• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Jóan Ingvarsson

 

Harra Jóan Ingvarsson

 

CCF 142 A

TSB D 193

 

1 Jallin eigur eina dóttur,

alin upp sum lilja,

hagar leggur harra Jóan

ást og allan vilja.

 

2 Jallin eigur eina dóttur,

vaksin upp sum blóma,

hagar streingir harra Jóan

ástir og allan sóma.

 

3 Harra Jóan stendur á tinginum,

talar eitt orð for seg:

“Jallin, gev mær tína dóttur,

eg biði ikki meiri teg!”

 

4 “Hon man ikki, Óluva mín,

gera tann mannamun,

noktast tílíkum borgargreiva,

lova ein riddarason.”

 

5 Harra Jóan stendur á tinginum,

hógvar sínum gamni:

“Hesin sami riddarasonur

tykist vera tín javni.”

 

6 Harra Jóan og Andras

gingu for seg at tala:

“Kanst tú bera mær bønarorð

fram á moynnarsalar?”

 

7 Svaraði ungi Andras:

“Hví skal eg ikki kunna

bera tey boð for stolta jomfrú,

hvønn riddara hon vil unna?”

 

8 “Hoyrir tú tað á frúnnar orðum,

hon meg nakað ann,

hennara lív og langa ævi

verji eg, sum eg kann.

 

9 Hoyrir tú tað á frúnnar orðum,

hon meg spottar og háðar,

tak tú hetta rúnargull,

tú kasta á hennara klæði!”

 

10 Út varð leiddur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur við skarlak

niður á hóvskegg.

 

11 Hann var klæddur við skarlak

niður á miðal síðu,

so var gyltur saðilin,

sum Andras skuldi á ríða.

 

12 Andras steig í saðilin upp,

ið hans frændi átti,

ríður so til jalsins borg,

sum føtur føra máttu.

 

13 So ríður ungi Andras

reystiliga fram,

gyltir ringja ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

14 Segði tá ungi Andras,

hann steig sær inn um dyr:

“Signi Gud míni eygun tvá,

eg var her ikki fyrr.”

 

15 Svaraði Óluva, jalsins dóttir,

silki fagurt tvinnar:

“Gud signi teg, ungi maður,

hvat tykist tú vilja?”

 

16 Mælti tað Óluva, jalsins dóttir,

gott er at taka til evna:

“Hoyr tú tað, hin ungi maður,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

17 “Andras skalt tú nevna meg,

harra Jóans frændi,

Gud og hvørja kvøðjuna

hann tær higar sendi.”

 

18 “Ikki bør harra Jóan Ingvarsson

boð lata bera til mín,

mong gongur frú í Danimark,

sum grúar fyri hans lív.

 

19 Hann skuldi ikki, harra Jóan,

sent tey boð til vár,

so mong er frú í Danimark,

sum fellir fyri hann tár.”

 

20 Hoyrdi hann tað á hennara orðum,

hon vildi hann spotta og hæða,

tók hann upp tað rúnargull

og kastar á hennara klæði.

 

21 Tað var Óluva, jalsins dóttir,

snarliga hon sær vendi,

kastaði tað á heita bál.

í reyðum loga brendi.

 

22 Andras steig í saðilin upp,

ið hans frændi átti,

ríður til harra Jóans borg,

sum føtur føra máttu.

 

23 “Ver vælkomin, Andras,

systursonur mín,

hvussu tók frúgvin Óluva

við bønarorðum tínum?”

 

24 “Tú burdi ei, harra Jóan Ingvarsson,

boð lata bera til sín,

mong gongur frú í Danimark,

sum grúar fyri títt lív.

 

25 Tú skuldi ikki, harra Jóan,

sent tey boð til vár,

so mong er frú í Danimark,

sum fellir fyri tær tár.

 

26 Hoyrdi eg tað á hennara orðum,

hon vildi teg spotta og hæða,

tók eg tá títt rúnargull,

kastaði á hennar klæði.

 

27 So  gjørdi Óluva, jalsins dóttir,

snarliga hon sær vendi,

kastaði tað á heita bál,

í reyðum loga brendi.”

 

28 “So veri Gud mær næstur í huga,

sankta Maria hull,

eg skal á hennara armi sova,

hon brendi mítt rúnargull.

 

29 So veri Gud mær næstur í huga,

so drekki eg mítt minni,

eg skal á hennara armi sova,

tað sker á einum sinni.”

