• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Aksalvølli

 

Grímur á Aksalvølli

 

CCF 132 A

TSB D 230

 

1 Viljið tit hoyra kvæði mítt,

inni hevur ligið leingi,

gjørt um Grím av Aksalvølli

og aðrar reystar dreingir.

 

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar, teir springa,

hoyrast mátti langt á leið,

hvar teirra sporar ringja,

vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

 

2 “Meg hevur droymt ein dreym í nátt,

og Gud bað eg hann ráða,

mær tyktist, líkasum hvítabjørn,

hon leikaði við okkum báðar.

 

3 Mær tyktist, líkasum reyður logi

leikaði í mínum hári,

og hann Grím av Aksalvølli,

vit fullu til jørðina báðir.

 

4 Mær tyktist, líkasum reyður logi

leikaði í mínum garði,

har kom flúgvandi hvirluvindar,

sum meg mundi minst um vara.”

 

5 Svaraði Ásbjøm, frændi hans,

hann heldur á brúnum knívi:

“Tað er Grím av Aksalvølli,

leggur ást við tínum vívi.”

 

6 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

7 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

8 Hann tók tann hin unga son

og setti sær á knæ,

síðan fór hann at hyggja at,

hvørjum hann líkur var.

 

9 “Tað síggi eg á tíni brún og brá

og so tíni ljósu kinn,

at tú líkist Grím av Aksalvølli,

ikki ert tú sonur mín.

 

10 Tað síggi eg á tíni brún og brá

og so tíni ljósu hond,

at tú líkist Grím av Aksalvølli,

so ert tú sonur hans.”

 

11 Tað var hon frúgvin Málfríð,

so sára ið hon grætur:

“Ristið kross fyri tygara tungu,

og gevið ikki slíkum gætur!”

 

12 Tað var hann harra Borgar,

hann talar til smásvein sín:

“Tú skalt fara til Aksalvøll

við boð og brøvum mín.”

 

13 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur í skarlak

niður á hóvarskegg.

 

14 Sendisvein leyp til gangara sín,

tað *hava menn við orði,

kom ikki fyrr til Aksalvøll,

fyrr enn Grímur sat yvir borði.

 

15 Hann mælti fyrst, hann mælti síðst,

hann heldur á dragnum knívi:

“Hvussu livir frúgvin Málfríð,

tað hitt væna vívið?”

 

16 Leingi stóð hann sendisvein,

áðrenn hann mælti mál:

“So livir frúgvin Málfríð,

hon føddi ein son í gjár.

 

17 Hann bað tygur, Grím av Aksalvølli,

við tygara reyðu rekkar

í morgin úti í Áransdal

barnsølið at drekka.

 

18 Hann bað tygur, Grím av Aksalvølli,

við tygara rekkar smá

í morgin ríða í Áransdal

ungan son at sjá.”

 

19 Tað var hann Grím av Aksalvølli,

hann sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvið fleyt.

 

20 Tað var Grím av Aksalvølli,

hann skeyt sínum borðum fram,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvið rann.

 

21 Og so var Grímur av Aksalvølli

til útreiðina fús,

hann klæddist innan høgaloft

og við eitt kertiljús.

 

22 Tað var Grímur av Aksalvølli,

maðurin var hann prúður,

fyrst fór hann í ringabrynju

uttanyvir í skrúður.

 

23 Tað var Grím av Aksalvølli,

hann bant upp hjálmin sín:

“Áðrenn dagur at kvøldi kemur,

drekka vit blóðigt vín.”

 

24 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

25 Hann var skrýddur við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

sum Grímur skuldi á ríða.

 

26 Grímur leyp til gangara sín,

tað *hava menn við orði,

kom ikki fyrr til Áransdal,

fyrr enn Borgar sat yvir borði.

 

27 “Hoyr tú, Grímur av Aksalvølli,

ei tykir mær tað gott,

tú hevur sovið hjá mítt væna vív

og hildið meg fyri spott.”

 

28 Svaraði Grím av Aksalvølli,

so reyðar vóru hans kinnar:

“Tú hevur so lítlar góðar dygdir

lagt tíni danikvinnu.”

 

29 Tað var Grím av Aksalvølli,

hann hevði ikki fleiri orð,

hann vá harra Borgar,

har hann sat yvir borð.

 

30 Tað var Ásbjørn, frændi hans,

hann stóð har skamt ífrá,

so vá hann tað væna vív,

í silkiseingini lá.

 

31 Hann tók sín hin unga son

og flutti hann burtur av breyt,

áðrenn hann kom til Aksalvøll,

tá hitti hann í treyt.

 

32 Hann tók sín hin unga son

og vildi undan flýggja,

áðrenn hann kom til Aksalvøll,

reið hann í blóð til kníggja.

 

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar, teir springa,

hoyrast mátti langt á leið,

hvar teirra sporar ringja,

vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

 

CCF 132 A

TSB D 230

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4)

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser V. Udgivet 1877-90 af Svend Grundtvig  og Axel Olrik, s. 113.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 88.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32 bind, s. 86.

 

Heimild: Úr Streymoy: Gudmund Effersøe, sýslumaður í Suðuroy frá 1851 (1827-1916), f. í Havn, 1846.

 

D 230 Grímur á Aksalvølli (Husband accuses imagined rival)

Ein dreymur fær Borgar at halda, at kona hansara hevur verið honum ótrúgv. Hann heldur Grím vera faðir at nýborna soninum. Kona hansara svør, at hon er sakleys. D: Borgar fer til Grím og ákærir hann, men Grímur ber gløðandi jarn og prógvar, at hann er sakleysur. F: Borgar býður Grími í barnadóp, og hann kemur herklæddur. Y m i s k i r e n d a r: cD: Grímur drepur Borgar, cD: svágurin drepur Borgar, cD: Grímur letur Borgar tyggja lív. F: Borgar leggur Grím undir at vera pápa at barninum, síðani drepur Grímur Borgar, og ein av frændum Borgars drepur konuna. Grímur fer av stað við barninum, verður eltur, men megnar at flýggja heim til sín sjálvs.

á føroyskum: CCF 132 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017