• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Flóvin Bænadiktsson

 

Flóvin Bænadiktsson

 

CCF 128 A

TSB D 424

 

1 Flóvin unti frúnni væl,

væl í fimtan ár,

unti henni sum sjálvum sær,

hann kundi hana ikki fá.

 

Lat meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa!

 

2 Flóvin unti frúnni væl,

væl í fimtan vetur,

unti henni sum sjálvum sær,

og ongum øðrum betur.

 

3 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

Marita er gingin av høllini út

frá fylgismoyggjum sínum.

 

4 Árla var um morgunin,

áður upp rann sól,

Marita er gingin av høllini út

frá fylgismoyggjum tólv.

 

5 Tað var frúgvin Marita,

skuldi til kirkju ríða,

møtir henni Flóvin Bænadiktsson

undir so grøna líða.

 

6 Tekur hann hana úr saðli niður,

setir hana á sítt fang:

“Gud fyrigevi tær, søtan mín,

tú giftir tær annan mann.”

 

7 “Faðir og móðir meg heima[n] gav

og so mínir frændur fleiri,

tá kom sorgin í mítt bróst,

at ikki stóð gleðin meiri.”

 

8 “Hoyr tú, frúgvin Marita,

er tað við tín vilja,

eg skal sláa harra Hermann í hel

og teg frá honum skilja?”

 

9 “Slært tú harra Hermann í hel,

og leggur tú hartil ráð,

svørji tann eið á mína trú,

meg skalt tú ikki fá.”

 

10 Skildust tey í grønari líð,

og í tí sama orði,

hon kom ikki í høllina inn,

fyrr enn Hermann sat yvir borði.

 

11 “Hoyr tú, frúgvin Marita,

hví hava tíni eygun so runnið,

tú hevur verið við kirkju í dag,

og Flóvan hevur tú funnið.”

 

12 “Eg var mær í kirkju í dag,

og Flóvan eg ikki sá,

har frætti eg mín faðirs bana,

og harfyri felli eg tár.”

 

13 “Hoyr tú, frúgvin Marita,

tú lat burt angist og trá,

eg skal mær í markina,

tíns faðirs bana at sjá.

 

14 Hoyr tú, frúgvin Marita,

tú lat burt angist og trega,

eg skal meg í markina,

tíns faðirs bana at vega.”

 

15 Út reið reysti riddarin

og skemtar sær við gaman,

sundur gingu skjoldirnir,

tá ið seggir bóru saman.

 

16 Fyrsta píla, í leiðing varð skotin,

hon var gjørd av stáli,

kom fyri harra Hermans bróst,

tað stóð fyri lív og máli.

 

17 Geyti spenti boga sín,

har ið hann lá í loyni,

pílan kom fyri Hermans bróst,

hin onnur ørv, hann goymdi.

 

18 Triðja píla, í leiðing varð skotin,

hon var gjørd av treysti,

kom fyri harra Hermans bróst,

og deyður fell hann av hesti.

 

19 Svaraði Hermann, jalsins son,

hann fell av hesti sínum:

“Harra Gud faðir av himmiríki

heilsi mær Maritu míni!”

 

20 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,

tar ið hann sat í talvi:

“Deyður er Hermann, jalsins son,

tann sterki riddaraalvi.”

 

21 Tað var Flóvin Bænadiktsson,

hann savnar talvið saman,

biður gott fyri riddarans sál,

og helsti var hann gamal.

 

22 “Saðlum várar hestarnar,

vit ríðum undir oy,

vit skulum gilja einkjuna,

tó hon var annans moy.

 

23 Vit saðlum várar hestarnar,

vit ríðum undir líð,

vit skulum gilja einkjuna,

tó hon var annans vív!”

 

24 Tað var Flóvin Bænadiktsson,

hann heim í garðin fór,

úti frúgvin Marita

fyri honum stóð.

 

25 “Deyður er Hermann, jalsins son,

og helst av tínum ráði,

svørji eg við meg og ei við Gud,

at meg skalt tú ikki fá.”

 

26 Takk havi frúgvin Marita,

so væl helt hon sína trú,

hon gav seg í nunnukloystur

at tjena Mariu frú.

 

27 Hon gav seg í nunnukloystur

við eitt einkjustríð,

tjenti hon Gud og Mariu,

so leingi hon var á lívi.

 

Lat meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa!

 

CCF 128 A

TSB D 424

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 76.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 11.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johannes Joensen, í Abrahamsstovu (1795-1865), Sumba, 1847.

 

D 424 Flóvin Bænadiktsson (Lovers are separated by her marriage to another, but her husband dies)

Flóvin elskar Maritu, men ímóti vilja sínum verður hon vígd øðrum manni. Flóvin og Marita møtast í kirkjuni og tosa. Tey siga seg vera góð hvør við annan, men hon vil ikki, at hann skal gera av við mannin. Ein pílur rakar mann Maritu (cD, cS: tí mamma Flóvin ella [cS] Flóvin sjálvur við gandi lagar tað so; F: ein maður, ið liggur í slysi, skjýtur hann.) Hann doyr. Flóvin og Marita verða vígd. F: Tá ið Flóvin ber upp bønarorð, vísir Marita honum frá sær og gevur seg í kleystur.

á føroyskum: CCF 128 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017