 

30 Út varð leiddur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur við skarlak

niður á hóvskegg.

 

31 Harra Jóan sprakk í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjold ella svørð,

og ei við saðilboga.

 

32 So reið harra Jóan Ingvarsson,

skjótt og ikki leingi,

hann fór ikki í jalsins garð,

fyrr enn alt var fólk í seingi.

33 Mælti tað harra Jóan Ingvarsson,

tá hann steig inn um dyr:

“Signi Gud míni eygun tvá,

eg var her ikki fyrr.”

 

34 Svaraði Óluva, jalsins dóttir,

situr í silkiserki:

“Tú tarvt ikki, harra Jóan,

vinna mær neyðisverkið.”

 

35 “So veri Gud mær næstur í huga,

sankta Maria hull,

eg skal á tínum armi sova,

tú brendi mítt rúnargull.

 

36 So veri Gud mær næstur í huga,

so drakk eg mítt minni,

eg skal á tínum armi sova,

tað sker á hesum sinni.”

 

37 Harra Jóan steig í seingina upp,

fremdi tað hann vildi,

Andras helt av durunum

við svørð og riddaraskildri.

 

38 Harra Jóan steig úr seingini fram,

fremt hevði vilja sín:

“Sit nú eftir í Gudis friði,

veldiga søta mín!”

 

39 Svaraði frúgvin av harmi sjúk,

mangt mundi hana grøta:

“So siti eg ei í Gudis friði,

at eg verði ei tín søta.”

 

40 Inn kemur ein av sveinunum,

nevndur fyri os Fylkir:

“Hví man frúgvin Óluva

falda seg í silki?”

 

41 Inn kemur annar av sveinunum,

nevndur fyri os Baldur:

“Hví man frúgvin Óluva

seg í silki falda?”

 

42 Árla var um morgunin,

høsnini tóku at gala,

sjálvur er hann jallin gingin

í sín dóttur salar.

 

43 Sjálvur er hann jallin gingin,

setist á hennara seingi:

“Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

hví svevur tú so leingi?

 

44 Hví er øll tín blóma fallin,”

talar av tungari trá,

“sum tú hevði blíant borið,

sorgina omaná?

 

45 Hví er allur tín blómi følin,” t

alar av tungum treysti,

“sum tú hevði blíant borið,

sorgina tær for brósti?”

 

46 “Kalt er veðrið úti í dag,

fellur av fok og sne,

tí leggi eg mítt høvuðgull niður,

so lítið lívir tað meg.

 

47 Vátt er veður úti í dag,

fellur av fok og drív,

tí legði eg mítt høvuðgull niður,

mær tykti tað lítið líva.”

 

48 “Tak tú upp títt høvuðgull

og so tín moyggjaskara,

[í] morgin skalt tú, mín sæla dóttir,

á tín brúðarbekk fara.”

 

49 Svaraði Óluva, jalsins dóttir,

av so tungum stríði:

“Eg lovist ikki greivanum,

meðan harra Jóan er á lívi.”

 

50 “Tú tarvt ikki, mín sæla dóttir,

gera tann mannamun,

nokta baldum borgargreiva,

lova ein riddarason.

 

51 Hoyr tað Óluva, dóttir mín,

lætta angist og sorg,

gott er at unna greivanum

við gull og hansara borg.

 

52 Tak tú upp títt høvuðgull

og tín moyggjarprís,

ber tú teg so høviskliga,

eingin verður tess vís.”

 

53 Tá leið ikki longur um

enn eina lítla stund,

Óluva sendi ternu sína

á harra Jóans fund.

 

54 Ternan fór, sum fljótast var,

hon goymdi væl at orði,

hon kom ikki í hallina

fyrr enn harra Jóan sat við borðið.

 

55 Ternan gekk í hallina inn,

alt pá sína knø at falla:

“Sit við frið nú, harra Jóan,

mín frú letur teg kalla!”

 

56 “Heilsa frúnni Óluvu,

henni ráði eg mannamun,

betri er baldi borgargreivi

enn ein riddarason.

 

57 Tú bið hana Óluvu heila liva,

lætta angist og trá,

gott er at unna greivanum

við alt tað gull, hann ár.”

 

58 Tað leið ikki longur um

enn eina lítla stund,

aftur er nú ternan komin

á Óluvu fund.

 

59 “Ver vælkomin, terna,

higar nú til mín,

hvussu tók harra Jóan Ingvarsson

við ørindum tínum?”

