• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Magnus kongur í Noregi ella Margretu kvæði

 

Magnus kongur í Noregi ella Margretu kvæði

 

CCF 31 A

TSB D 94

 

1 Magnus kongur í Noregi

bæði ríknr og reystur,

hann gav sína onkadóttur

inn í nunnukloystur.

 

Sótu tey systkin tvey í tann grøna lund,

sum fagurt tjald neig úti við Oyrarsund.

 

2 Tá ið hon hevði í kloystri verið

mánaðirnar tvá,

tá lystir frúnna Margretu

sín faðirs garð at sjá.

 

3 Ta ið hon hevði í kloystri verið

mánaðirnar tríggjar,

tá lystir frúnna Margretu

sín faðirs garð at síggja.

 

4 Tað var frúgvin Margreta

skuldi ganga heim,

mætur var sá edilingur,

ið henni møtir á leið.

 

5 Hann reiv af henni stakkin

niður úr hvørjum geira,

gullband um hennar herðar lá,

hon hevði ikki eftir meira.

 

6 Hann reiv af henni stakkin

so hennar silkiserk,

til hann hevði vunnið henni

tað syndar neyðsinsverk.

 

7 Nú hevur tú rivið míni klæði sundir,

gjørt mær last og skamm:

eg biði tegfyri tann hægsta gud,

tú sig mær nú títt navn.

 

8 Magnus kongur er faðir at mær,

frú Gertrúð er mín móðir,

Ólavur eri eg nevndur sjálvur,

eg vóx upp á skógum.

 

9 Er Magnus kongur faðir at tær,

frú Gertrúð er tín móðir:

undarlig eru dømini,

tú ert mín egin bróðir.

 

10 Far teg aftur, frú Margreta,

í tín kloysturstein,

ongari sig tú nunnu frá,

so væl ber tú títt mein!

 

11 Far teg aftur, frú Margreta,

í tína kloysturborg,

ongari sig tú nunnu frá,

so væl ber tú tína sorg!

 

12 Aftur fór frú Margreta

í sín kloysturstein,

ongari segði hon nunnu frá,

so væl bar hon sítt mein.

 

13 Aftur fór frú Margreta

í sína kloysturborg,

ongari segði hon nunnu frá,

so væl bar hon sína sorg,

 

14 Kongurin letur veitslu gera

eina á hvørjum heysti,

býður hann øllum nunnunum

út af Mariu kloystri.

 

15 Glaðar vóru nunnurnar,

í gildi skuldu fara,

uttan frúgvin Margreta,

hon mátti heima vera.

 

16 Glaðar vóru nunnurnar,

í gildistovu gingu inn,

ríkur situr Magnus kongur,

hann saknar dóttur sína.

 

17 Hvat er mín dóttir af sóttum sjúk,

ella hevur látið lív,

hví gár hon ikki í gildið inn

sum annað lystugt vív?

 

18 Hvat er mín dóttir af sóttum sjúk,

ella hevur givið upp ond,

hví gár hon ikki í gildið inn

sum onnur liljuvond?

 

19 Allar sótu nunnurnar,

eingin tordi at tala,

uttan hin illa abbadissa,

sum betur hevði tagað.

 

20 Ei er tín dóttir af sóttum sjúk,

ei hevur hon látið lív,

hon gár seg við barninum

sum annað lystugt vív.

 

21 Ei er tín dóttir af sóttum sjúk,

ella hevur givið upp ond,

hon gár seg við barninum

sum onnur liljuvond.

 

22 Eingin hestur í ríkinum

kongin bera mátti,

uttan hin eini apalgrái,

sum abbadissan átti.

 

23 Enntá var tað Magnus kongur,

heim í garðin fór,

úti hans sæla dóttir

fyri honum stóð.

 

24 Ver vælkomin, mín sæli faðir,

higar nú til mín,

drekk nú hvat lær betur líkar

mjøðin ella vín.

 

25 Lítið er mær um mjøðin tín

alvæl minni um vín,

sig mær skjótt og skundiliga:

hvør er faðir at barni tínum?

 

26 Fyrr vil eg í Jesu navni

her láta mítt lív,

fyrr enn eg tær segi

barnfaðir mín.

 

27 Fyrr vil eg í Jesu navni

her láta mín and,

fyrr enn eg tær segi

mín barnfaðir for sann.

 

28 Enntá var tað Magnus kongur,

sló tá hurð í gátt,

tað kom honum síðst í hug

at siga henni góða nátt.

 

29 Tá ið hann hevði riðið

eina so lítla stund,

tá kom honum tað í hug

at leggja eld í lund.

 

30 Tá ið hann hevði riðið

eina so lítla leið,

tá kom honum tað í hug

at leggja eld í stein.

 

31 Tá kom honum tað í hug

at leggja eld í stein,

at brenna inni frú Margretu,

tí hon var heima ein.

 

32 Ólavur kemur af skógvi heim

við so mangan mann:

hann sær heima í faðirs garði,

hvar kloystursteinurin brann.

 

33 Ólavur kemur af skógvi heim

bæði troyttur og móður,

hann sløkti tann heita eld

við sínum hjartablóði.

 

34 Tóku tá bæði systkinini,

sveipaðu í ein dúk;

vísir lógu teirra vegir

til himnakongins út.

 

CCF 31 A

TSB D 94

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  AM. Access, 4

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: ”Færøske Kvæder II”, 1855 s. 165

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 650.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Birthe Sophie Jacobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878), Vági. 

 

D 94 Magnus kongur í Noregi ella Margretu kvæði (Sister raped by brother is punished by father)

Kongsdóttirin Margreta er í klostri. Á veg heim at vitja pápa sín neyðtekur maður hana, sum seinni vísir seg at vera beiggi hennara. Hon fer aftur í kleystrið. Nakað seinni býður kongur nunnunum í veitslu. Allar koma uttan dóttur hansara: hon er við barn. Hon sigur við pápa sín, at fyrr skal hon láta lív enn avdúka navnið á honum, ið barnið eigur. Síðani setir kongur eld á kleystrið. Bróðurin kemur og sløkkir eldin við blóði sínum. Bæði bróðir og systir doyggja, Í: hon eftir at hava átt trý børn, sum jomfrú Maria og tveir dýrlingar fara til himmals við.

á føroyskum: CCF 31 (eisini á íslendskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017