• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Parisar vísa

 

Parisar vísa

 

CCF 157 A

TSB D 381

 

1 Kong Nials var so ríkur ein mann,

men alt var hann Paris ríkari enn hann.

 

So væl upp á rós, sum I vilja Paris fylgja.

 

2 Væl sjey kongaríki og hartil eitt land,

líkavæl tænti Paris ein annan mann.

 

3 Paris var sær so lítil ein drong,

hann tænti kong Nials fyri sínari song.

 

4 Hann tænti kong Nials fyri onga løn,

uttan fyri drotning Elin, hon var so skjøn.

 

5 Kong Nials hann skuldi í leding út fara,

Paris skuldi heima taka landið vara.

 

6 “Tú vokta væl ríki, tú vokta væl land,

allarbest drotning Elin, tað liljuvand!”

 

7 “So væl skal eg hana vokta og goyma,

sum tú, kong Nials, var sjálvur heima.”

 

8 Paris hann gongur til smiðju,

hann letur gullharpu smíða.

 

9 Streingir av silvur og harpan av gull,

so leikaði tann so frýdafull.

 

10 Hann leikaði í dagar, hann leikaði í tvá,

alt stóð hon drotning Elin og lýddi hará.

 

11 Hann leikaði í dagar, hann leikaði í tre,

alt stóð hon drotning Elin og frýdaði seg.

 

12 “Hvørt heldur ert tú, Paris, ein eingil lík,

ella ert tú Krist av himmirík?”

 

13 “Ikki eri eg ein eingil lík,

ikki heldur eri eg Krist av himmirík.”

 

14 “Hoyr tú, Paris, hvat eg sigi nú,

Krist gævi, mín harri var so vænur sum tú.”

 

15 “Mín náðiga drotning, tú tala ikki slík,

eingin sveinur kann vera sín harra lík.”

 

16 “Hoyr tú, drotning Elin, hvat eg biði teg,

forlat kong Nials, og trolova meg!”

 

17 “So gjarna eg tað gjørdi,

hvis eg fyri syndini tordi.

 

18 So gjarna eg tað gjørdi,

hvis eg fyri kong Nials kvitt vordi.

 

19 Hoyr tú, Paris, tú finn pá góð ráð,

hvussuleiðis vit skulu kong Nials undgá!”

 

20 “Vit lata grava eina grøv pá stand,

at ríða frá slotti og niður til strand.”

 

21 “Hvar skulu vit kost og fittali fá,

sum vit skulu hava at líta pá?”

 

22 “Eg skal føra teg til Troyuborg,

har kunnu vit liva fyri uttan alla sorg.

 

23 Troyuborg er so gott eitt land,

at eingin í verðini tað yvirvinna kann.

 

24 Troyuborg er víð bæði úti og inni,

hana kann eingin livandi yvirvinna.

 

 

25 Hon er tólv mílir undir jørðini at gá,

har kunnu vit kost og fittali fá.

 

26 Millum múratnar er so rúmt at gá,

hundrað tunnur korn kunnu vit har sá.”

 

27 Kong Nials hann siglir fyri landi,

men Paris rennir sínum gangara eftir sandi.

 

28 “Hoyr tú, Paris, hvat eg sigi nú,

hvar hevur tú fingið ta skjønu jomfrú?”

 

29 Paris hann sigur eftir sínum sinni:

“Tað er drotning Elins tjenastukvinna.”

 

30 “Eg sá tó aldri nakra tjenastupíku,

sum meiri kundi vera drotning Elins líki.

 

31 Tú halt nú, Paris, her úti,

meðan eg ríði heim til búða!

 

32 Meðan eg ríði heim til búða,

at tala við drotning Elin ta prúðu.”

 

33 Kong Nials hann reið, drotning Elin undir jørðini rann,

fyrr var hon komin til búðar enn hann.

 

34 Kong Nials hann tók í drotning Elins hond:

“Eg sá aldri líkari, enn tú stóð við strond.

 

35 Aldri sá eg nakra tjenastupíku,

sum meir kundi vera drotning Elins líki.”

 

36 “Sig mær, kong Nials, allarkerasti mín,

hvat tú vilt geva Paris fyri tjenastu sín?”

 

37 “Vit vilja geva honum so mikið reyðargull,

væl hundrað skipalastir full.”

 

38 “Hoyr tú, kong Nials, kæri harri mín,

hann vil tað ikki hava fyri tjenastu sín.

 

39 Hann hevur so leingi borið brynju og svørð,

hann mátti væl vera eina ternu verð.”

 

40 Kong Nials hann reið, drotning Elin undir jørðini rann,

fyrr var hon komin til strandina enn hann.

 

41 Drotning Elin hon veittrar við Parisar hatt,

“Far væl, kong Nials, og hav góða nátt!

 

42 Tá ið tú kemur heim til búða,

heilsa drotning Elin ta prúðu!”

 

43 Kong Nials kom heim til búða,

burtur var drotning Elin tann prúða.

