• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pætur Knútssons ríma

 

Pætur Knútssons ríma

 

CCF 160 A

TSB D 80

 

1 Pætur Knútsson vaknaði hann

av svøvninum so brátt:

“Eg havi so undarligar dreymarnar

droymt alla hesa nátt.”

 

Hann er eingin, ið teirra torir hevna,

[glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir hava bót.

Tað er eingin, ið teirra torir hevna.]

 

2 Pætur Knútsson liggur hann

í seingini síni:

“Heinta mær inn frúnna *Ingirið,

*kæru móður mín!”

 

3 Fyrr enn sum tey høvdu

hálvtalað orð,

fyrr var hon frúgvin *Ingirið

inn fyri borð.

 

4 “Ver vælkomin, mín sæla móðir,

og setið tygur niður,

leggið mær út dreymarnar mínar,

sum eg tygur biði!

 

5 Tann fyrsta dreymin meg droymdi,

mín kápa var svørt,

alt tað skinnið, sum undir henni var,

tað var alt burt.

 

6 Annan dreymin [m]eg droymdi,

ein veg so langur,

burtur var saðilin, men eftir var gangarin,

í skóginum trongum.

 

7 Triðja dreymin meg droymdi,

ein falk so grá,

bundnir vóru hans veingir,

mínum fóti hjá.”

 

8 “Tann fyrsta dreymin teg droymdi,

tín kápa var svørt,

tað er tín sorg og tín angist,

hon verður snart burt.

 

9 Tann annan dreymin teg droymdi,

ein veg so lang,

tað er ein jomfrú, tín hug stendur á,

hon er í trang.

 

10 Triðja dreymin teg droymdi,

ein falk so grá,

tað er tann jomfrú, tín hug stendur á,

sum tú ei kanst fá.”

 

11 Sum tey sótu og snakkaðu

eina lítla tíð,

tá kom ein lítil svein leypandi

gjøgnum grøna líð.

 

12 Sum tey sótu og snakkaðu

eina lítla stund,

tá kom ein lítil svein leypandi

gjøgnum grøna lund.

 

13 Inn kom lítil smásvein,

honum brøvini beyð:

“Kristina lítla, Gudmundar dóttir,

hon er næstan deyð.”

 

14 Inn kom lítil smásvein,

honum brøvini fekk:

“Skamm fái hesin ljóti dreymur,

ið hann snart út gekk.

 

15 Vit saðla várar hestar,

vit ríðum ástað,

vit skulu gista í Gudmundar garði

í henda dag.”

 

16 Kristina lítla, Gudmundar dóttir,

hon liggur í dvala:

“Eg hoyri úti í garðinum

mín harra tala.”

 

17 Svaraði hennara sæla móðir,

sum hon var von:

“Tann tú hoyrir úti í garðinum tala,

tað er ein herjansson.”

 

18 Pætur Knútsson vendi

sínum gangara á brúgv:

“Tú skalt minnast á hetta herjanssonar navnið,

á mína trúgv.”

 

19 “Lova mær í garðin út

við mín harra at tala,

eg biði tað ikki oftari

í mínar dagar!”

 

20 Kristina lítla vendi sær

til veggin fast,

hoyrast mátti langan veg,

hennar hjarta brast.

 

21 Vit saðla várar hestar,

vit ríða ástað,

nú er hon gingin úr Gudmundar garði,

sum os gjørdi glað.”

 

22 Pætur Knútsson vendi

sínum gangara fram,

honum møtti Gudmund, Kristinu faðir,

við fimmti mann.

 

23 “Blóðut er mín brynja

alt um mítt bein,

fimmti havi eg riddarar felt

fyri jomfrú ein.

 

24 Blóðut er mín brynja

alt um mítt bak,

fimtan havi eg tó riddarar felt

fyri jomfrúnnar sak.

 

25 Vit saðla várar hestar,

vit ríða undir oy,

nú skal festa einkjur,

meðan eingin fæst moy.”

 

Hann er eingin, ið teirra torir hevna,

[glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir hava bót.

Tað er eingin, ið teirra torir hevna.]

 

CCF 160 A

TSB D 80

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), Savn hjá Svend Grundtvig  (Dansk Folkemindesamling 68).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  VII, s. 515. Udgivet 1899-1904 af Axel Olrik.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 180.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Streymoy: Gudmund Effersøe  (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 

D 80 Pætur Knútssons ríma (Dying girl prevented from meeting her betrothed)

Pætur sigur móður síni frá dreymi, sum hon sigur honum merkir, at hann ongantíð fer at fáa ta gentuna, sum hann hevur tokka til. Í somu stund frættir hann, at unnusta hansara liggur í andaleypi. Pætur ríður heim til hennara, men hennara fólk taka kaldliga ímóti honum. Ikki vilja tey lata tey bæði sleppa at hittast. Gentan doyr (cD: í barnferð), og einsamallur má Pætur fara haðani. F: Hann møtir pápa gentuna og ger av við hann og allar menn hansara.

á føroyskum: CCF 160 (= DgF 455 D) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017