• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Selamons ríma

 

Selamons ríma

 

CCF 168 A

TSB D 256

 

1 Selamon læt sær klæði skera,

- fram at stíga og dansa -

tí hann skyldi sítt brúdleyp gera.

- Stoltans Gunnhild,

Niilmann bóndans vív, vunnið var.

 

2 Hann beyð upp á bríkar

mangar menn og ríkar.

 

3 Hann beyð upp á beinkir

ríkar menn og einkjur.

 

4 Hann beyð til so mangan mann,

kongsins son av Engelland.

 

5 Selamon man teinkja,

frillan hon skal skeinkja.

 

6 Alt hon skonkti, alt hon bar,

fyrstur Selamon svikin varð.

 

7 Hann vá til tað fyrsta,

fyri bar silvurkista.

 

8 Hann vá til tað annað,

fyri bar silvurkanna.

 

9 “Hoyr tú, brúðurin Anna,

halt stýr á tínum manni!”

 

10 “Eg honum ikki fái stilt,

óndar konur hava hann vilt.

 

11 Eg honum ikki stilla kann,

stilli hann Gud tann heilig and.”

 

12 Hann vá upp á bríkar

mangar menn og ríkar.

 

13 Hann vá upp á beinkir,

mangar menn og einkjur.

 

14 Hann vá til so mangan mann,

kongsins son av Engelland.

 

15 Hann vá til tað triðja,

brúðrina av um miðju.

 

16 Tá ið hann hevði vunnið ta háð,

tá lysti Selamon til songar at gá.

 

17 Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fár,

frillan á hans armi lá.

 

18 Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fekk,

frillan av hans armi gekk.

 

19 “Gakk tú teg í hallina frítt,

at skoða aftanspælið títt!”

 

20 Selamon inn í hallina leit,

hans unga brúður í blóði fleyt.

 

21 Selamon inn í hallina sá,

hans unga brúður í blóði lá.

 

22 Selamon við sínum svørði brá,

hann kleyv frilluna í lutir tvá.

 

23 Selamon gongur undir hallarvegg,

talar við sína svørðsegg.

 

24 “Hoyr tú, brandur rjóði,

kanst tú vekja blóðið?”

 

25 “Ja og menn, at eg tað kann,

ert tú maður at vega fram?

 

26 Ja og menn, at eg tað vil,

ert tú maður at vega til?”

 

27 Skaftið setir hann niður á stein,

oddin fyri sítt hjartabein.

 

28 Skaftið setir hann niður á grót,

- fram at stíga og dansa -

oddin fyri sína hjartarót.

- Stoltans Gunnhild,

Niilmann bóndans vív, vunnið var.

 

CCF 168 A

TSB D 256

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 29; Savn Hammershaimbs  (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig,  s. 198

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 202.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 111.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 

D 256 Selamons ríma (Deserted mistress poisons lover at his wedding)

(D: Vinur Selamons skipar fyri giftu millum systur sína og Selamon). Selamon býður nógvum gestum í brúdleyp sítt, teirra millum hjákonu síni (S: tvær hjákonur). Hjákonan setir honum mat og drekka á borðið, og alt í einum fer Selamon á føtur og at stinga gestirnar niður við svørði sínum. Brúðurin verður biðin um at sissa hann, men hon sigur seg ikki megna tað. At enda ger Selamon eisini av við hana. Tá ið hann raknar við, spyr hann eftir brúður sínari, og honum verður sagt, hvat ið hann hevur gjørt. (D, F: Hann ger av við hjákonu sína.) Síðani tveitir hann seg á svørð sítt. (F, S: Selamon eigur eitt svørð, sum dugir at tosa.)

á føroyskum: CCF 168 (eisini á donskum, íslendskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017