• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Magnus Jógvansson

 

Magnus Jógvansson

 

CCF 148

TSB D 212

 

1 Tað var Magnus Jógvansson,

hann giljar, alt hann mátti,

hann giljaði tað væna vív,

ið ungi Dagfinn átti.

 

2 Giljaði hann tað í mánaðir,

giljaði hann tað í tvá,

eingin ið tað visti,

og eingin ið tað sá.

 

3 “Hoyr tað, frúgvin Elin,

hvør leingi vilt tú mín bíða,

meðan eg ríði upp á land,

míni brúdleypsklæði at sníða?”

 

4 “Bíða vil eg í sjey vintur

við mína frænda vilja,

giftast ikki livandi manni,

tóat mær kongur man gilja.”

 

5 Tað var Magnus Jógvansson,

gjørdi eftir sín harras ráð,

festi frúnna Ingibjørg,

og hana mundi hann fá.

 

6 “Send tú frúnni Elini

tín stakk og brúðarklæði,

hon er sær bæði høvisk og bold,

tað sámir henni best at skera.”

 

7 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tann høviska og tann ríka:

“Tað skal eingin skøkja vera,

míni brúdleypsklæði skal sníða.”

 

8 “Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,

tú føja so væl tíni orð,

hon eigur sær tveir raskar synir,

teir tæna for kongsins borð.”

 

9 Tað var frúgvin Ingibjørg,

skuldi til kirkjuna ríða,

ikki vildi frúgvin Ingibjørg

eftir Elini bíða.

 

10 Tað var frúgvin Elin,

hon gongur í kirkjuna inn,

har sat frúgvin Ingibjørg,

hon smílist undir skinn.

 

11 Svaraði frúgvin Elin,

eftir kirkjugólvi fór:

“Tað torir vera á tínari ævi,

tú grætur so hátt, sum tú ló.”

 

12 Tað var frúgvin Elin,

letur tey loynibrøv skriva,

sendir hon tey upp á land

sínum kæru synum at geva.

 

13 Tað vóru ungu Dagfins synir,

teir gingu for kongin at standa:

“Orlov munnu vit biðja um,

og heim til fedranna landa.”

 

14 “Orlov munnu tit gjarna fá,

tykra fedranna land at síggja,

ikki mugu tit burtur vera

longri enn dagarnar tríggjar.

 

15 Orlov skulu tit gjarna fá

heim til fedranna landa,

hoyrið tit, ungir Dagfins synir,

komið tykkum í ongan vanda!”

 

16 Tað vóru teir ungu Dagfins synir,

teir komu har ríðandi í garð,

úti stóð teirra sæla móðir,

hon feldi møðig tár.

 

17 “Hoyrið tað, mínir sælu synir,

eg sigi tykkum satt ífrá,

eg havi leingi for háði ligið,

síðan tykkum doyði faðirin frá.”

 

18 “Hoyr tú, vára sæla móðir,

tær grátið ikki so,

tað vilja vit for sanningin siga,

har kemur góð bót uppá!”

 

19 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon skuldi til kirkju ríða,

ikki vildi frúgvin Ingibjørg

eftir stolt Elini bíða.

 

20 Tað var frúgvin Elin,

hon gongur í kirkjuna inn,

har sat frúgvin Ingibjørg,

hon smílist undir skinn.

 

21 Tað var frúgvin Elin,

eftir kirkjugólvinum fór:

“Tað skal vera á tínari ævi,

tú grætur so hátt, sum tú ló.”

 

22 Tað vóru teir ungu Dagfins synir,

teir gingu í kirkjuna inn,

har sat Magnus Jógvansson,

hann bliknar undir kinn.

 

23 Tóku teir Magnus Jógvansson,

teir leiddu av kirkju út,

eftir sat frúgvin Ingibjørg

bæði við sorg og sút.

 

24 Uppi í miðjum grasgarði

har læt tann riddar sítt lív,

eftir grætur í kirkjuni

so sorgarfult vív.

 

25 Tað vóru teir ungu Dagfins synir,

teir bundu sítt svørð við síðu,

so lystir teim so lystiliga burt,

til danakongin teir ríða.

 

CCF 148

TSB D 212

 

Handrit: Savn Schrøters, 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 6, Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 52.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 142.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771 -1851), Vági, 1825.

 

D 212 Magnus Jógvansson (Man is killed for breaking promise of marriage)

Magnus Jógvansson hevur lovað Elini, einari einkju, at giftast við henni. Seinni játtar hann kortini at giftast við Ingibjørg í staðin fyri. Ingibjørg talar háðandi um Elina, sum sendir boð eftir sonunum at hevna, at hon verður so skammiliga viðfarin. Synirnir finna Magnus og Ingibjørg, meðan tey eru í kirkju. (Í: Magnus bjóðar teimum alt tað, hann eigur, sum eina roynd at bjarga lívinum, og Elin vil hava synirnar at taka við boðnum.) Synir Elina drepa Magnus. Í: Teir noyða eisini Ingibjørg at verða hjákonu ein teirra.

á føroyskum: CCF 148 (eisini á íslendskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017