• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Valdimann og Tóva

 

Valdimann og Tóva

 

CCF 178 A

TSB D 258

 

1 Kong Valdimann og Sofía sótu yvir borð,

tey snakkaðu so mangt eitt gamans orð.

 

2 “Hoyr tað, kong Valdimann, hvat ið eg spyrji teg,

hví hevur tú Tóvu lítlu kærari enn meg?”

 

3 “Tí havi eg Tóvu lítlu kærari enn teg,

hon hevur tveir raskar synir við meg.

 

4 Tann eini eitur Kristian, og annar eitur Knút,

og teir skulu fara av landi út.”

 

5 Drotning Sofía letur eina baðstovu gera:

“Har skal Tóva lítla inni í vera.”

 

6 Drotning Sofía letur eina baðstovu reiða:

“Har inni skal Tóva sær kemba og greiða.”

 

7 Tá var hon Tóva í hondunum stinn,

og ‘nejin’ fekk hon Sofíu í baðstovu inn.

 

8 So var hon Tóva í hondunum sterk,

hon brendi Sofíu, gjørdi gott verk.

 

CCF 178 A

TSB D 258

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 5.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  III, udgivet 1858-63 af Svend Grundtvig s. 27.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 262.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 116.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági 1825.

 

D 258 Valdimann og Tóva (Jealous queen decides to kill the king’s mistress)

Drotningin er eljusjúk inn á hjákonu kongs, Tóvu, og ger av at drepa hana. Y m i s k i r e n d a r: D, Í, N: Drotningin hitar baðstovuna og noyðir Tóvu inn í hana. Síðani læsir hon hurðina, so Tóva kann steikjast í hel har inni. Tá ið kongur frættir hetta, ger hann av, at saman við drotningini vil hann ikki vera. F: Tóva vinnur á drotningini og læsir hana inni í hitaðu baðstovuni, sum var ætlað Tóvu. S: Drotningin kyndir bál at brenna Tóvu á, men kongur leggur uppí, tekur Tóvu við sær og fer av landinum við skipi sínum.

á føroyskum: CCF 178 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017