• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pálnir Búgvason

 

Pálnir Búgvason

 

CCF 156 A

TSB D 163

 

1 Eg kvøði um Búgva [hin] unga,

hann var ein danimann,

Pálnir var hans onkasonur,

í lofti átti hon hann.

 

2 Pálnir liggur í lundi,

leikar við liljur tvist:

“Harri Gud av himmiríki

unni mær fljóðið vist.”

 

3 Pálnir liggur í lundi,

leikar við liljur tvær:

“Harri Gud av himmiríki

unni tað fljóðið mær.”

 

4 Pálnir liggur í lundi,

leikar við liljur tvang:

“Harri Gud av himmiríki

unni mær frúu í fang”.

 

5 Út reið kongsins lítli svein,

var í jarni klæddur,

tá ið hann kom í skógvin fram,

hann var so gjølla ræddur.

 

6 “Hoyr tú, kongsins lítli svein,

hvat eg spyrji teg,

hvat er títt í kongsins garði,

tú dyl tað ei for meg!”

 

7 “Hestarnir í haganum,

teir skerpa so fagurt um bein,

mangt er títt í kongsins garði,

eg tað ikki veit.”

 

8 Svaraði kongsins lítli svein,

hann lítist um so víða:

“Tað er hon frúgvin Festarfrið,

hon skal til kirkju ríða.

 

9 Vegir liggja so víða,

ein liggur so nær,

tað er hon frúgvin Festarfrið,

hon sær til kirkju fer.”

 

10 Tað var frúgvin Kristin,

skuldi til kirkju ríða,

tað var hennara lítli svein,

hann tekur í teym at leiða.

 

11 Tað var frúgvin Kristin,

lítist um so víða:

“Hvat er hetta fremmandifólk,

her heldur undir líða?”

 

12 Svaraði hennara lítin svein,

svaraði henni so and:

“Hetta er hann bóndin Niklas,

tín egin festarmann.”

 

13 “Eg kenni væl bóndan Niklas,

so hans heyk og hund,

hann kemur ikki í jarni klæddur

ígjøgnum grøna lund.

 

14 Eg kenni væl bóndan Niklas,

so hans heyk og hýð,

hann kemur ikki í jarni klæddur

ígjøgnum grøna líð.”

 

15 Svaraði frúgvin Kristin,

tykist at hava kent:

“Hatta er hann Pálnir Búgvason,

sítt heiti hevur hann nevnt.

 

16 Hoyr tú, Pálnir Búgvason,

tú legg ikki á meg hendur,

eg eri so nærskyld konginum,

so ríkar eigi eg frændur!

 

17 Hoyr tú, Pálnir Búgvason,

tú kom ikki á mítt fund,

frættir tað bóndin Niklas,

hann høggur teg sum ein hund!”

 

18 “Eg ræðist ei bóndan Niklas,

ei hans heyk og hund,

jomfrúin, tú skalt fylgja mær

ígjøgnum grøna lund.

 

19 Eg ræðist ei bóndan Niklas,

ei hans heyk og hýð,

jomfrúin, tú skalt fylgja mær

ígjøgnum grøna líð.”

 

20 Tekur hann frúnna Kristinu,

setir hana á sín hest:

“Tað er so stokkut í verðini,

man tykir at liva sum best.

 

21 Tað er so stokkut í verðini,

man tykir at liva sum best,

hann skal ikki njóta tí[n],

ið teg hevur fest.”

 

22 Tekur hann frúnna Kristinu,

spennir á saðilbond,

so skulu allir riddarar ríða,

gangari rennur á fold.

 

23 Tekur hann frúnna Kristinu,

spennir á saðilgjørð,

so skulu allir riddarar ríða,

gangari rennur á jørð.

 

24 So ríður Pálnir Búgvason

innan grøna líð,

fylgir honum frúgvin Kristin,

tað hitt væna vív.

 

25 So ríður Pálnir Búgvason

innan grøna lund,

fylgir honum frúgvin Kristin,

tað hitt væna sprund.

 

26 Tað var Pálnir Búgvason,

hann heim í garðin fór,

úti hansara systrar tvær,

fyri honum stóðu.

 

27 “Ver vælkomin, Pálnir, bróðir mín,

og so títt unga vív,

ungur ert tú á aldrinum,

so snarliga letur tú lív.”

 

28 Tað var Pálnir Búgvason,

svarar teim so and:

“Eg skal standa fyri ein mann,

eg doyggi, tá ið eg kann.”

 

29 Pálnir letur til brúdleyps bjóða,

ei letur longur tvørra,

báðum borgum boðið varð,

og tólv hundrað úr hvørji.

 

30 Pálnir letur til brúdleyps slakta,

oksar og so geit,

tað kom so mangur hovmaður til,

sum sjálvur hann tað veit.

 

31 Pálnir letur til brúdleyps bjóða,

við so mikið geingi,

kom so mangur hovmaður til,

sum fjøður á fuglaveingi.

 

32 Tað var Pálnir Búgvason,

fellur nú á síni knæ,

meðan hann frúnna Kristinu

til ektar festi sær.

