• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Svein kongur

 

Svein kongur

 

CCF 171

TSB D 172

 

1 Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við lín,

eingin fer so suður og norð,

hann býður ei heim til sín.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur más,

silkibleik er húgva hans,

sum knept er hans hár.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við brandar,

Knútur er í Botnum norð,

festir sær frú til handa.

 

3 Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við skrúður,

Knútur er í Botnum norð,

festir sær unga brúður.

 

4 Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi.”

 

5 Svein kongur liggur við havið út,

snakkar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað enn.”

 

6 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so,

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

7 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Knút á Borgum

væna drotning ár.

 

8 Knútur á Borgum drotning eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ekta fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

9 Knútur á Borgum drotning eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á drotnings kinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

10 Knútur á Borgum drotning eigur,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðum lagt,

við silkibondum snún[um].”

 

11 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað stendst hvat av, ið má.”

 

12 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

13 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Svein kongur skyldi á ríða.

 

14 So ríður hann Svein kongur

lystiliga fram,

forgyltir leika ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

15 Tað var reystur Svein kongur,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Knútur á Borg

fyri honum stóð.

 

16 “Ver vælkomin, Svein kongur,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!

 

17 Drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín,

ver vælkomin, Svein kongur,

tú gakk í hallina inn!”

 

18 Svein kongur situr for breiða borði,

mælir for munni sín:

“Statt upp, reystur Knútur á Borg,

verj nú drotning, brúður tín!”

 

19 Tað var reystur Svein kongur,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Knút á Borg

sundur í lutir tvá.

 

20 Hann kleyv reystan Knút á Borg

sundur í lutir tvá:

“Hoyr tú, lítin frú Kristin,

meg lystir at sova tær hjá!”

 

21 Svaraði lítin frú Kristin,

tó hana býður harm:

“Lova mær í sjey nætur

sova moy út í tín arm.

 

22 Eina bøn ið eg teg biði,

hana skalt tú mær lova,

lova mær í sjey nætur,

moy hjá tær at sova.”

 

23 Ikki kostaði frú Kristin

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

24 Børurnar av reyðargulli

læt hon honum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

25 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

26 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

27 Kristin stendur á gravarbakka,

helt um brandin bjarta,

rendi hann so fyri kongsins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

28 Kristin stendur á gravarbakka,

helt um brandin brúna,

rendi hann so fyri kongsins bróst,

at oddurin stóð í dúna.

 

29 Eftir livir frú Kristin

við trega og tunga neyð,

hon vil ongan ediling lova

eftir Knútar deyð.

 

30 Eftir livir frú Kristin

við trega og tunga sorg,

hon vil ongan ediling lova

eftir Knút á Borg.

 

Fuglin í fjøruni

hann eitur más,

silkibleik er húgva hans,

sum knept er hans hár.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 171

TSB D 172

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkeminđesamling 68), Nr. 29.

Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) Uppskrift: Johannes Clemensen.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  X, Udgivet 1933-65 af H. Grüner-Nielsen, Karl-Ivar Hildeman, Erik Dal og Iørn Piø,  s. 521.)

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 207.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 10.

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Clemensen (1782-1884), Sandi, 1822.

 

D 172 Svein kongur (King kills rival and forces himself on rival’s wife)

(N: Ein moyggj hevur tveir biðlar, kong og Knút á Borgum. Hon kjósar sær Knút. F: Kongur frættir um vøkru konu Knúts og fer at vitja Knút at hyggja at henni.) Kongur fer í brúdleypið hjá Knúti (D, Í: Hóast brúðurin ávarar hann, bjóðar Knút kongi. F, cN: Kongur bjóðar Knúti av at verja brúður sína.) Kongur drepur Knút (D: gevur monnum sínum boð um at gera tað). Kongur hevur brúðrina við sær í song, men hon fær hann at lova ikki at nerta seg tey fyrstu kvøldini. Tá ið hann er sovnaður, drepur hon hann. F: Áður enn hon fer at leggja seg hjá kongi, skipar einkjan eftir Knút fyri jarðarferðini hjá manninum. Á gravarbakka drepur hon kong. Í: Hon doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 171 (eisini á donskum, íslendskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017