• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Ríki Álvur

 

CCF 32 A

TSB D 128

 

1 Ein býr jallin á Upplondum,

nevndur ríki Álvur,

níu eigur hann jalladømi,

og borin er hann til sjálvur.

 

2 Kristin vaks á Miklagarði,

føgur sum nøkur blóma,

hagar leggur ríki álvur

ástir og allan sóma.

 

3 Kristin vaks á Miklagarði

føgur sum nøkur lilja,

hagar leggur ríki Álvur

ást og allan vilja.

 

4 Jallin vindur upp síni segl,

siglir millum fjarða,

festi hina ríku kongins dóttur

oman av Miklagarði.

 

5 Tey vóru saman nakra tíð,

børn áttu tey eingi,

enntá tyktist frúnni at,

at hon hevði jallin fingið.

 

6 Tey vóru saman nakra tíð,

so er greint fyri mær,

tað mátti eingin sonur liva

meiri enn eina nátt ella tvær.

 

7 Tað var frúgvin Kristin,

tekur sítt gull at vitra,

nú er jallins dóttir fødd,

og nevnd er jomfrú Sigrið.

 

8 Tey lótu moy til kirkju bera,

góvu henni navn,

kallaðu hana jomfrú Sigrið,

tann róka jallins barn.

 

9. Hon varð borin frá kirkju

aftur á móður knæ,

meiri legði hon røkt á hana

enn alt sítt gull og fæ.

 

10 Hon varð borin frá kirkju

aftur til móður sína,

meiri legði hon røkt á hana

enn alt sítt gull í skrín.

 

11 Tað var frúgvin Kristin

tekur sítt gull at velja,

nú er jallins dóttir fødd

og nevnd er jomfrú Helga.

 

12 Hon varð borin frá kirkju

aftur á móður knæ,

meiri legði hon røkt á hana

enn alt sítt gull og fæ.

 

13 Hon varð borin frá kirkju

aftur til móður sína,

meiri legði hon røkt á hana

enn alt sítt gull í skrín.

 

13* Kristin kemur sínum døtrum hár,

tá var hjartað glatt,

so lýsir hár á herðar teirra,

sum tað var við reyðargull *lagt.

 

14 Helga situr á móður knæ,

leikar sær við ringar,

Sigrið situr á hallargólvi,

næst av harmi springur.

 

15 Sigrið situr á hallargólvi,

kinn bar hon so bleika:

“Setið meg á móður knæ,

og latið meg fara at leika!”

 

16 Tað var frúgvin Kristin,

skuldi til kirkju ríða,

tað var mær av sanni sagt,

hon rakar í helsótt stríða.

 

17 Tað var frúgvin Kristin,

hon talar til ternan sín:

“Gakk mær inn for ríka Álv,

og bið hann koma til mín!”

 

17* [Tí] svaraði [ternan],

fell upp á síni knæ:

[“Tað var frúgvin Kristin,

sendi meg eftir tær”].

 

17** Enntá var tað ríki Álvur,

tykist komin í vanda:

“Kanst tú nakað siga mær,

nær ið søtan skal upp standa?”

 

17*** Til svaraði spámaður [?],

tordi [?] elva [?] tann váða:

“Um tú gevur alt vørildar gull,

Gud má for øllum ráða.”

 

18 “Ver vælkomin, ríki Álvur,

set teg mær so nær,

man eg skifta mínum døtrum

hálvt mítt gull og fæ.

 

19 Eg var mær á Miklagarði

ein útvald kongins dóttir,

tað visti tú, ríki Álvur,

at tú meg haðan sókti.

 

20 Meg bóðu so mangir menn,

konga synir og jalla,

eg var mær so biðlavond,

eg segði teir burtur allar.

 

21 Meg bóðu so mangir menn,

tað visti tú sjálvur,

eg vildi ongan av teim lova

uttan teg, ríki Álvur.

 

22 Gud gevi eg mínar døtur í vald,

so teg, ríki Álvur,

ger so væl við moyarnar,

tí borin ert tú til sjálvur!”

 

23 Tað var frúgvin Kristin,

hon gjørdi tað ei av lyst,

tí rann upp hennara hjartablóð,

tá ið hon Helgu kysti.

 

24 Tóku tey tað hitt ljósa lík,

slógu yvir tjaldur reyð,

vældu um so virðiliga,

settu lík í heyg.

 

25 Hann læt teimum salin byggja

rætt sum øðrum moyum,

jallin vil við sínum døtrum

bæði liva og doyggja.

 

26 Hann læt teimum salin byggja

við so mikið rúm,

moyar vóru í faðirs garði,

biðlar riðu í tún.

 

27 “Hoyr tú, Sigrið, dóttir mín,

tað er mikil vandi,

at tú noktast hvørjum manni,

ið tær býðst til handa.”

 

28 “Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

eg sigi tær alt í senn,

so er ei veldugur harra komin,

ið mær er lagaður enn.”

 

29 Har kom hin ungi Geyti

bæði við skrúð og lín,

jallin tók hans kvøðju væl,

og so tað væna vív.

 

30 Jallin tók so væl við honum,

gav honum gangin hægst,

næsta manni sjálvum sær

bæði til ker og sess.

 

31 Jallin gongur for sína sælu dóttur,

leitar við hana ráð:

“Her er komin ein ungur maður,

tílíkan ongan sá.