 

33 Liggja tey í síni song,

hoyra nú lúður gjalla,

kongur kemur frá strondum niðan

við herum sínum øllum.

 

34 Inn kemur fyrsti av sveinunum,

loypur í loftið fram:

“Statt upp, Pálnir, klæð teg uppá,

ver teg, um tú kann!”

 

35 Inn kemur annar av sveinunum,

klæddur í brynju blá:

“Statt upp, Pálnir, klæð teg uppá,

vilt tú ikki undan gá!”

 

36 Inn kemur triði av sveinunum,

klæddur í brynju nýggja:

“Statt upp, Pálnir, klæð teg uppá,

vilt tú ikki undan flýggja!”

 

37 Pálnir hann av vívi var,

hann letur ei av at sjá,

klæðir hann seg fyri síni song,

hann fer í brynju blá.

 

38 Klæðir hann seg fyri síni song,

hann fer í brynju blá,

burtur var hans góða svørð,

hann skuldi líta á.

 

39 Pálnir hann av vívi var,

hann letur ei av at hyggja,

klæðir hann seg fyri síni song,

sum betur var at liggja.

 

40 “Tú bert undir lindini

várar synir ungar,

annan skalt tú Pálnir nevna,

annan Búgva unga.”

 

41 “Eg beri undir lindini

várar synir tvá,

Pálnir, teir skulu hevna tín,

um enn eg liva má.”

 

42 Tað var Pálnir Búgvason,

firraði sínum lívi,

tók so stutt við studnum stavi,

hann helt á brýndum knívi.

 

43 Tað var Pálnir Búgvason,

fram í herin rendi,

tað var mær av sanni sagt,

hann mangan sveitan rendi.

 

44 Hann hevði einki annað svørð,

enn lítlan knív í hond,

stakk hann so í kongsins bróst,

hann neppa gav upp ond.

 

45 Frættist tað av høllini út,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

teir tóku so drong av lívi. 

 

46 Tað var jomfrúnnar yngsti bróðir,

snarliga hann sær vendi,

hann gav Pálnir Búgvason

so ilt eitt sár í hendi.

 

47 Tað var jomfrúnnar yngsti bróðir,

við sínum svørði brá,

hann kleyv Pálnir Búgvason

sundur í lutir tvá.

 

48 Frúgvin læt sær við børnunum ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini leið,

hon føðir synir baldar.

 

49 Nú er sum oftast er,

duld eru kvinnuráð,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir synir tvá.

 

50 Sveipar hon tá í klæði væl,

tá ið hann kom í heim,

Búgva bað hon nevna

hin gævuliga svein.

 

51 Sveipar hon tá í klæði væl,

gott er at taka til evna,

síðan bað hon presti bera,

Pálnir bað hon nevna.

 

52 Teir vórðu bornir frá kirkjuni

aftur fyri móður sína,

meira læt hon røkta tá

enn alt sítt gull í skrín.

 

53 Teir vórðu bornir frá kirkjuni

aftur fyri móður knæ,

meira læt hon røkta tá

enn alt sítt gull og fæ.

 

54 So vuksu hennara sælu synir,

mikið góvu teir vøkst,

meiri vuksu teir í ein mánað,

enn onnur børn í seks.

 

55 So vuksu hennara sælu synir,

mikið góvu teir hól,

meiri vuksu teir í ein mánað,

enn onnur børn í tólv.

 

56 Teir vuksu upp hjá síni móður,

skjótt og ikki leingi,

til teir gjørdust í høggum tungir,

teir bardu kongsins dreingir.

 

57 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir hevnt,

enn berja os so stórum.”

 

58 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt,

enn berja os so sára.”

 

59 Sveinar kasta skildrinum,

teir setast á døkka fold,

tá ið teir hoyrdu faðirs deyð,

teir sortnaðu sum ein mold.

 

60 Sveinar kasta skildrinum,

teim lystir ei longur at leika,

ganga for sína sælu móður,

við reyðar kinnar og bleikar.

 

61 “Hoyr tað tú, mín sæla móðir,

tú sig os satt ífrá,

varð vár faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

62 Hon fór eftir teirri skjúrtuni,

sum øll var í blóði drigin:

“Her skulu tit síggja, mínir sælu synir,

hvat tykra varð faðir í vigin.”

 

63 Hon fór eftir teirri skjúrtuni,

legði á Búgva knæ:

“Hetta gav tín hin sæli faðir,

ið mikið gott unti mær.”

 

64 “Hoyr tað, tú mín sæla móðir,

tú sig os satt ífrá,

hvaðan av landi var sá riddari,

ið váran faðir vá?”

 

65 “Eg kann ikki sannari,

siga tykkum frá,

tað var mín hin yngsti bróðir,

ið tykra faðir vá.

 

66 Tað var mín hin yngsti bróðir,

ið tykra faðir vá,

tit megið ikki, meðan tit liva,

sømdir av honum fá.”

 

67 Sveinar svara sínari móður,

alvæl sum teir kundu:

“Ofta hevur vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

68 Teir vóru ikki meiri enn tólv vetra,

tá ið teir keyptu svørð,

teir løgdu seg upp at ‘Hjaltri lúður’,

skoyttu ei hvat teir gjørđu.

