• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Moyin og sveinurin

 

Moyin og sveinurin

 

CCF 151

TSB D 71

 

1 Eg elskti mær ein svein í løn,

- so listiliga lokkar hann lítin lilja –

og tað visti eingin uttan eg og hann.

- For elskógin fangar man sorrig.

 

2 Tað kom sær so víða í orð,

at tað kom í mín faðirs garð.

 

3 Mín faðir ætlaði at kvala meg,

mínir frændur ætlaðu at selja meg.

 

4 Mín faðir sendi boð eftir mær,

at eg skyldi skeinkja vín fyri sær.

 

5 Tá ið eg kom í mín faðirs garð,

eg feldi so mangt eitt møðugt tár.

 

6 Eingin bað meg sita ella stá,

og eingin vildi mær glasið fá.

 

7 Uttan mín onkamóðir tá,

hon fekk mær stól og hyndu á.

 

8 “Tú set teg niður, ússaliga kvinna,

hví *lætst tú teg yvirvinna?”

 

9 Sum eg sat har við angist mín,

tá kom mín biðil gangandi inn.

 

10 Tað gjørdi hann, mín festarmann prúð,

hann leiddi meg av hallini út.

 

11 Hann tók meg undir sítt samdragið skinn,

og fylgdi mær so í høgaloft inn.

 

12 Nú havi eg forvunnið allan harm,

eg sovi hvørja nátt í mín kærastas arm.

 

13 Nú havi eg forvunnið al kvíða,

- so listiliga lokkar hann lítin lilja –

hvørja nátt sovi eg við mín kærastas síða.

- For elskógin fangar man sorrig.

 

CCF 151

TSB D 71

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346.8°). Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) nr. 20.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser VII. Udgivet 1899-1904 af Axel Olrik, s. 571.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 148.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 31. bind, s. 38.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 71 Moyin og sveinurin (Daughter is punished by family council)

Í nøkur ár hevur genta drong í loynd, men at enda fær pápi hennara greiðu á tí. Hon verður boðsend at taka við dómi frá familjuráði. Ymiskar revsingar eru havdar á lofti. D: Hon verður burturvíst at bidda til lívsins uppihald. Meðan hon er burturstødd, doyggja øll hennara. Hon arvar, fer heimaftur og giftist dreingi sínum. F: Drongur hennara kemur, fer av stað við henni, og tey giftast. Í, N: Hon verður seld einum múgvandi greiva. Lív hennara er ógvuliga strævið og tungt, men hon letur væl at, tá ið hon skrivar heim. Síðani verður hon send manni, sum hon er góð við, og hon er eydnurík, men letur illa at, tá ið hon skrivar heim.

á føroyskum: CCF 151 (eisini á donskum, íslendskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017