• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brúnsveins vísa

 

Brúnsveins vísa

 

CCF 119 A

TSB D 259

 

1 “Hoyr tað, Mjólkhvít, svara mær blítt,

- med junga -

eg ríði í lund at biðja mær vív.”

- Alfagurt ljóðar mín tunga,

lystir meg í dans gá med junga,

brúnt er mítt silkihár,

mjólkhvít so eri eg sjálv.

Alfagurt ljóðar mín tunga.

2 “Hvat heldur tú biður tær konu ella kvinnu,

Krist lati teg hana við æru vinna.

 

3 Hvat heldur tú biður tær konu ella moy,

Krist lati tygur bæði við æru doya.

 

4 Hoyr tað, Brúnsvein, søti mín,

má eg ikki fara í brúdleyp títt?”

 

5 “Skalt tú í mítt brúdleyp fara,

tú mást ikki mikið reyðargull hava.”

 

6 “Mítt reyðargull kann eg væl bera,

tað havi eg fingið við heiður og æru.”

 

7 Brúnsvein reið seg undir oy,

festi sær so væna moy.

 

8 Festi frúu og flutti heim,

so ger mangur danisvein.

 

9 So førdu teir brúður í Brúnsveins garð,

tað var ikki gull fyri leikarar spart.

 

10 Fylgdu tey brúður í brúðarhús,

fram gekk Mjólkhvít, bar fram ljús.

 

11 Settu tey brúður í brúðarbonk,

fram gekk Mjólkhvít, bar fram skonk.

 

12 Skonktu mjøð av harmi,

tárini runnu í barmi.

 

13 Hon skonkti mjøð í mjólk[ar]skál,

tað søkti so mikla ilsku [mál].

 

14 “Hvat er tað fyri væna vív,

í aftan skeinkir mjøð og vín?”

 

15 “Tað er mín yngsta systir,

nýkomin út av kloystri.”

 

16 “Aldri sá eg nakað kloystravív

fella so møðug tár á lín.

 

17 Aldri sá eg nakað kloystrabarn

fella so møðug tár uttan harm.

 

18 Tað dugir ei at dylja,

tað man vera tín helja.

 

19 Hav tú sjálvur títt slegfriðvív,

flyt meg aftur til faðir mín!

 

20 Meira gull ber hon á sær,

enn mín faðir læt fylgja mær.

 

21 Meira gull ber hon fyri brósti,

enn eg eigi í míni kistu.

 

22 Meira gull ber hon á hond,

enn mín faðir eigur ríki og lond.

 

23 Tríggjar giftur hevur faðir meg gift,

- med junga -

og allar hava mær heljur skift.”

- Alfagurt ljóðar mín tunga,

lystir meg í dans gá med junga,

brúnt er mítt silkihár,

mjólkhvít so eri eg sjálv.

Alfagurt ljóðar mín tunga.

 

CCF 119 A

TSB D 259

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

1. Antiquarisk Tidsskrift 1849-51 s. 94. Sí: V.U. Hammershaimb: Savn, 1969 s. 109

2. Danmarks gamle folkeviser V s. 6-7.

3. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I s. 250.

4. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 25.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 119.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Anna Sofia Iversdatter, Anna Sofía á Skála  (1822-1863), Vági, 1848. Í navnalistanum í CCF VII, 1996, verður hon skrivað Anna Sophia Maria Joensdatter.

 

D 259 Brúnsveins vísa (Bride gives up bride-groom so that he may marry mistress)

Brúnsvein heldur brúdleyp við brúður síni. Hjákona hansara (Mjólkhvít, Hvítmoy) er har og skeinkir gestunum vín, og brúðurin spyr, hvør ið hon er. Tá ið brúðurin frættir, at gentan er hjákona Brúnsveins, ger hon av, at hon vil ikki giftast Brúnsveini. Tríggjar ferðir hevur brúðurin verið um at verða gift, so er eitthvørt komið uppí, sum hevur forðað fyri giftuni. Nú vil hon sleppa heim aftur, so Brúnsvein sleppur at giftast við hjákonuni. cF, cÍ: Brúðurin gevur eisini henni, ið skal standa brúður, gávur. D, cÍ: Brúðurin fer í klostur.

á føroyskum: CCF 119 (eisini á donskum, íslendskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017