• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gunnars kvæði

 

Gunnars kvæði

 

CCF 21

TSB D 355

 

1 So skeyt Gunnar nýtur drongur,

- og hon hin villa –

sundir gekk hans bugastrongur,

- tá gjørdi hon illa,

illa sveik hon reystan drong,

og tað var tó illa.

 

2 Halgerð, vís mær nú tín tokk’

veit mær dugnað við hárlokk.

 

3 Hár mítt hevur meg væl prýtt,

tað er bæði gult og sítt.

 

4 Sig mær skjótt og satt nú frá,

hví tú vilt hárlokkin fá.

 

5 Verja man eg meg væl um stund,

fái eg notið buganum.

 

6 Veit mær hann skjótt, sit so við frið,

lívið mítt har liggur við.

 

7 Leggur tú ta virði á,

hárlokk skaltú ikki fá.

 

8 Huga man eg, tá tað var,

høgg á kinn at tú gaft mær.

 

9 Verða mantú slíkt minni við,

sum tú nú gert tær ágiti.

 

10 Móðir fellir møðig tár,

hjálp tær sonur, við mítt hár.

 

11 Ei skulu bragdar briga mær,

eg reiv hár av høvdi tær.

 

CCF 21

TSB D 355

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 452.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 7. bind, s. 56

 

Heimild: Úr Suðuroy. J.H. Schrøter (1771-1851), Hvalba.

 

D 355 Gunnars kvæði (Woman purposely causes husband’s death in revenge for maltreatment)

Í: Gunnar spyr konu sína, Hallgerð, hvaðani hon hevur fingið ostin hjá sær. Hon svarar, at tað skal hann einki leggja í, og hann slær hana undir vanga. F, Í: Fíggindar Gunnars koma til hús hansara, og hann biður konu sína geva sær lokk av hári hennara til bogastrong. Hon minnir hann á kinnhøggið á sinni og sýtir honum bøn. Í: Gunnar letur lív.

á føroyskum: CCF 21 (eisini á íslendskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017