• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Roysningur

 

Roysningur

 

CCF 166 A

TSB D 231

 

1 Tíðrikur reið sær undir oy,

- roser, ville I mig love -

festi hana Gunnhild, væna moy.

- Mens de andre sove,

de legte alt om en aften.

 

2 Hann festi hana moy og førdi hana heim,

kongur og vár erkibisp riðu við teim.

 

3 Tíðrikur skuldi í leiðinga fara,

Roysningur skuldi eftir vera.

 

4 “Du vogte vel riger, du vogte vel land,

allerbedst Gunnhild, den liljevand.

 

5 Du vogte vel guldet, der ligger i skrin,

allerbedst Gunnhild, allerkæreste min.”

 

6 Roysningur svøber sit hoved i skind,

så går han i loftet for Gunnhild ind.

 

7 “Hoyr tú, Gunnhild, væna,

vilt tú vera mín kæra?”

 

8 “Eg verði ikki títt slegfredvív,

Tíðriks kongs ektavív.”

 

9 “Vilt tú ikki trúlovast mær,

so stóra lygn skal eg ljúgva á teg.”

 

10 “Gud lati teg so ljúgva á meg,

at sannur Gud skal vitna teg.”

 

11 Tíðrikur stígur av sín snekkju for land,

Roysningur rennir sín gangara á sand.

 

12 “Hoyr tú, Roysningur undir oy,

og hvussu livir fólkið undir oy?

 

13 Og hvussu livir fólkið undir oy,

og hvussu livir Gunnhild, væna moy?

 

14 Hvussu livir fólk á Spírum,

og hvussu livir Gunnhild dýra?”

 

15 “Væl livir fólkið undir oy,

illa stolts Gunnhild, væna moy.

 

16 Væl livir fólk á Spírum,

illa stolts Gunnhild dýra.

 

17 Eg tað við mínum eygum sá,

at erkibispur hjá henni lá.”

 

18 “Hoyr tú, Roysningur undir oy,

tú být grá gangara for gyllina floy!”

 

19 Tíðrikur reið og rendi,

sín góða gangara sprongdi.

 

20 Tíðrikur heim í garðin fór,

úti stolts Gunnhild fyri honum stóð.

 

21 “Tað síggi eg á mín herras reið,

antin er hann drukkin ella vreið.

 

22 Antin er hann drukkin ella vreið,

ella hevur hann hitt so harða reið.”

 

23 Hann tekur í Gunnhilds ljósu hand

og leiðir hana so í loftið fram.

 

24 Hann sló hana eitt, hann sló hana tvá,

eingin stolts Gunnhild hjálpa má.

 

25 Á gólvinum gingu børnini tvey,

Tíðrikur kongur átti tey.

 

26 “Mín kæri faðir, tú slá hana ei so,

men lat hana Gunnhild bera stál!”

 

27 Gunnhild går ned til den strand,

mødte hende liden Mimmering Tand.

 

28 Mødte hende liden Mimmering Tand,

han var den eneste kristen mand.

 

29 “Jeg tjente din fader i otte år,

men ikke så jeg dig så jammerlig gå.”

 

30 Gunnhild gongur í onnur lond,

tá sprungu av henni sterku jarnbond.

 

31 Gunnhild gár í kirkju inn,

tá sprungu av henni jarnbond fimm.

 

32 Tað var um ein jóladag,

Gunnhild góðar gávur gav.

 

33 Summum gav hon reyðargull,

summum gav hon skálir full.

 

34 Men Roysningi gav hon tann reyða ring,

hann var allur við gull umkring.

 

35 Hann var allur við gull umkring,

- roser, ville I mig love -

hann voldi, hansara hjarta mátti springa.

- Mens de andre sove,

de legte alt om en aften.

 

CCF 166 A

TSB D 231

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  I, udgivet 1853-54 af Svend Grundtvig,  s. 209

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 196.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 97.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Anna Sofía (eftirnavn ikki nevnt), Fámjin, 1848.

 

D 231 Roysningur (Would-be seducer is rejected, slanders a lady and is finally punished)

Tíðrikkur fer burtur og lítur Roysningi konu sína Gunnhild upp í hendur. Roysningur roynir at lokka Gunnhild (cD: krevur svørðið Aðalring, sum hon varðveitir). Hon sýtir. Tá ið Tíðrikkur kemur aftur, sigur Roysningur, at Gunnhild hevur verið manni sínum ótrúgv. Tíðrikkur trýr tí og bukar konu sína. D: Hon sleppur at finna sær ein stríðsmann at berjast fyri seg. Eingin uttan Mimmaringur býður seg fram. Hann ger av við Roysning. cD: So ríður hann av stað við Gunnhild, F, Í: Børnini skjóta upp fyri pápanum, at mamma teirra átti at borið stál. Síðani fer hon av landinum. (F: Á leiðini møtir hon Mimmaringi, sum uggar hana.) Í fremmanda landinum sprungu jarnbondini av henni. F: Hon gevur Roysningi ein gullring, og hjarta hansara springur. Í: Roysningur verður til ein hund, sum verður førdur niður í helviti, meðan Gunnhild fer til himmals.

á føroyskum: CCF 166 (eisini á donskum og íslendskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017