• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jomfrú og kongur

 

Jomfrú og kongur

 

CCF 141

TSB D 156

 

1 Tað býr ein jomfrú

í Svøríkisland,

hon vil ikki dansa

med fattig svend i hand.

 

Tað er mín jomfrú, so dansar.

 

2 Hon vil ikki dansa

med fattig svend i hand,

tí hon hevur sínar ermur snørt

við silki og reyðargullband.

 

3 Tað var junkar Hendrik,

hann inn í dansin sprang,

so fekk hann at dansa

við jomfrúins hvíta hand.

 

4 “Hoyr tú, junkar Hendrik,

hví eru tínar hendur so harðar,

hevur tú verið ein koladrongur,

ella hevur tú bygt upp garðar?”

 

5 “Ikki havi eg verið ein koladrongur,

ei havi eg bygt upp garðar,

eg havi verið í Danimark

og strítt for baldar harrar.”

 

6 “Ikki hevur tú verið í Danimark

og tænt for ríku og baldu,

men tú hevur verið í Danimark

og treskt tað korn í laðu.

 

7 Hví eru tínar buksur á kníggjum sundur,

stakkurin stendur tær illa,

tú forlæt tín góða húsbónda,

derfor so farir tú villa.”

 

8 “Eg var mær í ølkonubúð,

sum ríkir keypmenn sótu,

har drakk eg mínar hosur burtur

og so mína skarlakskápu.”

 

9 “Drakk tú har tínar hosur burtur,

so tína skarlakskápu,

hevði tú verið ein dugandi drongur,

tú hevði tær ikki so latið.”

 

10 Inn kom hennara terna,

steðist hon fyri borð:

“Tað er harra kong Eirik,

tú spottar í hvørt tað orð.”

 

11 Hon lyfti upp hans høga hatt

og sá út í hans enni:

“Forlat meg, harra kong Hendrik,

at eg teg ikki kendi.”

 

12 Tað var harra kong Eirik,

tekur hann til sín knív:

“Eingin úti í Svøríkislandi

skal ekta tað væna vív.”

 

13 Hann sló henni høgg undir kinn,

so blóðið dreiv um hans lóva:

“Tað skalt tú, jomfrú, for spottið hava,

med spott at ríða til hóva.”

 

14 Tað var harra kong Eirik,

gjørdi henni størri harm,

hann tók hennara ternu,

legði hana í sín arm.

 

15 Tað fekk henda stolta jomfrú

alt for sítt háningsorð,

heima sat hon í fimtan ár

yvir sín faðirs borð.

 

16 Tað fekk henda stolta jomfrú

alt for sín háningstala,

heima sat hon í fimtan vetur,

eingin vildi hana hava.

 

Tað er mín jomfrú, so dansar.

 

CCF 141

TSB D 156

 

Handrit: Savn Schrøters (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 26, 1825

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser VI udgivet 1895-98 af Axel Olrik, s. 358. 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 121.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 155.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

 

 

D 156 Jomfrú og kongur (Haughty maid is taught a lesson)

Eirikur kongur fer at vitja forhánisliga moyggj (F: dansar við forhánisligari moyggj), sum ikki skoytir um fátækan mann. Hon ger gjøldur burtur úr vánaligu klæðunum, hann er í, og grovu hondunum á honum og svarar honum bara illa aftur. Tá ið hjálparmoyggj hennara sigur henni, at hetta er kongur, kemur annað lag á hana, men hann svarar henni speiskliga aftur og fer. F: Hann slær hana, og síðani vil eingin maður hava hana.

á føroyskum: CCF 141 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017