 

32 Her er komin ein ungur maður,

tílíkan ongan sá,

spyrja vil eg teg, mín sæla dóttir,

um at tú vilt hann á.

 

33 “Hug hevði eg á Geyta,

áðrenn eg hoyrdi hann nevndan,

bæði við ást og kærleika,

hvørgum oss til skemdar.

 

34 Hug hevði eg á Geyta,

áðrenn eg hann sá,

bæði við ást og kærleika,

hvørgum oss til háð.”

 

35 [Tað var enntá Geyti,]

fell upp á síni knæ,

[meðan hann frúnna Sigrið

til ektar festi sær.]

 

36 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Geyti og hans vív.

 

37 Jallin fór á skógvar burtur

frá mági sínum og dóttur,

hann kom aftur á kvøldmálum,

var sligin við heljarsótt.

 

38 “Hoyr tú, mágur mín Geyti,

tú set teg mær so nær,

meðan eg skifti mínum døtrum

alt mítt gull og fæ.

 

39 Sigrið havi eg úr garði gjørt

við gull og ei við gróti,

hava skal Helga, dóttir mín,

hvønn pening ímóti.

 

40 Sigrið havi eg úr garði gjørt

við gull og fæ,

tað skal Helga lítla hava,

hvønn pening við teg.

 

41 Gud gevi eg mínar døtur í vald,

so tær, mágur mín, Geyti,

ger so væl við moyina,

um Helga kemur í treyt!”

 

42 Tóku tey tað hitt ljósa lík,

slógu um tjaldur reyð,

vældu um so virðiliga,

settu lík í heyg.

 

43 Mælti tað junkarin Helvar:

“Man eg ráða mær sjálvur,

nú skal Helga min frilla vera,

deyður er ríki Álvur.”

 

44 Mælti tað junkarin Helvar,

hann stóð har skamt ífrá:

“Nú skal Helga mín frilla vera,

tí hon hevur akslir lágar.”

 

44* Svaraði ein av sveinunum,

fullvæl hana kendi:

“Áðrenn Helga tín frilla verður,

sveittast tær um enni.”

 

44** “Hon hevur ei á hesum landi

vinir ella 'svágir,

tí skal Helga mín frilla vera,

hon hevur akslir lágar.”

 

45 Tað var junkarin Helvar,

læt ikki ráðini tróta,

legði til á eini nátt

og Helgu sal at bróta.

 

46 Ikki visti jomfrú Helga

av, fyrr enn tá

allur hennara salurin

á grønum vølli lá.

 

47 Geyti eigur hegra,

hann ið árla plagar at gala,

hegar hann sær herin

at borgini fara.

 

48 So var hin ungi Geyti

til útgonguna fús,

klæðir seg innan høgaloft

alt við eitt kertiljús.

 

49 So var sagt, at Geyti,

moyin var honum kær,

klæddi seg innan høgaloft

við eitt kertiskar.

 

50 So var sagt, at Geyti,

moyin var honum tekk,

spardi hann ei sína sterku brynju,

Sigrið honum fekk.

 

51 Teir bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin fjórða,

ið sól til viðar rann.

 

52 Inntil tann hin fjórða,

ið sól til viðar rann,

tá fell junkarin Helvar

og tann hin raski mann.

 

52* Sigrið sakaði systur sína:

“Ilt stóðst av tær, Helga,

mín er søtin sárur gjørdur,

deyður er junkar Helvar.”

 

53 Sigrið sakaði systur sína:

“Ilt stóðst av tær, Helga,

mín er søtin sáraður,

og deyður er junkar Helvar.”

 

54 Hann hevði upp sína høgru hond

og gav henni høgg á tenn:

“Skamm fái tú, leiða kona,

tú sakaði systur tína!

 

55 Helga, tak tær Helvar at grøða,

sárur er hann av spjóti,

vil hann tær nakrar neisir vinna,

eg eri maður ímóti.”

 

56 Helga tók sær Helvar at grøða,

tó henni tykti ímóti,

hon fann undir hans hjartarót

odd av Geyta spjóti.

 

57 Grøddi hon hann um mánaðin,

og grøddi hon hann um tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

58 Inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá,

so varð hann leiddur í hallina inn,

so vænur var garpur at sjá.

 

59 Tað var junkarin Helvar,

fell upp á síni knæ,

meðan hann jomfrú Helgu

til ektar festi sær.

 

60 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Helvar og hans vív.

 

61 Mangar eru á Upplondum

konga døtur og jalla,

ein ber Helga, dóttir Álvs,

blóman yvir allar.

 

CCF 32 A

TSB D 128

 

Handrit: Handrit hjá J.H. Schrøter (AM, Access 4)

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu 1941) Band  II, Teil 1, s. 1

 

Heimild: Úr Suðuroy. J.H. Schrøter (1771-1851), Vági, 14. mai 1825.

 

D 128 Ríki Álvur (Seducer wounded and marries his nurse)

Álvur eigur tvær døtur, Sigrið og Helgu. Sigrid giftist Geyta, og tá ið Álvur liggur á deyðastrá, biður hann Geyta ansa eftir Helgu eisini. Helvar vil hava Helgu til hjákonu sína og brýtur seg inn í svøvnskemmu hennara. Har verður bardagi ímillum Helvar og Geyta, og báðir verða særdir. Helga er um Helvar, til hann er frískur, og síðani ber hann upp bønarorð, og tey verða vígd.

á føroyskum: CCF 32 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017