• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Junkarin Loðin

 

Junkarin Loðin

 

CCF 143

TSB D 79

 

1 Tað var junkarin Loðin,

talar til móður sín:

“Ak, hvor mig nu længes

hjem til allerkæreste min.”

 

Med de roser og liljer

tar hann grør væl.

 

2 Svaraði hans sæla móðir,

honum stóð íhjá:

“Betur mást tú klæða teg,

áður tú ríður herfrá.”

 

3 “Fari eg í mína brynju blá,

so tvingar tað mín hest,

men fari eg í míni bestu klæði,

tað líkar jomfrúnni best.”

 

4 Tað var junkarin Loðin,

hann spennir sín silvurring,

so reið hann tann langan veg,

hann læt sín hestin springa.

 

5 Tað var junkarin Loðin

heim í garðin fór,

úti hansara festarmoy

fyri honum stóð.

 

6 “Hoyr tú, junkarin Loðin,

hví vitjar tú mín so ofta,

frætta tað mínir sjey brøður,

við skjold og gular lokkar.”

 

7 “Eg óttist ei tínar sjey brøður,

ei nakran verðsins mann,

uttan for tann eina deyð,

sum sjálvur Gud mær ann.”

 

8 Tey lógu saman ta longu nátt,

tey drukku Bænadikts minni,

tá drakk hann tann síðsta skál,

hann drakk við kærastu sína.

 

9 Árla var um morgunin,

tá ið dagurin var ljús,

tá var junkarin Loðin

til síni klæði fús.

 

10 Tað var junkarin Loðin,

hann ríður í grøna lund,

møtir hann jomfrúnnar sjey brøður,

so lasti Gud tann stund.

 

11 “Hoyr tú, junkarin Loðin,

hví ríður tú os ímóti?

tú hevur hjá vári systur sovið,

vit hava títt høvur av við spjóti.”

 

12 “Havi eg hjá tykra systur sovið,

gjørt tykur tað ímóti,

heilur og sælur allar mínar dagar,

bjóði eg mær ímóti.”

 

13 Tað var jomfrúnnar yngsti bróðir,

hann sínum svørði brá,

hann kleyv junkaran Loðin

sundur í lutir tvá.

 

Med de roser og liljer

tar hann grør væl.

 

CCF 143

TSB D 79

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), 1848.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 133.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 64.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Povl Johannesen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba, 1848.

 

D 79 Junkarin Loðin (Knight is killed by the brother of his beloved)

Tá ið Loðin fer at vitja unnustu sína, biður mamma hansara hann lata seg í brynjuserk, men Loðin vil heldur vera stásklæddur. Genta hansara sigur við hann, at hann má ikki vitja hana ov tíðum, tí annars fara sjey brøður hennara at varnast tað. Tá ið hann morgunin eftir fer frá henni, møtir hann á heimleiðini beiggjunum. Tá ið teir skilja, hvaðani hann kemur, ger tann yngsti teirra av við Loðin.

á føroyskum: CCF 143 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017