• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Faðir og dóttir

 

Faðir og dóttir

 

CCF 124 A

TSB D 324

 

1 Faðir spurdi dóttur í ráð:

“Vilt tú giftast manni í ár?”

Hon svór um Gud,hon svór um menn,

hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.

 

Riddar svevur aleina.

 

2 Hon svór um menn,

hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn;

hon svór tað á helgu bók,

at hon ikki mann í loyndum tók.

 

3 Helgu bók,

at hon ikki mann í loyndum tók;

hon svór tá á munni,

hon var so skær ein nunna.

 

4 Á munni,

hon var so skær ein nunna:

“Svør tú tað á sannan Gud,

men eingin veit, hvat ið kemur í hug.

 

5 Sannan Gud,

men eingin veit, hvat ið kemur í hug;

hvat var tað fyri riddari fín,

í aftan reið til búða tín?

 

6 Riddari fín,

í aftan reið til búða tín?”

“Tað var ikki riddari fín,

tað var mín drong med hindin sín.

 

7 Riddari fín,

tað var mín drong med hindin sín.”

“Plagdu so várar hindir smá,

hava boksl í munn og saðil á?

 

8 Hindir smá,

hava boksl í munn og saðil á?”

“Tað var ikki *saðil av gull,

tað var ein tói av akurull.

 

9 *Saðil av gull,

tað var ein tói av akurull.”

“Hvat var tað for gyllini spjút,

í aftan stóð um gluggan út?

 

10 Gyllini spjút,

í aftan stóð um gluggan út?”

“Tað var ikki gyllini spjút,

men mánin skein báði inn og út.

 

11 Gyllini spjút,

men mánin skein báði inn og út.”

“Hvat var tað for riddari fín,

í aftan stóð for songum tín?

 

12 Riddari fín,

í aftan stóð for songum tín? “

“Tað var eingin riddari fín,

tað var hon Kristin, terna mín.

 

13 Riddari fín,

tað var hon Kristin, terna mín.”

“Plagdi so Kristin, terna tín,

skera so stuttan stakkin sín?

 

14 Terna tín,

skera so stuttan stakkin sín?”

“Døggin drívur so víða,

frúur plaga sín stakk uppsníða.

 

15 So víða,

frúur plaga sín stakk uppsníða.

Drívur døggin kalda,

plagdu frúur sín stakk upphalda.

 

16 Kalda,

plagdu frúur sín stakk upphalda.”

“Plagdi so Kristin, terna tín,

skera av hári um íkring?

 

17 Terna tín,

skera av hári um íkring?”

“Tað var ikki skorið í kring,

men frúnnar flættur lógu í ring.

 

18 Skorið í kring,

men frúnnar flættur lógu í ring.”

“Hvat var tað for lítið kind,

í aftan græt í búðum tín?

 

19 Lítið kind,

í aftan græt í búðum tín?”

“Tað var ikki lítið kind,

men tað var hann Falkur, hundur mín.

 

20 Lítið kind,

men tað var hann Falkur, hundur mín.”

“Plagdi so Falkur, hundur tín,

hava reiv og lind og húgvulín?

 

21 Hundur tín,

hava reiv og lind og húgvulín?”

“Har var ikki húgva á,

men tað vóru hundsins litir smá.

 

22 Húgva á,

men tað vóru hundsins litir smá.”

“Hvat var tað for vøgga fín,

í aftan stóð for songum tín?

 

23 Vøgga fín,

í aftan stóð for songum tín?”

“Tað var eingin vøgga gæv,

tað var mín lítin silkivev.

 

24 Vøgga gæv,

tað var mín lítin silkivev.”

“Kennir tú nakað henda fót,

ið her hongur við mín saðilrót?

 

25 Henda fót,

ið her hongur við mín saðilrót?”

“Eg kenni hann enn, sum eg kendi hann tá,

so mangt eitt spor til búðar lá.

 

26 Eg kendi hann tá,

so mangt eitt spor til búðar lá.”

“Kennir tú nakað hetta høvur,

ið her hongur við mín saðilgjørð?

 

27 Hetta høvur,

ið her hongur við mín saðilgjørð?”

“Eg kenni tað enn, sum eg kendi tað tá,

so mangur kossur á vørrum lá.

 

28 Eg kendi tað tá,

so mangur kossur á vørrum lá.”

“Kennir tú nakað hesa hand,

ið her hongur í mín saðilband?

 

29 Hesa hand,

ið her hongur í mín saðilband? “

“Eg kendi hana enn, sum eg kendi hana tá,

so manga nátt á armi lá.

 

30 Eg kendi hana tá,

so manga nátt á armi lá.”

“Fyri trýtur streymur í hav,

enn kvinnur fáa ikki andsvar.

 

31 Streymur í hav,

enn kvinnur fáa ikki andsvar;

fyri trýtur streymur í á,

enn kvinnur kunna ikki andsvar fá.

32 Streymur í á,

enn kvinnur kunna ikki andsvar fá;

fyri trýtur bylgja í sjógv,

enn kvinnur hava ikki andsvar nógv.

 

33 Bylgja í sjógv,

enn kvinnur hava ikki andsvar nógv.”

“Gevi tað Gud nú, faðir mín,

at eldur hevði staðið í búðum tín.

 

34 Faðir mín,

at eldur hevði staðið í búðum tín;

tú forinnan brunnið,

fyri øll tey ráð tú kundi.

 

35 Brunnið,

fyri øll tey ráð tú kundi,

tú har inni verið,

men eg foruttan staðið.

 

36 Verið,

men eg foruttan staðið.”

Kyndi hon eld av hvíta lín,

og brendi so inni pápan sín.

 

Riddar svevur aleina.

 

CCF 124 A

TSB D 324

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), Nr. 15. Schrøters Blandinger, í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4), Nr. 19.

 

Útgávur:

 

1. Antiquarisk Tidsskrift 1849-51 s. 88

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 253

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 63.

4. A.C. Evensen: Kvæðabók I, 1910, s. 98

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 133

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 324 Faðir og dóttir (Girl denies having lover, but confesses when shown evidence of his death)

Maður spyr dóttur sína (cN, cS: systur, cS: móðir spyr dóttur), hvør ið eigur hestin, hann hevur sæð uttan fyri hurð hennara, hvør ið eigur stivlarnar við song hennara o.s.fr. (cÍ: Kongur spyr dóttur sína, hvussu tað ber til, at pinkubarnið, hann júst hevur funnið í skóginum, líkist henni so nógv. cÍ: Kongur hóttir við at brenna barnið. Tá viðgongur dóttirin, at hon hevur ein unnusta, og pápi hennara spyr spurningar um hann.) Gentan hevur meinaleysar frágreiðingar til allar spurningarnar. (cD, cF: Pápin hittir unnustan hjá dóttrini úti í skóginum og ger av við hann.) cD, F, cÍ, N, cS: Síðani vísir maðurin gentuni eina avkvetta hond (F, cÍ, N: og høvur, cÍ: og fót) og spyr hana, um hon kemst við hana. Tað ger hon, tað er hond unnustans. Y m i s k i r e n d a r: F: Gentan setir eld á húsini hjá pápanum, og hann brennur í hel. cÍ: Hon ynskir eftir, at húsið hjá pápanum skal brenna við honum inni, og so verður. cN: Gentan ger av við beiggja sín. cN: Hon setir eld á síni egnu hús og doyr inni í teimum, meðan pápi hennara druknar seg. cD: Gentan druknar seg og barn sítt. cÍ: Hon doyr av sorg ella flýggjar inn í skógin ella fer í klostur.

á føroyskum: CCF 124 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017