• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pálins táttur

 

Pálins táttur

 

CCF 155

TSB D 334

 

1 “Meg hevur droymt ein dreym í nátt,

Gud bað eg hann tá ráða,

møtti eg ein[i] hvítabjørn,

hon leikaði við okkum báðum.

Ein hon tók meg seg í favn.

 

Tárin hevði blóma.

 

2 Ein hon tók meg seg í favn

og kroysti meg og kramdi,

tann triðja slerdi meg á sítt bak,

hart við sínum ‘ravdi’.”

Talar hann so til stolta jomfrú.

 

3 Talar hann so til stolta jomfrú:

“Tú skalt dreymum ráða.”

Tað var junkarin Pálin,

nú stendur hans lív í váða.

“Tað stendur eitt hús í mínum garði.

 

4 Tað stendur eitt hús í mínum garði,

takt við dýrum steina,

eg ræddist ei fyri eitt hundrað mans,

tá [eg] sat fyri aleina.”

Mánadagin at morgni.

 

5 Mánadagin at morgni,

tá skifta teir sínum spjóti,

annan dagin eftir,

tá ríða brøður út.

Glaðir ríða brøður tveir.

 

6 Glaðir ríða brøður tveir,

gráta fagur ‘lujda’,

Heiðriks ‘hou’ og Torkils ‘kiou’,

tá læt Pálin lív.

Pálin leit seg aftur um bak.

 

7 Pálin leit seg aftur um bak,

hoyrir hestar at dynja.

“Nú ráði Gud, mín skriftafaðir,

nú má dreymurin skilja.”

Rennur hann stokk, og rennur hann stein.

 

8 Rennur hann stokk, og rennur hann stein,

og rennur alt hann mátti,

gjarna vildi hann foristá,

við øllum tí, sum hann átti.

Ikki náddi Pálin at húsi sínum.

 

Tárin hevði blóma.

 

CCF 155

TSB D 334

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók nr. 73. Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser VI. Udgivet 1895-98 af Axel Olrik, s. 31.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 155.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 158.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

D 334 Pálins táttur (Abducted woman’s brother kills her lover in revenge)

Pálin droymir, at villini djór leggja eftir honum. Hjákona hansara sigur tað merkja, at lív hansara er í vanda. (D, S: Hon minnir hann á, at hann einaferð drap fleiri av skyldmonnum hennara og rændi hana. Nú koma brøður hennara kanska at hevna seg inn á hann.) Pálin sigur, at inni hjá sær sjálvum er hann tryggur, men brøðurnir taka hann á bóli. (cD, F, Í, S: Hann roynir at flýggja, men teir fáa hann aftur.) Hann verður dripin.

á føroyskum: CCF 155 (eisini á donskum, íslendskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017