• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Plóg og Ingimann

 

Plóg og Ingimann

 

CCF 161 A

TSB D 310

 

1 Plóg og Ingimann hvíti,

- yvir aldanskóg -

teir drukku mjøð á Rípum.

- Hví ríður hann so, hin danski Plóg?

 

2 Teir drukku mjøð og mæltu gaman,

eina nátt á Rípum saman.

 

3 Teir drukku mjøð við mælsku:

“Eg føli so mikla ilsku.

 

4 Tað síggi eg á mín rúnarstav,

at eg verði vigin í henda dag.

 

5 Tað síggi eg á mínum rúnum best,

at eg verði vigin frá mín egin hest.

 

6 Og hvar fái eg so fulltró svein,

ið fylgir mær frá Rípum heim?”

 

7 “Her standi eg, tær ein fulltró svein,

at fylgja tær frá Rípum heim.”

 

8 “Ikki tori eg líta á teg,

eg óttist fyri, tú svíkur meg.”

 

9 “Svíki hann Kristus hin sterki,

ið annan svíkur í verki.

 

10 Svíki hann Kristus hin bráði,

ið annan svíkur í ráði.

 

11 Svíki hann Kristus og Maria frú,

ið annan svíkur á sínari trú.”

 

12 Plóg hann reið, og Ingimann rann,

hann tænti honum sum ein ótrú mann.

 

13 “Hvat skal slíkum sæta,

eg kenni so miklan hita.”

 

14 “Tú lat tína brynju loysa,

eystanvindi at gjósa!

 

15 Tú lat tína brynju floyta,

so náar vindur at loypa!”

 

16 Plóg floytti brynju yvir hvítan háls,

og Ingimann høgg, og tað var fals.

 

17 So reið Ingimann, mælti ei orð,

fyrr enn hann stóð for kongsins borð.

 

18 Inn kom Ingimann, hátt hann ló:

“Eg havi vigið tann danska Plóg.”

 

19 “Vást tú Plóg, og er so glað,

tú skalt njóta tín gaman at.

 

20 Hevur tú vigið hann Plóg í dag,

tú skalt njóta gomul lag.

 

21 Sveinar, burt í næsta bý,

byggið Ingimann steylur ný!”

 

22 Sveinar fóru til næsta bý,

smíðaðu Ingimann steylur ný.

 

23 Út kom Ingimann, steylur sá:

“Her stendur eitt hors at ríða á.

 

24 Her stendur eitt hors, tað er ikki frítt,

og sjáldan reið mín faðir slíkt.”

 

25 Tóku teir Ingimann, løgdu á hjól,

- yvir aldanskóg -

og har drakk hann tey vunnu jól.

- Hví ríður hann so, hin danski Plóg?

 

CCF 161 A

TSB D 310

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°) nr. 24.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 187.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 127.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

D 310 Plóg og Ingimann (Man kills friend by treachery but is himself executed)

Plóg sær í rúnagandastavi sínum, at hann sama dag fer at lata lív. Hann vil hava ein, ið hann hevur álit á, at fylgja sær til hús. Ingimann bjóðar sær til. Á vegnum fær hann Plóg at lata seg úr brynjuserkinum, meðan teir rinda møðina, og síðani ger hann av við hann. Ingimann sigur kongi frá hesum. Í staðin fyri at fáa ta løn, hann hevði væntað sær, verður hann dømdur frá lívinum og avrættaður.

á føroyskum: CCF 161 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017