• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frísa vísa

 

Frísa vísa

 

CCF 129

TSB D 391

 

1 Frísar løgdu sínar árar í sjó,

so vildu teir frá landi ró,

jomfrúin græt og hendur sló:

“Latið meg ei á Frísaland fordervast!

Bíða, bíða, mín frísa,

meg man faðir loysa!

Eg trúgvi so gott til faðir mín,

hann loysir meg við borgum sínum,

hann letur meg ei á Frísaland fordervast.”

“Eg havi ikki borgar uttan tvá,

hvørga kann eg lata fyri teg gá,

for vist mást tú á Frísaland fordervast.”

 

2 Frísar løgdu sínar árar í sjó,

so vildu teir frá landi ró,

jomfrúin græt og hendur sló:

“Latið meg ei á Frísaland fordervast!

Bíða, bíða, mín frísa,

meg man móðir loysa!

Eg trúgvi so gott til móður mín,

hon loysir meg við stakkum sín,

hon letur meg ei á Frísaland fordervast.”

“Eg eigi ikki stakkar uttan teir tvá,

hvøngan kann eg lata fyri teg gá,

for vist mást tú á Frísaland fordervast.”

 

3 Frísar løgdu sínar árar í sjó,

og so vildu teir frá landi ró,

jomfrúin græt og hendur sló:

“Latið meg ei á Frísaland fordervast!

Bíða, bíða, mín frísa!

Bróðir mín man meg loysa.

Eg trúgvi so gott til bróður mín,

hann loysir meg við gangara sín,

hann letur meg ei á Frísaland fordervast.”

“Ikki havi eg gangarar meiri enn tvá,

hvøngan vil eg lata fyri teg gá,

for vist mást tú á Frísaland fordervast.”

 

4 Frísar løgdu sínar árar í sjó,

og so vildu teir frá landi ró,

jomfrúin græt og hendur sló:

“Latið meg ei á Frísaland fordervast!

Bíða, bíða, mín frísa!

Systir mín man meg loysa.

Eg trúgvi so gott til systur mína,

hon loysir meg við búda sín,

hon letur meg ei á Frísaland fordervast.”

“Eg havi ikki búda uttan tvá,

hvøngan kann eg lata fyri teg gá,

for vist mást tú á Frísaland fordervast.”

 

5 Frísar løgdu sínar árar í sjó,

so mundu teir frá landi ró;

 jomfrúin græt og hendur sló:

“Latið meg ei á Frísaland fordervast!

Bíða, bíða, mín frísa!

Enn er ein meg at loysa.

Eg trúgvi so gott til festarmann mín,

hann loysir meg við skipum sínum,

hann letur meg ei á Frísalandi fordervast.”

“Ikki eigi eg skipini uttan tey tvá,

bæði vil eg lata fyri teg gá,

ei skalt tú tí á Frísalandi fordervast.”

 

6 Frísar løgdu sær árar í sjó,

so munnu teir frá landi ró,

jomfrúin ló og hendur sló:

“Ikki man eg nú á Frísaland fordervast.”

 

CCF 129

TSB D 391

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°) nr. 18. “Schrøters blandinger” í savni Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Antiquarisk Tidsskrift 1849-51, s. 95.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 268.

3. Danmarks gamle Folkeviser VIII-IX. Udgivet 1905-23 af Axel Olrik og H. Grüner-Nielsen, s. 473

4. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 79.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 8.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 391 Frísa vísa (Lover ransoms betrothed after family refuses to)

(cD, cS: Maður hevur selt útlendskum keypmonnum dóttur sína fyri eitt breyð). Tá ið fremmanda skipið skal fara, og teir ætla sær um borð við gentuni, biður hon pápa, mammu, systur og bróður hvør eftir annan leyskeypa seg, men øll sýta tey. At enda biður hon trúlovaða sín, og hann rindar fyri frælsi hennara.

á føroyskum: CCF 129 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017