• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gests ríma ella Áslu ríma

 

Gests ríma ella Áslu ríma

 

CCF 3 A

TSB D 402

 

1 Gestur gekk sær niðan við á,

- at dansa -

fann upp á, hvar ið harpan lá.

 

Og væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

hóast tú vilt mær lív í vanda,

væl er mær ansað.

 

2 Gestur gjørdi sær meiri ómak,

harpuna tók hann pá sítt bak.

 

3 Gestur gekk seg í ein garð,

gisti moy, sum kelling var.

 

4 “Gestur, dvølst hjá mær í nátt!

Haki kemur av skógnum brátt.”

 

5 Gestur livir við lítið veldi,

harpuna setir hann fram at eldi.

 

6 Gestur dvaldist hjá henni á nátt.

Haki kom av skógnum brátt.

 

7 Kelling talar orðum brátt:

“Vit skulu drepa Gest í nátt.”

 

8 “Eg drepi ikki henda mann,

eg veit onga sak við hann.”

 

9 “Vilt tú ikki drepa hann,

Gestur skal vera mín egin mann.”

 

10 Kelling var í ráðum verst,

hon fór upp at drepa Gest.

 

11 Kelling eigur ein lítlan knív,

snarliga skildi hon Gest við lív.

 

12 Hon breyt upp harpuna eftir hans deyð,

hon fann eina moy í skarlak reyð.

 

13 “Tú skalt liva við lítla pínu,

eita Kráka, dóttir mín.”

 

14 “Hóast eg livi við lítla pínu,

eg eiti ei Kráka, dóttir tín.”

 

15 Ragnar legði skip undir brúgv,

so gingu teir í Haka tún.

 

16 Ragnar legði skip undir flaka,

so ganga teir við breyð at baka.

 

17 Tað kom ein jomfrú inn og rann,

teir stardu á hana, meðan breyðið brann.

 

18 Hon stoytti yvir hana bryggjukar:

“Kráka, tú skalt sitja har!”

 

19 Hon stoytti av sær bryggjukar:

“Fái tann skamm, ið situr har!”

 

20 Kelling sló sína dóttur á grúgvu,

tá datt av henni nævurhúgva.

 

21 “Hoyr tú kelling, sjáldan blíð,

hví slært tú so fagurt vív?

 

22 Hoyr tað, kelling, sjáldan góð,

Hví slært tú so fagurt fljóð?”

 

23 “Í forðum var eg vænari fljóð,

morð og mans lát av mær stóð.”

 

24 Sveinar stiltu stál for stokk,

slitu eitt hár úr moynnar lokk.

 

25 Sveipa teir tað út í ein klút,

teir bóru tað so til skipa út

 

26 Ragnar talar orðum snilt:

“Tit hava alla vára føðslu spilt.”

 

27 “Tað kom ein jomfrú inn og rann,

vit stardu pá hana, meðan breyðið brann.

 

28 Vit hava sætt so vænt eitt vív,

tað var fagrari enn Tóra í Líð.

 

29 Vit hava sætt so vænt eitt sprund,

tað var fagrari enn Tóra í Lund.”

 

30 “Sveinar, haldið tit meg fyri háð,

tit skulu allir á gálgan gá!

 

31 Sveinar, halda tit meg fyri spott,

tit skulu allir á gálgan brátt!”

 

32 Sveinar stiltu stál for stokk,

teir vístu eitt hár úr moynnar lokk.

 

33 “Farið heim og sigið henni frá:

Ragnar kongur vil hana sjá!”

 

34 Teir fóru heim og søgdu henni frá:

“Ragnar kongur vil teg sjá.”

 

35 Ása gár í grøna líð,

kallar við sær lítin hýð.

 

36 Ása gár í grønan lund,

kallar við sær lítin hund.

 

37 Ása gár á kirkjubakka,

- at dansa -

kallar við sær lítin rakka.

 

Og væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

hóast tú vilt mær lív í vanda,

væl er mær ansað.

 

CCF 3 A

TSB D 402

 

Handrit: Ny kgl. Samling 345, 8˚, Nr. 80,  s. 3

 

Útgávur:

1. Chr. Matras: “J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði. Færoensia 3”, 1953, s. 53-55

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 244.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 89

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter, (1771-1851),1818

 

D 402 Gests ríma (Man told about a beautiful girl sends for her and marries her)

Gestur finnur eina hørpu á einum áarbakka. Hann tekur hana við sær og fer á ein garð at biðja um innivist fyri náttina. Konan í húsinum fær mannin, Haka, at drepa Gest. Tey bróta hørpuna sundur, og í henni finna tey eina gentu í dýrum skreyti. Tey kalla hana Kráku og ala hana upp sum egnu dóttur sína. Ragnar leggur at við skipi sínum, og menn hansara fara til húsini hjá Haka at baka breyð. Teir stara at Kráku, meðan breyðið bakar. Tá ið Ragnar hoyrir um gentuna, sendir hann boð eftir henni. Kráka fer út at rópa eftir hundinum hjá sær.

á føroyskum: CCF 3 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017