• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ingimann og Eirikur

 

Ingimann og Eirikur

 

CCF 137

TSB D 345

 

1 “Hoyr tú, Sissal, søta mín,

hví svevur tú ikki um náttartíð?”

 

So grøn ert tú, lindin.

 

2 “Tí sovi eg ikki um náttartíð,

eg hugsi um Elina, systur tína.”

 

3 “Hoyr tað, Sissal, sig mær satt,

hvat veitst tú um Elinar last? “

 

4 “Tað veit eg um hennara lastir fyrst,

tann fagrasta blóman hevur hon mist.

 

5 Tað veit eg hennara annan skamm,

hon gongur sær við Eiriks barn.”

 

6 Ingimann talar til sveinar tvá:

“Leggið mær saðil á gangara grá!

 

7 Leggið mær saðil á gangara grá,

eg vil ríða mína systur at sjá!”

 

8 “Ríður tú tína systur at finna,

tú lat hana nakra pínu kenna!”

 

9 Ingimann ríður gøtuna fram,

tað glymdi á jørðini, hans gangari rann.

 

10 Ingimann heim í garðin fór,

úti Elin fyri honum stóð.

 

11 “Vælkomin Ingimann, bróðir mín,

nógvur er blandaður mjøður og vín.”

 

12 “Hoyr tað, Elin, eg tali til tín,

hví rennur tár á kinnar tínar?”

 

13 “Eg var mær í kirkju í gjár,

fyri vindi vóru míni eygun sár.”

 

14 “Tey vóru ei fyri vindi sár,

men fyri hann Eirik feldi tú tár.”

 

15 “Eg feldi ei fyri Eirik tár,

eg hirði so lítið, hvørt tað gár.”

 

16 “Hoyr tað, Elin, systir mín,

hví rennur mjólk av bróstum tín?”

 

17 “Tað er ikki mjólk, tó at sýnist so,

tað er sá mjøður, eg drakk í gjár.”

 

18 “Tvey eru tingini, og eru ólík,

brúnur er mjøður, og mjólk er hvít.”

 

19 Hann tekur í Elinar ljósa hand,

leiðir hana so í loftið fram.

 

20 Hann bant hond, og hann bant fót,

tað trongdi so fast at hjartarót.

 

21 Hann skar av henni bróstini tvey,

Elin hon líður sorg og neyð.

 

22 Hann skar av henni sylgjureim,

sendi so síni Sissali heim.

 

23 “Tú bið hana drekka og gera seg glað,

eg havi nú gjørt, sum hon meg bað.

 

24 Tú bið hana bryggja og blanda vín,

í morgin skal hon vænta mín.”

 

25 Eirikur kom har ríðandi í garð,

úti standa moyar og fella tár.

 

26 Úti standa moyar og sárliga gráta,

Eirikur spyr, hví tær so láta.

 

27 “Vit gráta ei um aðra pínu,

vit gráta um Elina, konu tína.

 

28 Vit gráta ei um aðra neyð,

Elin tolir fyri teg deyð.”

 

29 Eirikur vindur fingur í ring:

“Statt upp, Elin, og lat meg inn!”

 

30 “Bundin er hond, og bundin er fót,

tað treingir so fast at hjartarót.”

 

31 Eirikur tekur til knívar smá,

so listiliga letur hann lokur frá.

 

32 “Hoyr tað, Ingimann, eg tali til tín,

hví lætst tú Elina gjalda mín?”

 

33 “Tí læt eg Elina gjalda tín,

hon duldi fyri mær moydóm sín.”

 

34 Eirikur sínum svørði brá,

hann kleyv Ingimann í lutir tvá.

 

35 Elin hon krýpur í eina vrá,

so fagrar føddi hon synir tvá.

 

36 So fagrar føddi hon synir tvá,

lívið læt hon omaná.

 

So grøn ert tú, lindin.

 

CCF 137

TSB D 345

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 20. Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 110.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 161.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 345 Ingimann og Eirikur (Man revenges cruelty against his beloved on her brother)

Sissal sigur við húsbónda sín, Ingimann, at systir hansara, Elin, hevur mist moydómin og gongur við barni Eiriks. Hon biður hann revsa systur sína harðliga. Ingimann fer til Elina, bindur hana, sker bróstini av henni og sendir Sissali tey. Eirikur kemur, fær greiðu á tí, sum hent er, og drepur Ingimann. Elin eigur tvíburasynir, og síðani doyr hon.

á føroyskum: CCF 137 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017