 

60 “Hann heilsar frúnni Óluvu,

ræður henni mannamun,

betri er baldi borgargreivi

enn ein riddarason.

 

61 Hann biður tygur heila liva,

lætta angist og trá,

gott er at unna greivanum

við alt tað gull, hann ár.”

 

62 Svaraði Óluva, jalsins dóttir,

steig um breiða borð:

“Skamm fái harra Jóan Ingvarsson,

ið so helt síni orð!”

 

63 Lótu tá til brúdleyps bjóða,

lótu ikki longur tvørra,

tveimum borgum boðið varð,

og tólv hundrað av hvørji.

 

64 Øllum letur borgargreivi

í sítt brúdleyp bjóða,

uttan harra Jóan Ingvarsson,

sum væl kann randir rjóða.

 

65 Mælti tað harra Jóan Ingvarsson,

væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í greivans brúdleyp,

eingin vil mær bjóða.”

 

66 Upp stóð harra Jóan Ingvarsson,

bindur sær svørð við síðu:

“Hoyr tað, Andras, frændi mín,

vit skulu í brúdleyp ríða!”

 

67 Harra Jóan eigur hvítan hest,

søgur ganga frá,

svartir vóru hóvarnir,

men oyruni vóru grá.

 

68 Svartir vóru hóvarnir,

men oyruni vóru grá,

so er mær av sonnum sagt,

at brúnt bar faksið á.

 

69 Harra Jóan steig í saðilin upp,

dreingir halda í teyma,

so ríður hann til jalsins borg,

sum snekkjan rennur í streyma.

 

70 So reið harra Jóan Ingvarsson,

fell so væl í lag,

hann kom har í greivans garð

tann fyrsta brúdleypsdag.

 

71 Mælti tað ungi harra Jóan,

steig har inn um dyr:

“Signi Gud míni eygun tvey,

her havi eg verið fyrr.”

 

72 Eingin sá ið innanhalla

henda riddara kendi,

uttan frúgvin Óluva,

ið reyðargull bar á hendi.

 

73 Mælti tað ein av sveinunum

fyrsta orðið tá:

“Hví man bjarta brúðurin

bera so bleika brá?”

 

74 Harra Jóan gongur at borðinum,

skeinkir í borðker vín:

“Sit í frið nú, Óluva,

og nú drekki eg til tín!”

 

75 “Tú ert ikki ræddur, harra Jóan,

óttast ei, tú manst doyggja,

at tú drekkur so til mín,

ein annans festarmoyggj.

 

76 Tú ert ikki ræddur, harra Jóan,

fryktar ei fyri lívi,

at tú drekkur so til mín,

ein annans festarvívið.”

 

77 Harra Jóan gongur um hallargólv,

talar til brandin sín:

“Bilar tú nú, og bítur ei,

eg beri teg ikki tí.”

 

78 Harra Jóan gongur um hallargólv,

skeinkir í borðker vín:

“Sit í frið enn, Óluva,

og nú drekki eg til tín!”

 

79 “Tú ert ikki ræddur, harra Jóan,

fryktar ei for títt lív,

at tú drekkur so í dag

til annans festarvív.”

 

80 Harra Jóan gongur um hallargólv,

talar til brandin deiga:

“Bilar tú nú, og bítur ei,

eg beri teg ikki meira.”

 

81 Mæla tók í svørðinum

á so mangan lund:

“Hoyr tú, baldi Ingvars sonur,

bú teg til um stund!”

 

82 Harra Jóan gongur at borðinum,

skeinkir í borðker vín:

“Sit í frið nú, Óluva,

og enn drekki eg til tín!”

 

83 “Tú ert ikki ræddur, harra Jóan,

fryktar ei for títt lív,

at tú drekkur so í dag

til annans festarvív.”

 

84 “Eg havi sovið á frúnnar armi,

áðrenn hon var gift,

ofta er knívur av slíðrum drigin,

færri orðum skift.

 

85 Eg havi sovið á frúnnar armi,

ei skal ástir dvína,

statt upp, baldi borgargreivi,

verj nú brúður tína!”

 

86 Harra Jóan gongur um hallargólv,

gerst nú drongur prúður:

“Statt upp, baldi borgargreivi,

verj nú tína brúður!”

 

87 Harra Jóan stendur á hallargólvi,

klæddur væl í skrúð:

“Statt upp, baldi borgargreivi,

vita, royn teg nú!”