 

44 Kong Nials vríðir sínar hendur av sorg:

“Nú er drotning Elin innan Troyuborg.”

 

45 Kong Nials vríðir sína hvítu hond:

“Nú er drotning Elin við Paris av land.”

 

46 Kong Nials hann letur eitt útboð gera,

tann meinigi maður tað stríð skuldi føra.

 

47 Tann sum ongan hevur sonin í stríði at stá,

hann skal lata sína dóttur fyri sonin gá.

 

48 Teir lógu fyri Troyuborg í árini fimm,

ikki kundu teir vinna hana yvir í teim.

 

49 Teir lógu fyri Troyuborg í átta ár,

ikki kundu teir vinna upp á eitt hár.

 

50 Har kom gangandi ein gamal mann,

Sakia kongur so kallaðist hann.

 

51 “Hví liggja tit her, so mangir mann,

hvat heldur vilja tit gera skaða ella gavn?”

 

52 “Vit hava her ligið í átta ár,

ikki vunnu vit Troyuborg upp á eitt hár.”

 

53 “Hvat vilja tit geva tann sama mann,

tykkum Troyuborg yvirvinna kann?”

 

54 “Vit vilja geva honum so mikið reyðargull,

vit mála tað út í skálir full.”

 

55 “Tit lata gera ein hest av kopar og blý,

væl hundrað hovmenn seta tit har útí.

 

56 Tit lata honum skrúvur á beinini slá,

sum hesturin skal hava at leypa á.

 

57 Sum hesturin skal hava at leypa á,

vit lata hann so fyri loyniport[r]i stá.”

 

58 So snart kom tað boð fyri Parisar dyr,

ein hestur stendur fyri loyniport[r]i, hevur aldri verið fyrr.

 

59 Paris sigur: “Tað er mítt ráð,

tit lata tann hest fyri loyniport[r]i stá.”

 

60       Drotning Elin sigur: “Tað er mítt sinn

at lata hann ganga gjøgnum loyniport[rið] inn.”

 

61 Tann hestur begynti at blúsa,

tann gløðandi eld út slúsa.

 

62 Í átta dagar Troyuborg inni brendi,

fyrr enn nakar tað á henni kendi.

 

63 Átta dagar Troyuborg inni brann,

fyrr enn nakar maður tað á henni fann.

 

64 Átta dagar Troyuborg inni brann,

fyrr enn roykurin legðist í markina fram.

 

65 “Hvørt heldur vilt tú nú her við doyggja,

ella tú vilt fylgja kong Nials undir oyggj?”

 

66 “Langt heldur vil eg nú her við tær doyggja,

enn eg vil fylgja kong Nials undir oyggj.”

 

67 “Hoyr tú, drotning Elin, tú finn pá góð ráð,

hvussuleiðis vit skulu saktmóðigan deyða fá!”

 

68 “Vit láta várar minni árar uppslá,

saktmóðigari deyða kunnu vit ikki fá.

 

69 Drekka so mjøðin tann søta,

og lata tað fullvæl bløda.

 

70 Lata tað fullvæl bløda,

so saktiliga fáa vit svøvnin tann søta.”

 

71 So lótu tey sínar árir bløda,

so syrgilig gingu tey bæði til døda.

 

72 Tað var kong Nials langt størri harm,

drotning Elin lá deyð í Parisar arm.

 

73 Tað var kong Nials langt størri kvíða,

drotning Elin lá deyð við Parisar síða.

 

74 “Tann gamli mann, Gud gevi honum skamm,

hann gjørdi okkum meiri skaða enn gavn.

 

75 Tann gamli maður, Gud gevi honum ve,

hann skildi honum av við gleði og friði.”

 

So væl upp á rós, sum I vilja Paris fylgja.

 

CCF 157 A

TSB D 381

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  (AM. Access. 4). Savn hjá Svend Grundtvig  (Dansk Folkemindesamling 68).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 164.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 33. bind, s. 50.

 

Heimild: Úr Streymoy: Gudmund Effersøe (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 

D 381 Parisar visa (The love affair between Paris and Helen and the siege of Troy)

Paris er í tænastu hjá Nials kongi fyrst og fremst vegna ta vøkru Elina drotning. Nials fer í bardaga. (D, F, S: Paris vinnur kærleika Elinar, tá ið hann spælir á hørpu sína fyri henni). Paris og Elin siga seg vera góð hvør við annan. (F: Tey fara til Troyu, áðrenn Nials kemur aftur). Tá ið Nials kemur aftur úr bardaga, fara Paris og Elin fram við snildum til saman at flýggja til Troyu. Til fánýtis kringsetir Nials Troyu í mong ár. At enda mælir gamal maður honum til at gera eitt ross úr kopari og fjala nakrar av monnum sínum í tí. Rossið verður ført inn í Troyu, og menninir sleppa sær úr tí og brenna býin. Elin og (D, F, N) Paris beina fyri sær.

á føroyskum: CCF 157 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017