• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Tímars vísa

 

Harra Tímars vísa

 

CCF 175

TSB D 247

 

1 Hirðilin situr undir heygginum,

er klæddur í skarlaksklæði,

av gulli glógva hans akslabond,

so javnt við jørðina dregur.

 

Der den frú gongur mær aldri av minni.

 

2 Hirðilin liggur undir heygginum,

er klæddur í skarlak reyð,

hann diktar eina vísu av elskógins tvang,

hann diktar sín egin deyð.

 

3 “Harra Krist signi frú Maritu,

hon gongur við barni mínum,

tann Gud, sum alla verðina skapti,

hann loysi hana av tann pína.

 

4 Nú gongur hon við barni mínum,

Krist gevi henni væl at ganga,

tann Gud, sum skapti himmal og jørð,

hann skilji hana við tann fanga.”

 

5 Tað var harra Tímar,

hann talar til sveinar tvá:

“Tit skulu fara á heyggin fram,

og vita hvør vísan gár.”

 

6 Aftur koma sveinarnir,

teir siga sínum harra frá:

“Enn so ljóðar vísan tað sama,

líkasum hon ljóðaði í gjár.”

 

7 Tað var harra Tímar,

bað saðla sær gangara grá:

“Eg vil ríða á heyggin fram,

og vita hvør vísan gár.”

 

8 “Krist signi hana, frú Maritu,

so væl hon gjørdi við meg,

hon lænti mær hest at ríða á,

og song og sjálva seg.

 

9 Meðan aðrir ganga í hoyløðum

og geva hestum hoy,

meðan gangi eg innan høgaloft

og lokki ta vænu moy.

 

10 Meðan sveinar ganga í hestahús

at geva hestum føði,

meðan eri eg innan høgaloft,

tað voldir mær onga møði.

 

11 Nú gongur hon við barni mínum,

Krist gevi henni væl at føða,

tann Gud, sum skapti himmal og jørð,

skilji henni við ta møði.”

 

12 Og alt sum hann nú diktaði,

og alt sum hann kvað nú svá,

og alt stóð harra Tímar,

og lýddi hann har uppá.

 

13 Tað var harra Tímar,

og hann sítt svørð útdró,

og tað var tann úsæla fæhirða,

hann høvdið av honum sló.

 

14 Tað var harra Tímar,

hann kom heim í sín ‘Gaar’,

úti stóð skjønna frú Marita,

hon var væl sveipt í már.

 

15 “Hoyr tað, harra Tímar,

hví ert tú so troyttur og móður,

hvat fyri djúr so hevur tú beitt,

antin hjort ella hind so góða?”

 

16 “Einki djúr so havi eg beitt

og hvørki sabil ella már,

men eg havi vigið tað tama djúr,

sum síðst var í ‘Edars Gaar’.

 

17 Einki djúr so havi eg beitt,

og einki havi eg fangað,

men eg havi vigið tann fæhirða,

sum vanur var til tín at ganga.

 

18 Hoyr tú, skjønna frú Marita,

vilt tú gá í song við mær,

alt tað, tú hevur móti mær brotið,

til vil eg geva tær.”

 

19 Maritu stakk tá grátur á,

tá hon lá í Tímars arm,

for hvørja ferð hann vaknaði,

tá græt hon í sín barm.

 

20 “Hvat heldur ræðist tú mína vreiði

ella mín hvassa knív,

ella grætur tú um tann fæhirða,

hvør ungur hann læt sítt lív?”

 

21 “Ikki gráti eg um tína vreiði,

ella tín silvurbundin knív,

men eg gráti um tann hirðilin,

sum so ungur læt sítt lív.

 

22 Ikki ræðist eg tína vreiði

ella tín hvassa knív,

tí gráti eg um tann fæhirða,

so sakleysur læt sítt lív.”

 

23 Tað var harra Tímar,

harra Gud meti hans harm,

hann kvaldi hana skjønna frú Maritu

út í sín egin arm.

 

24 Út kom harra Tímar,

hann kastar sín blóðiga knív:

“Tað verður ikki, meðan eg livi,

eg elski mær annað vív.”

 

Der den frú gongur mær aldri av huga.

 

CCF 175

TSB D 247

 

Handrit: a: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 12; b: Savnið Schrøters Blandinger í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 31.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser VI, udgivet 1895-98 af Axel Olrik s. 184.

2. Danmarks gamle Folkeviser VI, udgivet 1895-98 af Axel Olrik s. 183.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 253.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 107.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági 1825.

 

D 247 Harra Tímars vísa (Husband kills his wife’s lover and then his wife)

Harra Tímar hoyrir ein seyðamann syngja ein song, sum sigur honum frá, at seyðamaðurin er hjámaður konu hansara. Tímar fær seyðamannin hongdan í stundini. (F: kubbar høvdið av honum). D, F: Hann sigur konuni, hvat ið hann hevur gjørt. D: Hon verður fúkandi óð og sigur honum, at allir tólv synir hennara eru synir seyðamansins. F: Hann fær ikki blund í eyguni um náttina, so sáran hon grætur um seyðamannin. D, F: Tímar drepur konu sína.

á føroyskum: CCF 175 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017