• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Riddarin og festarmoyin

 

Riddarin og festarmoyin

 

CCF 162

TSB D 224

 

1 Riddarin spurdi kerastan sín:

- villen I í dansin vera glað –

“Vart tú moy, tú komst til mín?”

- Med æra.

 

2 “Eg var moy, men tú vart mann,

tó meg eingin betri ann.”

 

3 “Hvussu vildi tú syrgt um meg,

um eg var deyður burtur frá teg?”

 

4 “So hevði eg syrgt fyri tær,

at lívið syrgdi eg burtur av mær.”

 

5 Riddarin sló sín hond mót borð:

“Eg skal royna jomfrú orð.”

 

6 Hann fór burtur á gangara reyð,

hann kom aftur á børum deyður.

 

7 Hann fór burtur á gangara grá,

hann kom aftur, á børum lá.

 

8 Jomfrúin stár innan høgalofts svala,

hon sær lík til borgar fara.

 

9 Teir bóru tað lík til borgar fram,

jomfrúin bæði dansaði og rann.

 

10 “Hvat skal lík í borgum gera,

lat tað heldur til kirkju bera!”

 

11 Jomfrúin sló á streingi,

spældi so væl og leingi.

 

12 Mælti tað lík á børum lá:

“Hví man jomfrú syrgja so?”

 

13 Svaraði jomfrú í kjortil reyð:

“Eg visti tað væl, tú vart ikki deyður.”

 

14 Hann gav henni høgg undir kinn,

blóðið dreiv á skarlakans skinn.

 

15 Hann sló hana undir kinn so reyð:

- villen I í dansin vera glað -

“Tú hevði so gjørt, um eg var deyður.

- Med æra.

 

CCF 162

TSB D 224

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°) nr. 14; Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) nr. 18.

 

Útgávur:

1, Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgviet 1869-83 af Svend Grundtvig s. 562.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 190.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 83.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

D 224 Riddarin og festarmoyin (Betrothed fails test of faithfulness)

Hon, ið Per er trúlovaður við, vissar hann um, at hon hevði syrgt hann sváran, um hann doyði, men tá ið hann til at royna hana letst sær at vera deyður, vísir hon eingi tekin um sorg. D: Tá ið hann hevur at henni, sigur hon, at hon hevði skjótt funnið ein annan mann. F, N: Hann verður illur og slær hana. F, S: Hon sigur, at hon visti, at hann var ikki deyður. F: Hann heldur, at hon hevði verið eins lukkulig, hóast hann hevði verið deyður. S: Hann trýr henni, og tey giftast.

á føroyskum: CCF 162 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017