• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brøðurnir

 

CCF 120 A

TSB D 222, D 274

 

1 Bóndin býr har úti við á,

raskar eigur hann synir tvá.

 

Hvør kastar perlur yvir jomfrúu á seingjum?

Hon svevur aleina.

 

2 Raskar eigur hann synir tvá,

illa var, teir fóru svá.

 

3 Steffan heim í garðin fór,

úti Hilda fyri honum stóð.

 

4 “Hoyr tað, Hilda, eg tali til tín,

hvat ger Róland, húsbóndi tín?”

 

5 “Róland dró av bý um sinn,

 hann kemur ei aftur, fyrr enn jól koma inn.

 

6 Róland dró av bý í gjár,

hann kemur ei aftur fyrr enn jól í ár.”

 

7 Tók hann í hennara ljósu hond,

leiddi hana so í loftið fram.

 

8 Tey lógu til saman ta longu nátt,

tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.

 

9 Steffan sovnaði á Hildu arm,

hann vaknar ei upp, fyrr enn dagurin rann.

 

10 Steffan visti ei av, fyrr enn tá

Róland yvir hans herðar stár.

 

11 “Hoyr tað, Steffan, eg tali til tín,

hví svevur tú hjá hústrú mín?”

 

12 “Tí sovi eg hjá hústrú tín,

hennar vilji er so góður sum mín.”

 

13 Steffan steig úr seingini fram,

Hilda kastar brynju yvir hann.

 

14 Bardust teir av tungari neyð,

báðir duttu fyri seingini deyðir.

 

Hvør kastar perlur yvir jomfrúu á seingjum?

Hon svevur aleina.

 

CCF 120 A

TSB D 222, D 274

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 28.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 72.

 

Heimild: Úr Svínoy: Magnus Ólavsson, ættaður úr Hvannsundi, Viðoy  (1789-1870), Svínoy, 1853.

 

D 222 Brøðurnir (Wife’s unfaithfulness leads to fatal fight between husband and brother-in-law)

Steffan fer til hús beiggja sín Rólant, og kona Rólant, Hilda, er fyri honum. Hon sigur, at Rólant kemur ikki heim aftur fyrr enn á jólum. Hon og Steffan eru saman um náttina. Tá ið Steffan vaknar, stendur Rólant við seingina og spyr, hvat ið beiggin ger har. Steffan svarar, at Hilda hevði eins góðan hug og hann. Hilda gevur Steffani ein brynjuserk, og menninir báðir at berjast. Báðir láta lív.

á føroyskum: CCF 120 A,C,D (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017