• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Faðir og sonur

 

CCF 125 A

TSB D 316

 

1 Eg stóð so nær, og lýddi hará,

faðirin legði sínum soni ráð:

“Tú elska tær ikki eitt annað mans vív.

 

Med fagran.

 

2 Tú elska tær ikki eitt annað mans vív,

tað er stór fári for títt lív.

Tú elska tær heldur eina fátæka kvinnu.

 

3 Tú elska tær heldur eina fátæka kvinnu,

er hon ikki høvisk og vælborin,

í tukt og sinni tað hon væl kann.

 

4 Í tukt og sinni tað hon væl kann,

teg vil hon halda for ein danimann.”

So vóks hon upp tað ediliga blóð.

 

5 So vóks hon upp tað ediliga blóð,

og øllum drósum var hon góð.

Hondin hevur hon sum havilda tann.

 

6 Hondin hevur hon sum havilda tann,

hálsurin er sum fúkandi fann:

“Væl veri tær jomfrú, sum eg skuldi lovað.

 

7 Væl veri tær jomfrú, sum eg skuldi lovað,

silki reytt so skal hon hava,

hon skal ikki ganga.

 

8 Hon skal ikki ganga

berføtt til sínar seingir,

eg skal lata maka henni gullbúin skó.

 

9 Eg skal lata maka henni gullbúin skó,

væl tilpassað til hennis fót,

eg skal lata maka henni sil[vur]belti langt.

 

10 Eg skal lata maka henni sil[vur]belti langt,

spenna tað væl um bróstið trangt,

eg skal lata skera henni kápu so víða.

 

11 Eg skal lata skera henni kápu so víða,

væl tilpassað og ikki ov síða.”

“At gera og seyma tað er kvinnu siður.

 

12 At gera og seyma tað er kvinnu siður,

at bryggja og baka tað hoyrir hartil.”

Og tvinni par silki hon honum skar.

 

13 Og tvinni par silki hon honum skar,

ein sunnudagsmorgun hon honum tað bar.

Hon klappar pá dyr undir skarlakins skinn.

 

14 Hon klappar á dyr undir skarlakins skinn:

“Statt upp, ungarsvein, og lat meg inn!”

“Eg lukki ongan inn um nátt.

 

15 Eg lukki ongan inn um nátt,

tí eg havi ongum stevnt so brátt.”

Jomfrúin tók til sínar lyklar smá.

 

16 Jomfrúin tók til sínar lyklar smá,

so listiliga dró hon lokur frá.

Góðan morgun hon honum bað.

 

17 Góðan morgun hon honum bað,

enn liggur so riddari, sum deyður hann var,

og hon studdist við hans høvdagjørð.

 

18 Hon studdist alt við hans høvdagjørð,

hon spælir við hans forgylta svørð,

hon tekur í hans gula lokk.

 

19 Hon tekur í hans gula lokk,

hon høggur hans høvur for seingjarstokk.

“Tú skalt ikki meiri.

 

20 Tú skalt ikki meiri

lokka so jomfrúir fleiri,

hvørkin moyar ella høviskar kvinnur.”

 

Med fagran.

 

CCF 125 A

TSB D 316

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), Nr. 28.

 

Útgávur:

 

1. Danmarks gamle Folkeviser IV udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 232.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 69.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 150.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 316 Faðir og sonur (Woman kills man to prevent him from enticing women)

(F: Maður ávarar son sín um ongantíð at fjeppast uppi í annara mans konu, tí tað kann kosta honum lívið.) Ungi maðurin reypar av, hvussu væl hann fer at fara við gentuni, sum elskar hann. Ein genta hoyrir hann siga hetta. Hon kemur til húsini hjá honum á náttartíð. Hann vil ikki lova henni inn, men hon letur sjálv hurðina upp. Hon tekur svørð hansara og kubbar høvdið av honum. Hon sigur, at nú fær hann ikki longur lokkað konufólk.

á føroyskum: CCF 125 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017