• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Belfjóna

 

Belfjóna

 

CCF 41

TSB D 440

 

1 Harra Gud í himmríki

lini mínum vanda!

Áka nevni eg hertugin tann,

ið ræður fyri Fertugalandi.

 

Oman eftir og niðan eftir,

oman eftir vallara túni,

hvar fór hestur mín hin brúni?

Oman eftir vallara túni.

 

2 Harra Gud í himmiríki

lini mína sorg!

Áka nevni eg hertugin tann,

sum ræður for Fertugaborg.

 

3 Urin jall av Brenniborg

við sín heyk og hund

hann er skamt frá Fertoyggjunum,

beitir heyk í lund.

 

4 Urin jall av Brenniborg

við sín heyk og hýð

hann er skamt frá Fertoyggjunum,

beitir heyk í líð.

 

5 Væl er borgin á Fertoyggjunum

skipað við riddarar og jallar,

Belfjóna fyri borði stóð,

hon skeinkir mjøð fyri allar.

 

6 Væl var borgin á Fertoyggjunum

skipað við riddarar og sveinar,

Belfjóna stóð fyri breiða borði

og skonkti tann mjøðin reina.

 

7 Urin jall letur brøvum skriva

alt fyri uttan vanda,

sendir hann tey so langan veg

inn til Fertugalanda.

 

8 Inn kom Urin jals brævarsvein

reyðargull bar á hendi:

“Her eru brøvini, Belfjóna,

sum Urin jall tær sendi.”

 

9 Tað var frúgvin Belfjóna,

tá hon tey brøvini sá,

allur hennara fagri litur

burt úr kinnum brá.

 

10 Belfjóna letur brøvum skriva

alt fyri uttan sorg,

sendir hon tey so langan veg

inn til Brenniniborg.

 

11 Inn kom frúnnar brævarsvein,

perlur læku á hendi:

“Her eru brøvini, Urin jall,

sum Belfjóna tær sendi.”

 

12 Svaraði riddarin Urin jall

fyrsta orði tá:

“Eg skal frúnna á máli finna,

um enn eg liva má.”

 

13 Kongurin letur veitslu gera

á hesum sama heysti,

býður hann bæði riddar’ og sveinum

uttan Urin jall reysta.

 

14 Svaraði riddarin Urin jall,

væl kann randir *rjóða:

“Tó skal eg til Fertoyggjanna

mær vil eingin bjóða.”

 

15 Út varð loystur gangarin,

Urin jall skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

16 Út var loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

17 Urin jall leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld, ei svørð,

ei við saðilbuga.

 

18 So ríður riddarin Urin jall

lystiliga fram,

forgyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

19 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

20 Urin jall gekk í hallina inn

við sín rósinkrans,

bliknaði frúgvin Belfjóna,

hon vendi sín hug til hans.

 

21 Frúgvin fekk í hjartað sorg,

sjúk og sár av ekka,

skeinkir skál av klárum víni,

ber Urin jall at drekka.

 

22 Urin jall tók við kerinum,

hann kundi væl tukt og sinni:

“Eg fái ikki for dreingjasveiggj

frúvu á máli funnið.”

 

23 Tað var frúgvin Belfjóna,

henni var ráðini kunnig,

hon brá seg í hindar líki,

hon ræð á skógvin renna.

 

24 Tað er frúgvin Belfjóna,

henni elvist ein meiri vandi,

lystir hertugin Ákan reysta

at ríða at Fertugalandi.

 

25 Tað var hertugin Áki reysti

burt av Fertoyggjum reið,

møtti hann riddaran Urin jall

mitt á síni leið.

 

26 Møtti hann riddaran Urin jall

mitt á síni leið,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

ei var ferðin greið.

 

27 “Hoyr tú, riddarin Urin jall,

tað skalt tú fyri mær greiða,

hvør hevur givið tær forlov

ta villini hind at veiða?”

 

28 “Eg bant mín heyk, eg bant mín hund,

eg bar meg undan brátt,

hindin fleyg yvir aldanskóg

bæði snart og skjótt.”

 

29 “Handa sama fríða hind,

føgur á gyltum morgni,

hon hevur ofta í ferðum verið

í mínum foykikorni.”

 

30 Svaraði hertugin Áki reysti,

frá man frættast víða:

“Hoyr tú, riddarin Urin jall,

vit skulu um hindina stríða!”

 

31 Urin jall gav so vænt eitt høgg,

vegur við eggjarspora,

tað er satt, ið talað er,

at fátt kann feigum forða.

 

32 Hertugin gav tað annað høgg,

vá við eggjarteini,

klývir Urin jals gylta hjálm,

brynjuna mundi hann skeina.

 

33 Heima liggja sveinarnir,

tykja ei í tí tattur:

“Hví man riddar Urin jall

ei koma av Fertoyggjum aftur?”

 

34 Heima liggja sveinarnir,

tykja ei í tí gleim:

“Hví man riddarin Urin jall

ei koma av Fretoyggjum heim?”

 

35 Árla var um morguin,

sólin skein so víða,

lystir allar Urin jals menn

burt á skógvin ríða.

 

36 Sveinar riðu á skógvin fram,

søgur ganga frá,

funnu Urin jall, harra sín,

hann deyður á vølli lá.

 

37 Svaraði ein av sveinunum,

Vilkus skulum vær kalla:

“Funnu vit jalsins banamann,

sloppið skuldi hann valla.”

 

38 Sællur er hann í verðini,

lukkan snúgvar til handa,

sóu hertugin Ákan reysta

ríða við blóðigum vanda.

 

39 Gismar leyp við Dismari upp,

vendi sín hest í klingur,

Venjar við sín benjar vá,

svørðið Naglaringur.

 

40 Tað vóru Urin jals sveinarnir

eina morguntíð

lótu byggja ein fríðan knørr

í grønari líð.

 

41 Tað vóru Urin jals sveinarnir,

eina morgunstund

lótu byggja ein fríðan knørr

í grønari lund.

 

Oman eftir og niðan eftir,

oman eftir vallara túni,

hvar fór hestur mín hin brúni?

Oman eftir vallara túni.

 

CCF 41

TSB D 440

 

Handrit: Sandoyarbók, Dansk Folkemindesamling  68 nr. 45.

 

Útgávur: 

1. Jóannes í Króki: “Sandoyarbók II”, samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982 s. 91.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 102.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Michael Hentze, Johan í Uttastovu (1787-1840), Sandi, 1822.

 

D 440 Belfjóna (Woman turns into hind to escape unwanted suitor)

Urin jallur kemur óboðin á kongsins veitslu. Belfjóna, sum hann hevur borið upp bønarorð fyri, bliknar, tá ið hon sær hann, og umskapar seg til eina hind. Urin jagstrar hindina, men hann hittir annan mann, sum vil sleppa at berjast við hann um hindina. Urin verður dripin.

á føroyskum: CCF 41 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017