• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ívar Skjøldsvein

 

Ívar Skjøldsvein

 

CCF 138

TSB D 362

 

1 Rípar Úlv var so lítil ein drong,

hann tænti Ívar Skjøldsvein fyri sínari song.

 

So herliga og so væl.

 

2 Í vetrar níggju hann honum tænti,

bæði gull og silvur hann harav rænti.

 

3 Hann fríggjaði til Ívar Skjøldsveins dóttur í loynd,

hann fekk harav so eymkaligt mein.

 

4 Hann stjól hana burtur sum ein týv,

harfyri hevur hann forbrotið sítt lív.

 

5 Hann stjól hana burtur við silvur og gull,

bæði kistur og skrín tey hevði hon full.

 

6 Ívar Skjøldsvein gongur for kongin at stá:

“Yvir Rípar Úlv, harra, eg klaga má.

 

7 Hann stjól burtur einastu dóttur mín,

hartil mítt reyðargull í skrín.

 

8 Eg biði fyri tína náði at stevna,

meg yvir tann unga Rípar Úlv at hevna.”

 

9 Kongurin letur eitt útboð gera,

tann meinigi maður tað stríð skuldi føra.

 

10 Tann sum ongan hevur sonin í stríði at standa,

hann skal lata sína dóttur fyri sonin ganga.

 

11 Rípar Úlv letur eitt slott uppbyggja,

millum Varberg her og Rípu at liggja.

 

12 Hann letur tað byggja so yvirmáta fast,

hann ræðist ikki kongin av Danimark.

 

13 Hann letur tað byggja so yvirmáta sterkt,

við djúpum gravum og høgt plankaverk.

 

14 Teir lógu fyri Úlvsborg í árini fimm,

og ikki so kundu teir vinna hana yvir í teim.

 

15 Teir lógu fyri Úlvsborg í átta ár,

teir kundu ikki vinna upp á eitt hár.

 

16 Har kom gangandi tann gamli mann,

hann gav teimum ráð og snildar pá stand.

 

17 “Hvat vilja tit geva tann sama mann,

sum tykkum Úlvsborg yvirvinna kann?”

 

18 “Vit vilja geva honum so mikið reyðargull

og mála tað út í skálir full.”

 

19 “Tit lata ein dans av hovmenn gera,

allir út í konufólkaklæði vera.”

 

20 So dansaðu teir til slottið tá,

til portnarin læt portin upp fyri teimum slá.

 

21 So dansaðu teir upp á slottið tá,

harav fekk Rípar Úlv banasár.

 

22 Rípar Úlv heitir á sveinar tvá:

“Tit lata Karl *lækna fyri meg inngá.”

 

23 “Karl *lækna kunnu vit ikki fá,

tí hann er so langt av landi os frá.”

 

24 Fyrr enn teir høvdu hálvtalað orð,

fyrr var Karl *lækni inn fyri borð.

 

25 “Eg leki ikki, Rípar Úlv, títt lív,

uttan tú gevur mær títt væna vív.”

 

26 “Fyrr skal eg láta mítt lív,

enn geva so burtur mítt væna vív.

 

27 Eg stjól hana frá hennara faðir kær,

tí liggi eg so ússal[igur] her.”

 

28 Rípar Úlv doyði burtur við so miklan harm,

nú svevur hans vív í ein annan mans arm.

 

29 Rípar Úlv doyði burtur við so miklan kvíða,

nú svevur hans vív við ein annan mans síðu.

 

30 Nú hevur hon Rípar Úlv ‘forget’,

ein riddari í kongsins garði hevur hana fest.

 

So herliga og so væl.

 

CCF 138

TSB D 362

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), 1846.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 111.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 169.

 

Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 

D 362 Ívar Skjøldsvein (Troops win entrance to besieged castle by dancing in)

Rípar Úlv tænir hjá harra Ívari, men flýggjar við dóttur hansara og einari rúgvu av gulli hansara. Ívar fær hjálp frá kongi og kringsetur borg Úlvs, men ikki fyrr enn hann letur menn sínar í dularbúna sum dansandi ungmoyggjar, eydnast honum at sleppa inn. Rípar Úlv verður deyðiliga særdur í bardaganum. Læknin, ið er boðsendur, sýtir fyri at lekja hann, fær hann ikki konu Úlvs. Úlv velur at doyggja. Skjótt fær kona hansara sær annan mann og gloymir hann.

á føroyskum: CCF 138 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017