• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ebbin kall

 

CCF 123 A

TSB D 178

 

1 Tað var hin ungi *Ebbin kall*,

beyð sær út at ríða,

møtir hann sínum móðurbróður

undir grøna líða.

 

2 Møtir hann sínum móðurbróður

undir grøna líða:

“Heilur og sælur, mín systurson,

hvønn veg vilt tú ríða?

 

3 Ríð teg ikki í grøna lund,

hesa aftantíð,

ríð teg heldur í ølkonubúð,

drekk har glaður vín!”

 

4 Hann reið sær í grøna lund

ta somu aftantíð,

tá kom gangandi móti honum

tað væna bóndans vív.

 

5 “Hoyr tú, bóndans væna kona,

vilt tú lovast mær,

tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

6 “Eg vil ikki, ungi maður,

gávur taka av tær,

eg síggi so mangt fyri mínum eygum,

Gud hevur ætlað mær.

 

7 Eg vil ikki, ungi maður,

gávur av tær tiggja,

eg eigi mær ein danimann,

hann letur títt fæ væl liggja.

 

8 Hav tú sjálvur títt reyðargull,

eg vil tað ikki hava,

eg eigi mær ein danimann,

hann letur títt gull væl fara.”

 

9 Hann reiv av henni stakkin,

hann risti hann við ein knív:

“Vokta teg væl, tú danisvein,

tað kostar títt unga lív!”

 

10 Hann skar av henni stakkin,

hann stóð á miðjan spora:

“Vokta teg væl, kæri danisvein,

tað kemur í stevnisorða.

 

11 Tú hevur rivið míni klæði sundur,

gjørt mær last og skamm,

gerið for tygara æru skuld,

sigið mær tygara navn!”

 

12 “Mín er kápan rípustríput,

skarlak havi eg tóað,

sveinar kalla meg Ebbin kall,

so gongur mítt navn til hóva.

 

13 Mín er kápan rípustríput,

skarlak havi eg tváð,

sveinar kalla meg Ebbin kall,

og so gongur søgnin frá.”

 

14 Tað var seint á kvøldinum,

gerningin varð gjørd,

tað var snimmast um morgunin,

hon varð fyri kongin førd.

 

15 Tað var hin ríki bóndin,

gongur fyri kong at kæra:

“Mín er hústrú voldtikin

og vunnin mær stór vanæra.

 

16 Eg klagi ikki um oksa,

eg klagi ikki um kúgv,

eg klagi um mína danikvinnu,

ið mær skyldi halda búgv.

 

17 Eg klagi ikki um oksa,

eg klagi ikki um kálv,

men eg klagi um mína danikvinnu,

hon fekk ikki rátt sær sjálv.”

 

18 Tað var hin ungi kongurin,

hann var so títtur til máls:

“Hevur tað riddar ella sveinur gjørt,

tað kosti hans egin háls.”

 

19 “Hans er kápan rípustríput,

skarlak hevur hann tóað,

sveinar kalla hann Ebbin kall,

so ljóðar hans navn til hóva.

 

20 Hans er kápan rípustríput,

skarlak fagurt tváað,

sveinar kalla hann Ebbin kall,

og so gongur søgnin frá.”

 

21 Tað var hin danski kongurin,

hann sló sín hond í hans borð:

“Eg vildi til givið hálvt mítt ríki,

eg hevði ikki talað tað orð.”

 

22 Fram gekk Ebbans móðir,

fell for kongin í knæ:

“Eg bjóði fyri mín sæla son

alt mítt gull og fæ.”

 

23 Fram gekk Ebbans festarmoy,

fell for kongin í knæ:

“Eg bjóði fyri mín festarmann

alt mítt festarfæ.

 

24 Eg bjóði fyri hann dýrshorn,

sunnan varð tað sent,

uttan við tað hvíta silvur,

innan við reyðargull rent.

 

25 Fram stóð Petur Grúar,

tað mundi eingin vara:

“Eg bjóði fyri mín fostbróður

væl fimm hundrað garðar.

 

26 Eg bjóði fyri hann landsborg,

sum tú hevur eftir langað,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tær býðst slíkt fyri ein fanga.”

 

27 “Mikkjalskirkja stendur í Lund,

glógvar hon øll við gull,

hon frælsar ei riddarans lív í dag,

tó hon var innan full.”

 

28 Tað var Ebbans festarmoy,

kembir hans gula hár,

for hvønn tann lokk hon greiðir,

møðig fellir hon tár.

 

29 “Takið mína kápu blá,

berið bóndans konu,

svørji við meg og ei við Gud,

hon føðir ei tílíkan son!

 

30 Takið mína kápuna,

berið til bóndans vív,

svørji við meg og ei við Gud,

hon føðir ei tílíkt lív!”

 

31 Mælti tað ungi Ebbin kall,

tá ið hann var leiddur til stokka:

“Mín kæri bóndi, høgg so hart,

tú blóðga ikki mínar lokkar!”

 

32 Tað var hin raski bóndi,

høgg sum hann var óður,

høvdið tað fleyg langan veg,

og leingi bulurin stóð.

 

CCF 123 A

TSB D 178

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml 346,8° nr. 10). Savnið “Schrøters Blandinger” í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4) nr. 51

 

Útgávur:

 

1. Danmarks gamle Folkeviser V - 2, Udgivet af Svend Grundtvig og Axel Olrik 1877-90, s. 391

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 57.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 15.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 178 Ebbin kall (Man executed for rape)

Ebbin kall hevur drukkið ov nógv, og á veg til hús neyðtekur hann eina bóndakonu. Bóndin fer til kong og sigur frá. Kongur noyðist at døma Ebban til deyða. F: Fleiri fólk royna til fánýtis at keypa Ebban leysan.

á føroyskum: CCF 123 (= DgF 314 E) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017