• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ellindur bóndi á Jaðri

 

Ellindur bóndi á Jaðri

 

CCF 45 A

TSB D 368

 

1 Ellindur bóndi á Jaðri eystur,

flestøll munnu hann muna,

hann var so væl til barna komin,

tríati átti hann synir.

 

Her er gott at dansa,

stovan hon er nýggj,

stokkar eru av stáli gjørdir,

tekjan er av blýggj.

 

2 Tríati átti hann synir sær

og annaðslíkt í døtrum,

tríati ár hann skattin helt

og kom sær sjálvum í bøtur.

 

3 Kortar hann hvørki skrúð ei lín,

so tað skarlakin ný,

tríati ár hann skattin helt

fyri kongi á bernarbý.

 

4 Svaraði halgi Ólavur kongur:

„Nógv er gjørt til sakar,

vær skulu fara á Jaðar eystur,

bóndan av lívi taka.“

 

5 Svaraði Turpin erkabispur

av so góðum treysti:

„Latið honum heldur brøvini skriva,

senda honum suður í heyst“

 

6 Latið honum heldur brøvini skriva,

sendið honum yvir land,

vil hann ikki koma,

tá taki hann ovurvald!“

 

7 Sá var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar fór til landanna,

sum Ellindur bóndi var.

 

8 Sendiboð kom í hallina inn,

sína ferð at skunda:

„Sit í friði, Ellindur bóndi,

kom á mín harras fund!“

 

9 Tá varð urgan í garði troðin

og føgur harpa sligin,

tá varð knørrur Ellindar bónda

út av lunni drigin.

 

10 Ellindur stígur á skipaborð

væl í góðum tíma,

hann hevði einki skip við sær

uttan tríati synir sínar.

 

11 Vinda teir upp síni silkisegl,

sjógvur á tanga dreiv,

sigla so bæði nátt og dag,

nálin vísti teim leið.

 

12 Tað var halgi Ólavur kongur

út um vindeygað sá:

„Hvaðan er henda glæstriskeið,

higar stevnir á?“

 

13 Svaraði hann tá Ólavur kongur

í øðrum orði tá:

„Hatta man vera Skotlands kongur,

kemur at vitja vár.“

 

14 Svaraði Turpin erkabispur,

lítur út undan skildri:

„Hatta man vera skatturin tann,

ið leingi hevur ligið í kvirrum.“

 

15 Svaraði Turpin erkabispur,

har hann leit á skeið:

„Hetta man vera skatturin tann,

ið leingi hevur ligið á leið.“

 

16 Kasta teir síni akkerini

á tann hvíta sand,

fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

17 Fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fótum á land,

albrynjaður Tambarskeggi

undir hans høgru hond.

 

18 Samdragin svøríni

við sína síðu,

reika so vítt um Postolakirkju,

gingu í hallina síðan.

 

19 Samdragin svørðini

undir sítt skinn,

teir reika so vítt um Postolakirkju,

gingu í hallina inn.

 

20 Tað var hann tá Ellindur bóndi,

gekk í hallina inn.

Ólavur kongur ovur borði sat

við manna hundrað fimm.

 

21 Svaraði Torstein oksamegi,

talar til Tambarskeggi

og til Torstein bróður sín:

„Vær plagum várar seggir.“

 

22 Svaraði Jógvan jarnleggur:

„Tað er meiri vandi,

lat ikki vár sæla faðir

so leingi fyri borðum standa!“

 

23 Ellindur stendur á hallargólvi,

eingin talar orð,

hann skeyt fyri sín riddaraskjøldur

niðast á kongins borð.

 

24 Svaraði halgi Ólavur kongur

við sítt lið og geingi:

„Hvat vilt tú, bóndi, svara mær til,

tú heldur mín skatt so leingi?“

 

25 „Eg havi upp við skatti alið

tríati synir baldar,

lívið mítt og góðsið alt

tað er í tygara valdi.

 

26 Eg havi upp við skatti alið

tríati synir giftar,

til tess eri eg higar komin,

tær skuluð kjósa og skifta.“

 

27 „Fimtan skulu eftir vera

bóndi, av sýnum tínum,

annaðslíkt skal aftur fara

og gleða móður sína.

 

28 Fimtan skulu eftir vera,

bóndi, av synum góð,

annaðslíkt skal aftur fara

og gleða tað væna fljóð.“

 

29 Svaraði halgi Ólavur kongur:

„Nógv er gjørt til vistar,

eg gevi tygara sælu móður

Jaðar og allan Lista.

 

30 Sigl nú aftur, Ellindur bóndi,

fyri uttan alla neyð,

eg gevi tygara sælu móður

Jaðar og allan eyð.“

 

31 Ellindur stígur á skipaborð

við sínum ungu sveinum,

tá var bóndin í blíðum bugi,

hann sigldi frá ríki heim.

 

32 Út kom húsproyan árla morgun,

stígur á stinnar leggir:

„Tað síggi eg á skipunum,

at deyður er Tambarskeggi.“

 

33 Húsproyan so til orða tók,

hon bliknar á kinnum reyð:

„Hetta man vera Ólavur kongur,

og Ellindur bóndi er deyður.“

 

34 Allar klæðir hon moyggjar sínar

í skarlakin nýggj:

”Vær skulum os til strandar niður

Ólav kong at síggja.”

 

35 Ellindur situr í lyftingini,

lítur so bítskt móti henni:

”Signi teg Gud tíni eygu tvá,

so gjølliga eg teg kenni!”

 

36 Húsproyan so til orða tók,

kinn bar hon so reyð:

”Meinti, tað hevði verið Ólavur kongur,

og tú hevði verið deyður.”

 

37  ”Signaður veri Ólavur kongur

undir sín skjøldin reyð,

hann hevur nú givið tær

Jaðar og allan eyð!”

 

Her er gott at dansa,

stovan hon er nýggj,

stokkar eru av stáli gjordir,

tekjan er av blýggj.

 

CCF 45 A

TSB D 368

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kongl. saml. 2894 II nr. 10) 1781-82

 

Útgávur: 

1. Ársbók Førja bókafelags, 1900 s. 82

2. A.C. Evensen: „Kvæðabók I“ s. 124. Givið út hevur Hitt føroyska bókmentafelagið, 1910

3. Christian Matras legði til rættis: „Svabos Færøske Visehåndskrifter“, 1937-39 s. 317

4. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982 s. 209. Rikard Long greiddi til útgávu.

5. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 123.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis  og skrivaði inngang, s. 131,  Fróðskapur 2011

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824 ), Miðvági, 1781-1782. 

 

D 368 Ellindur bóndi á Jaðri (Man offers his sons as payment of taxes)

Ellindur eigur tríati synir, men hann hevur ikki rindað skatt í tríati ár. Kongur er argur og sendir boð eftir honum. Ellindur kemur við øllum synunum. Hann greiðir frá, hvussu hann í staðin fyri at rinda skatt hevur búgvið tríati synir út, og nú bjóðar hann kongi teir. Kongur tekur við, men er nøgdur, fær hann fimtan teirra.

á føroyskum: CCF 45 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017