• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ívar Vís

 

Ívar Vís

 

CCF 139

TSB D 1

 

1 Tað býr ein bóndi í Skánoy,

hann eitur Ívar Vís,

hann eigur sær eina onkadóttur

bæði við gleði og prís.

 

2 Kongurin letur veitslur gera,

tríggjar á hvørjum heysti,

býður hann til allar nunnurnar

út av Mariu kloystri.

 

3 Ívar klæðir út sína onkadóttur

í reyð og grønblá klæði,

kápan og so møttulin,

tey stóðu á jørðini bæði.

 

4 Sum tann blíða summarsól,

um morgunin upp rann,

so var hin væna bóndadóttir,

á tinginum hon kom fram.

 

5 Svaraði ein av sveinunum,

ið fyrstur ræður at tala:

“Hvør er os tann væna jomfrú,

mín harri til drotning vil hava?”

 

6 Upp stóð ríki kongurin,

og ljóð bað geva sær,

meðan hann væna bóndadóttur

til ektar festi sær.

 

7 Svaraði ein av nunnunum,

var klædd í skarlak reyð:

“Skamm fái hann, ið tingið setti,

og hann, ið os innbeyð.”

 

CCF 139

TSB D 1

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 23. Schrøters Blandinger í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 27.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  IV, s. 488. Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 113.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 9.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 1 Ívar Vís (The king chooses a bride)

Kongur skipar fyri veitslu, hagar hann býður øllum nunnunum á einum kleystri. Dóttir bóndan, Ívar Vís, kemur eisini. Kongur heldur hana vera vakrari enn nakra av hinum kvinnunum og kjósar sær hana til brúður. Hetta hóvar nunnunum stak illa.

á føroyskum: CCF 139 (= DgF 246 B) (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017