 

88 Upp stóð baldi borgargreivi,

vildi ikki undan flýggja,

setir hann niður á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

89 Hann høgg niður um fyrsta hjálm,

annan niður í tann,

gott bað hann fyri brandinum,

ið javnvæl bíta kann.

 

90 Hann høgg niður annan hjálm,

triðja niður í gólv,

kallmenn hvukku, kvinnur klukku,

blíð sat brúðurin sjálv.

 

91 Tað var harra Jóan Ingvarsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv balda borgargreiva

sundur í lutir tvá.

 

92 Harra Jóan reikar um hallargólv,

talar til brandin deiga:

“Bilar tú nú, og bítur ei,

eg beri teg ikki meira.”

 

93 Mæla tók í svørðinum

á so mangan hátt:

“Hoyr tað, harra Jóan Ingvarsson,

veg nú til so brátt!”

 

94 “Er her nakar innanhallar,

brúðrina torir at verja,

standið nú upp og komið fram,

og her skal hann meg finna!”

 

95 Upp stóð greivans systursonur,

gyrdi hann seg við svørð,

svørji tann eið á mína trú,

á tílíka rakar hann ferð.

 

96 Fram kom greivans systursonur,

vildi ikki undan flýggja,

setir hann oman á høvur sítt

tvinnar hjálmar nýggjar.

 

97 Hann høgg niður tann fyrsta hjálm,

annan niður í tenn,

kallmenn hvukku, kvinnur klukku,

blíð sat brúðurin enn.

 

98 Tað var harra Jóan Ingvarsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv greivans systurson

sundur í lutir tvá.

 

99 “Er her nakar innanhalla,

hevna vil sín frænda,

standið nú upp so manniliga,

her skal hann meg kenna!

 

100 Hoyr tú, Andras, frændi mín,

sig mær satt ífrá,

er her nøkur innanhalla,

tín stendur hugur á?

 

101 Er her nøkur innanhalla,

tín stár hugur á,

var hon ei tín onkasystir,

skalt tú hana fá.”

 

102 “Her er eingin innanhalla,

mín er hugur á,

uttan Ingibjørg, greivans systir,

kundi eg hana fá.”

 

103 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

stóð í kjortil reyð:

“Eg verði ikki Andrasar vív,

hann voldi mín bróðurs deyð.”

 

104 “Vilt tú ikki verða Andrasar vív

og siga ja við honum,

hann skal á tínum armi sova

við tí ramu rúnum.

 

105 Vilt tú ikki verða Andrasar vív

og mær tað játta og lova,

hann skal við hesum ramu rúnum

á tínum armi sova.”

 

106 Hon var sær bæði kløkk og rædd,

hon hoyrdi riddarans orð,

grátandist frúgvin Ingibjørg

steig fram yvir borð.

 

107 Hon var sær bæði kløkk og rædd,

hon hoyrdi riddarans tala,

snarliga snúðist Ingibjørg

at veita Andrasi svar.

 

108 Tað var harra Jóan Ingvarsson,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Óluvu, jalsins dóttur,

til ektar festi sær.

 

109 Tað var ungi Andras,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Ingibjørg, greivans systur,

til ektar festi sær.

 

110 Mangt hevur hent í verðini,

mangt munni seg umskifta,

takk havi harra Jóan Ingvarsson,

so ríkan sín frænda gifti.

 

111 Hann festi frúnna Ingibjørg,

Andrasi til handa,

takka má sá riddarason,

ið so ger við sín frænda.

 

CCF 142 A

TSB D 193

 

Handrit: Skjalasavnið hjá Fornskriftafelagnum (AM, 972,4°), J. H. Schrøter skipaði, skrivað hevur Jens Davidsen.  Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) nr. 14.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 122.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 31.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

D 193 Harra Jóan Ingvarsson (Rejected suitor rapes girl, later kills her bridegroom and marries her)

Jóan biður pápa Óluvu um hond hennara, men pápi hennara metir tað meiri hóskandi fyri dóttrina at giftast einum greiva. Jóan sendir skyldmannin Andrass at bera upp bønarorð fyri seg hjá gentuni sjálvari, og eisini hon vísir hann frá sær. Jóan neyðtekur Óluvu. Tá ið Óluva giftist einum greiva, kemur Jóan í brúdleypið, sigur fyri brúðgóminum, at hann hevur ligið hjá brúðrini, berjist við hann og drepur hann og bróðurson hansara. Síðani giftist hann við Óluvu, og Andrass giftist við systur greivans.

á føroyskum: CCF 142 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017