• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Biðilin

 

CCF 115 A

TSB D 130

 

1 Eg havi mær eina jomfrú fest,

harra Krist av himnaríki signi hana best,

síðla um aftanin, rím fellur á,

[loysti eg út mín gangara grá.]

 

Tit haldið yður so!

 

2 Síðla um aftanin, ið rím fellur á,

loysti eg út mín gangara grá,

á bakið eg steig og burtur reið,

myrkar skógvar og so tranga eina leið.

 

3 Myrkar skógvar og so trangar einar gøtur,

tað gjørdi eg helst fyri jomfrúnnar sakir.

Bant eg mín hest í valknútagrein,

gekk eg innan høgaloft, skemtaði með ein.

Vænt var tað vívið, í seingini lá.

 

4 Vænt var tað vívið, í seingini lá,

allir hennara sjey brøður hildu vakt uppá.

Vaknaði ein, sum yngstur var av teim,

hann rópti so hart til sjey brøðra sína:

“Vit hava fingið so undarlig ein gest.

 

5 Vit hava fingið so undarlig ein gest,

entin er hann prófast, ella hann er prest.”

“Hann er eingin prófast, men hann er yðra mágur.”

“Í morgin lata vit hans høvur av slá,

hans høgru hond og hans vinstra fót.

 

6 Hans høgru hond og hans vinstra fót,

slíkt tekur mann í sundurbót.”

So reið eg mær haðan burt,

hvørki misti eg mína hond ella fót,

ei misti eg mítt skøna unga lív,

hvørki árla ella síðla.

 

Tit haldið yður so!

 

CCF 115 A

TSB D 130

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access.4, 1848.

 

Útgávur: 

1. Danmarks Gamle Folkeviser , VII bind s. 217-218.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 4.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 131.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Johannesen , Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba, 1848.

 

D 130 Biðilin (Seducer’s narrow escape)

Ungur maður vitjar moyggj í svøvnskemmu hennara. Sum tey liggja í seingini, varnast brøður hennara, at hann er har, og hann hoyrir teir siga, at teir morgunin eftir fara at høgga høvur, hendur og føtur hansara av. Fríggjarin sleppur sær burtur í stundini og prísar seg lukkuligan yvir, at hann slapp livandi av stað.

á føroyskum: CCF 115 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017