

elska tær ikki annan mann,

heldur enn eg mær vív!”

 

11 Tístram og hans fluttmenn

settu segl á vond,

teir fóru um tann sama dag

eystur í Frakland.

 

12 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull [við vovin brand],

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Frakland.

 

13 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig harri Tístram

sínum fótum á land.

 

14 Úti í miðjum grasgarði

[aksla síni skinn],

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

15 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Fraklands kongur við borðið sat

við manna hundrað fimm.

 

16 Hann fekk honum tey dýru brøv,

perlur dró av hendi:

“Harri, her eru brøvini tey,

mín faðir og móðir sendu.”

 

17 Kongur gár for sína dóttur,

leitar við hana ráð:

“Her er komin ein ungur maður,

tílíkan eg ongan sá.

 

18 Higar er komin ein ungur maður,

tílíkan eg ongan sá,

spyrjast um, mín sæla dóttir,

um tú vilt hann á.”

 

19 Hon var øll á lofti,

heldur seg so glaða,

hon kom har at borðinum,

sum Tístram fyri sat.

 

20 Hon kom har at borðinum,

sum Tístram fyri var,

eingin sá hana gráta,

men allir sóu hana læa.

 

21 “Vilt tú ikki mína dóttur

tær til ektar gifta,

eg bjóði tær ei onnur kor

enn lív frá londum skifta.”

 

22 “Frættir tað ikki Ísin frúgv

eystur í síni lond,

at eg lovist tíni dóttur,

giftist tær í hond.”

 

23 Tóku teir harra Tístram

av so tungum stríði,

tað var mær av sonnum sagt,

fyri Ísin frú læt hann lívið.

 

24 Aftur sigla Tístrams menn

við so lítið geingi,

bæði eldur og brúnur roykur

logar um teirra streingir.

 

25 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

sjálv var gingin Ísin frú,

niður til sjóvarstrand.

 

26 Sjálv var gingin Ísin frú

niður til sjóvarstrand:

“Hvar er harra Tístram,

hví kemur hann ikki í land?”

 

27 Svarar tá ein av sveinunum

av so tungum stríði:

“Tístram kongur á Frakland

fyri teg læt hann lívið.”

 

28 Ísin frú og hennar fluttmenn

settu segl í vond,

tað var á tann sama dag

eystur í Frakland.

 

29 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig hon Ísin frú

sínum fótum á land.

 

30 So loyniliga gekk hon frá strondum niðan,

eingin var hana varur,

brendi inni konur og børn,

hvar hon kom at garði.

 

31 Svaraði tá Fraklands kongur,

login leikar so hátt:

“Hvat havi eg til sakar gjørt,

hví eri eg brendur í nátt?”

 

32 Svaraði hon Ísin frú

av so tungum stríði:

“Tú tókst harra Tístram

so brádliga burtur av lívi.”

 

33 Tí svaraði Fraklands kongur,

login leikar við honum:

“Sá er seggur í vørildini,

ið eigur góða konu.”

 

34 Tað var enntá Ísin frú

svaraði honum ann:

“Sá er seggur í verøldini,

ið hevur ein góðan mann.”

 

35 Tað var enntá Ísin frú,

fram við bátinum gekk,

hon kom har at gálganum,

sum Tístram fyri hekk.

 

36 Tekur hon harra Tístram,

setir í grønan vøll,

tað var mær av sonnum sagt,

tungan var ikki snjøll.

 

37 Hon sprakk av harmi eftir hann,

tann hin ríka frú,

svørji tann eið á mína trú,

tað hendir ongum nú.

 

Burt skal eg ørind ríða,

hvør er mær betri?

Blanki ella Brúni?

Brúni ella Reyði?

Burt skal eg ørind ríða.

 

CCF 110

TSB D 386

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [4].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 283

 

Heimild: Úr Suðuroy: Anna Hansdatter, í Sjúrðargarði  (1772-1866), Fámjin, 1848

 

D 386 Tístrams táttur (Executed man revenged by his beloved who dies from sorrow)

Tístram og Ísin frú hava hug hvørt á øðrum, men foreldur hansara vilja ikki, at tey bæði giftast. Tey senda sonin til Fraklands kong við einum brævi, har kongur verður biðin um at gifta dóttur sína við Tístrami, og um at drepa hann, skuldi hann nokta. Tístram hevur svorið Ísin trúskap og havnar bønarorðinum. Hann verður avrættaður. Tá ið Ísin frættir hetta, fer hon til Fraklands, brennir kong inni í húsi hansara og doyr av sorg undir liðini á líkinum av Tístrami.

á føroyskum: CCF 110 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017