• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kong Valdimann og Sofía

 

Kong Valdimann og Sofía

 

CCF 177

TSB D 346

 

1 Kong Valdimann og Sofía sótu yvir borð,

tey snakkaðu so mangt eitt gamans orð.

 

2 Kong Valdimann skuldi í leiðinga fara,

drotning Sofía skuldi taka londini vara.

 

3 “Tú vokta væl ríki, tú vokta væl lond,

allarbest lítin Kirstin, ta liljuvond!

 

4 Tú vokta væl gullið, tað liggur í skrín,

allarbest lítin Kirstin, systur mín!”

 

5 Drotning Sofía letur tann fiskin sjóða,

Kirstini lítlu til at bjóða.

 

6 Drotning Sofía hakkar tann fiskin smá:

“Har skal lítin Kirstin barnið av fá.”

 

7 Kong Valdimann kemur úr leiðingi heim,

drotning Sofía gongur mót honum við gleim.

 

8 “Hoyr tað, kong Valdimann, harri mín,

lokkað er lítin Kirstin, systir tín.”

 

9 “Hvør torir mær tey boð at bera,

hvør tordi mær tann gerning at gera?”

 

10” Sofía torir tey boð at bera,

kongsins son av Onglandi gerningin at gera.”

 

11 Kong Valdimann heitir á sveinar tvá:

“Biðið mína systur for meg inngá!”

 

12 Sveinarnir gingu við glugga at stá,

tá lá lítin Kirstin í lutum tvá.

 

13” Statt upp, lítin Kirstin, og klæð teg snar,

bróðir tín hevur sent boð eftir tær!”

 

14 “Hevur mín bróðir sent boð eftir mær,

tað voldi tann ónda Sofía av sær.”

 

15 Lítin Kirstin talar til terna sín:

“Tú heinta mær inn mítt gylta skrín!” 

 

16 So setti hon henni tað skrín fyri knæ,

øllum sínum nærkonum býtir hon fæ.

 

17 Báði fyrst og síðst gav hon síni ternu,

bað hana læra dóttrina gjarna.

 

18 “Tað kann hvør góð kona vita við sær,

henda náttarferð er ring hjá mær.

 

19 Tað kann hvør góð kona vita best,

hvør ringt er hjá mær at ríða hest.”

 

20 Lítin Kirstin ríður eftir gøtuni fram,

og blóðið í hvørjum spori rann.

 

21 Drotning Sofía stendur í glugga og lær:

“Kom higar og síggj tína systur ferð!”

 

22 Í durunum gjørdi hon krossin for seg:

“Tann ríka Krist befali eg meg.”

 

23 Lítin Kirstin inn um dyrnar trein,

hennar bróðir rætti henni hond uttan mein.

 

24 Hon rættir sín bróður hvítan hand:

“Eg gleðist, at I eru komin í land.”

 

25 “Hoyr tað, kong Valdimann, harri mín,

tú bið tína systur skeinkja vín!”

 

26 “Tað ger mín systir, um hon má,

um henni lystir at skeinkja gá.”

 

27 “Leingi havi eg verið í kong Valdimans bú,

og ikki bleiv eg skeinkjari fyrri enn sum nú.”

 

28 “Hoyr tað, kong Valdimann, eg heiti á teg,

tú bið tína systur býta belti við meg!”

 

29 “Hvat er mítt belti mætari enn títt,

gyltar eru sylgjar, og so er mítt.”

 

30 “Hoyr tað, kong Valdimann, hvat ið eg sigi tær,

tú bið tína systur dansa við mær(!)!”

 

31 “Tað ger mín systir, um hon má,

um henni lystir í dansin at gá.”

 

32 Kong Valdimann steig í dansin pá stand,

hann tekur sína systur við sín hand.

 

33 Pá farvan var hann hvítur sum svani,

um miðjuna var hann smalur sum ein trani.

 

34 Um miðjuna var hann smalur sum ein trani,

og enn var lítin Kirstin smalari enn hann.

 

35 “Hoyr tað, lítin Kirstin, hvat ið eg biði teg,

eina elskógsvísu kvøð tú fyri meg!”

 

36 “Eina elskógansvísu eg aldriga nam,

eg kvøði eina aðra, sum eg best kann.”

 

37 So dansar Sofía bæði til og frá,

ikki kundi lítin Kirstin at durunum ná.

 

38 So dansar Sofía báði út og inn,

lítin Kirstin hon hvílir í miðjan ring.

 

39 Svaraði sveinur for borði stóð:

“Kvinnu hvíla er sjáldan góð.”

 

40 Summi løgdu lítin Kirstinar líkið fram,

og summi bóru vatn á kong Valdimann.

 

41

Tað var fult í fimtan ár,

kong Valdimann ikki Sofíu sá.

 

CCF 177

TSB D 346

 

Handrit: a: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 4; b: Savnið, ið verður nevnt Schrøters Blandinger - í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 45.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  III, udgivet 1858-63 af Svend Grundtvig s. 67.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 260.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 165.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági 1825.

 

D 346 Kong Valdimann og Sofía (Queen forces king to punish his sister for her unchastity)

Y m i s k a r b y r j a n i r: D, N, S: Kongur og drotning tosa um Kirstin, systur kong (S: dóttir). cD, cS: Drotningin vil, at beiggi hennara, Boris, skal giftast við Kirstini, men kongur heldur hann ikki vera nóg góðan. cD, F, Í: Kongur fer av landinum, og meðan hann er burturstaddur, hendir hetta: cD: Við rúnargandi hjálpir drotningin beiggja sínum, og tað eydnast honum at tøla Kirstina; F: Við gandi ger drotningin Kirstina við barn; Í: Systkinabarn Kirstina, Boris, tølir hana. - cD, F, Í: Kongur kemur aftur.

Ø l l f r á b r i g d i: Drotningin sigur fyri kongi, at systir hansara, Kirstin, er ikki longur moyggj, og at hon gongur við barni. Kongur trýr henni ikki og sendir boð eftir Kirstini. Hon hevur akkurát átt (Í: tvíburar) og sleppur nóg illa upp. Tá ið hon kemur á kongsborgina, krevur kongur, at hon skal dansa. Hesa roynslu leggur hon aftur um seg, men at enda megnar drotningin at prógva, at Kirstin hevur átt barn.

Y m i s k i r e n d a r: F, cS: Drotningin sær til, at Kirstin noyðist at dansa, til hon doyr. Í: Kongur sjálvur dansar við Kirstini, til hon smellur deyð niður. cS: Kirstin bønar kong um at fyrigeva sær, og tað ger hann. cS: Barnafaðirin kemur, og hon giftist við honum. cN: Boð eru eftir fríggjara hennara, Borisi, at verða revsaður, men hann noyðir kong at lata seg giftast við Kirstini. D, cN, cS: Kongur sendir boð eftir koyrlum og fleingir Kirstina, til hon doyr. cS: Kongur stingur hana.

á føroyskum: CCF 177 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017