 

69 Teir løgdu seg upp at ‘Hjaltri lúður’,

teir búðu sær út at ríða,

keyptu svørð og brynju blá,

mót Hjaltrik kongi at stríða.

 

70 Tí svaraði Búgvi:

“Gott er at taka til evna,

nú skal senda kongi boð

vár faðirs deyða at hevna.”

 

71 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur í skarlak

niður á hóvaskegg.

 

72 Hann var klæddur í skarlak

niður á miðal síðu,

so var allur saðilin,

ið Pálnir skuldi á ríða.

 

73 Pálnir leyp í saðil upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld ei svørð,

og ei við saðilboga.

 

74 So ríður hann Pálnir

beinan vegin fram,

forgyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

75 So ríður hann Pálnir

innan grøna lund,

stokkuta tíð hann dvaldist við,

hann kom á kongsins fund.

 

76 Úti í miðjum grasgarði,

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

77 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hjaltrik kongur at borði sat

við manna hundrað fimm.

 

78 “Ver vælkomin, Pálnir,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

79 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

eg havi so lítlar bøtur tikið

fyri sæla faðir mín.”

 

80 Tí svaraði Hjaltrik kongur,

hann studdist við brandin reyða:

“Hvar hevur tú sveinar til

at hevna tín faðirs deyða?”

 

81 Svaraði Pálnir ‘Búgvason’,

so tók hann uppá:

“Bíða tú nú eina lítla stund,

mínar sveinar skalt tú væl sjá!”

 

82 Hann læt sær tað liðið savna,

valdra manna tjóð,

av teim trimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

83 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna son,

eingin eftir á Blálondum,

ið eftir átti konu.

 

84 Pálnir leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld, ei svørð,

og ei við saðilboga.

 

85 So ríður hann Pálnir

innan grøna lund,

stokkuta tíð hann dvaldist við,

hann kom á bróður síns fund.

 

86 “Ver vælkomin, Pálnir,

higar nú til mín,

hvussu tók hann Hjaltrik kongur

við herboðum tínum?”

 

87 “Tí svaraði Hjaltrik kongur,

hann studdist við brandin reyða,

hvar vit høvdu sveinar til

at hevna vár faðirs deyða.”

 

88 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna tjóð,

av teim trimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

89 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna son,

eingin eftir á Blálondum,

ið eftir átti konu.

 

90 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir løgdu sínar bardagar

so skamt frá kongsins høll.

 

91 Árla var um morgunin,

sólin roðar í gróti,

Pálnir og hann Búgvi

teir riðu har tveir ímóti.

 

92 Pálnir og hann Búgvi

teir riðu har tveir ímóti,

líka so glymur á jørðini,

sum tú varpar gróti.

 

93 So ríður hann Pálnir

víðan vegin fram,

klývur hvønn á tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

94 So ríður hann Búgvi,

hann hevur ei hondum hógv,

klývur hvønn á tvørar herðar,

og varpar út á sjógv.

 

95 Allan drupu teir herin niður,

ongum góvu teir grið,

sjálvur er riðin Hjaltrik kongur

undir borgarlið.

 

96 Sjálvur er riðin Hjaltrik kongur

undir borgarlið:

“Mín kæri Pálnir,

tú gev mær grið!”

 

97 “Gjarna gevi eg tær grið,

um tú hann kann fá,”

har kom Búgvi, hans bróðir,

hann høgg hans høvur frá.

 

98 “Gjarna gevi eg tær grið,

um tú hann kann lúka,”

har kom Búgvi, hans bróðir,

hann hjó hans høvur frá búki.

 

99 Skiftu bæði gull og fæ,

sundur í mengdarmongd,

settust aftur í ríkið tað,

ið Hjaltrik kongur átti.

 

CCF 156 A

TSB D 163

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 156.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 159.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Birthe Sophie Jacobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878), Vági 1848.

 

D 163 Pálnir Búgvason (Abductor killed by the girl’s betrothed)

Frá einari arbeiðsgentu fær Pálnir frænir av, at gentan, hann hevur tokka til, fer í kirkju. Hann steðgar rossavogni hennara og fer heim til sín við henni, hóast hon ávarar hann. Stutt aftan á, at tey eru løgst, kemur trúlovaði hennara (F, S: skyldmaður hennara, kongur, cN: pápi hennara), og Pálnir verður dripin, cN: eftir at hann hevur gjørt av við hann, ið brúður hansara var trúlovað, cN: og pápan. F: Áðrenn hann verður dripin, biður Pálnir brúður sína fáa teir báðar synirnar, hon fer at føða honum, at hevna seg. cD: Hon giftist við trúlovaða sínum. cD, cN, S: Hon sýtir fyri at giftast honum og fer í kleystur. cD, cN: Hon eigur barn við Pálni cN: og doyr í barnferð. cS: Hon sigur, at tað barnið, hon fer at fáa við Pálni, fer at hevna faðir sín. cF: Teir báðir synir Pálnis verða tilkomnir og hevna hann.

á føroyskum: CCF 156 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017